Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 70 - 11. apríl 2008 tíðindi Bíða eftir svari frá Taks Í blaðnum í gjár var grein um, at Taks higar til hevur noktað at fylgt úrskurðinum, sum Skatta- og avgjaldskærunevndin tann 25. oktober í 2006, har tað verður staðfest, at tað almenna ikki hevði loyvi at krevja so nógv meirvirðisgjald, sum kravt varð, í samband við innflutningi av persónbilum. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Taks til blaðið í gjár, men eftir evstamark okkara tosaðu vit við Hjørdis Gaard, sum er virkandi stjóri. Tá talan er um mál av prinsipiellum týdningi, hevur Taks biðið um, at spurningarnir verða sendir teimum skriftliga, og varð teldupostur við hesum spurningum í gjár sendir stovninum. Viðurkennir Taks, at Skatta- og avgjaldskærunevndin er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki innan skatta- og avgjaldsøkið? Hví hevur Taks ikki tikið avgerðin frá 25. oktober 2006 til eftirtektar og goldið kæraranum mvg, sum hesin sambært Skatta- og avgjaldskærunevndini hevur rætt til? Taks hevur ikki viðgjørt krav um endurgjald frá øðrum borgarum, tí eitt mál er sent til Føroya Rætt. Viðurkennir Taks avgerðina hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 3. apríl í ár, soleiðis at hesi krøv nú verða viðgjørd? Metir Taks, at krøv um mvg-endurgjald fyrnast, tá hesi eru fimm ára gomul? Og um so er: Hevur tað áhuga hjá Taks, at málið í Føroya Rætti tekur sum longst av tíð, soleiðis at flest møgulig krøv kunnu fyrnast. 3. mai verður fólkafundur á Lítla Dímun. Tyrlan hjá At­ lantsflog flýgur úr Hvalba við fólki, og setur tey av 414 metrar uppi á toppinum á Lítla Dímun. Tá øll eru komin út, fer Tórbjørn Jacobsen at føra fram røðu, felagssangur er eisini á skránni, og her er ætlanin at syngja ein nýggjan oyggja­ sang. Møguleiki verður fyri einum túri upp á toppin, har flatan er eins stór, sum trígg­ ir fótbóltsvøllir. Hava fólk áhuga í at síga av renningini í Lítla Dímun, so verður eis­ ini møguleiki fyri hesum. Tá verður sigið niður í bát, sum førur tey umborð á sluppina Johonnu, og síðani verður siglt til Hvalbiar. Avgerðandi er sjálvandi at veðrið er til vildar, siga fyri­ reikararnir í tíðindaskrivi. Meira fæst at vita um tiltak­ ið á www.litladimun.com Íslendski Tjóðbankin hevur í dag boðað frá, at tey hækka rentuna við hálvum prosentstigi til 15,5 prosent. Ongar grundgevingar eru nevndar í tíðindaskrivinum, men serfrøðingar krin heim­ in eru samdir um, at vaks­ andi inflatiónin og fallandi kursurin á íslendsku krón­ uni eru høvuðsorskirnar til hetta. Íslendska krónan er lækkað heilt nógv seinasta mánaðin, og í dag kosta 100 íslendskar krónur á leið 6,00 danskar krónur. Fyrst í mars var kostnaðurin fyri tað sama á leið 7,50 danskar krónur. Samstundis er in­ flatiónin økt, soleiðis at hon í mars var 8,7 prosent. Mál­ ið hjá íslendska tjóðbank­ anum er at halda inflatiónini á 2,5 prosentum. Fólkafundur á Lítlu Dímun Føroya Felag Móti Krabba­ meini ætlar komandi árið at varpa ljós á menn og krabba­ mein. Fyrsta tiltakið í hesum átaki verður á aðalfundinum hjá felagnum, týsdagin 15. apríl. Tá heldur Rodmundur í Liða, lækni, fyrilestur við heitinum: Læknin sum sjúk­ lingur. Næsta tiltak verður 28. mai, tá Føroya Felag Móti Krabbameini skipar fyri ein­ um tiltaki, sum bert er ætlað monnum. Kvinnur hava onga atgongd. Endalig skrá er ikki løgd enn, men millum luttakarar­ nar verður Johan Poulsen, yvirlækni og urologur, sum skal halda fyrilestur um krabbamein í bløðruháls­ kertli og krabbamein í stein­ unum hjá monnum. Við hesum átaki ynskir Føroya Felag Móti Krabba­ meini at koma á tal við menn út frá teirra fortreyt­ um, royndum og ynskjum, soleiðis at vit kunnu gera okkara tilboð til menn betri og meira viðkomandi. Í dag gera nógv fleiri kvinnur enn menn brúk av tilboðunum, sum felagið veitir. Á leið 85 prosent eru kvinnur, meðan á leið 15 prosent eru menn. Vit ynskja at fáa fleiri menn í felagið og møguliga seta á stovn bólkar fyri menn. Tí ynskja vit at hoyra frá monnum, um hvat teir ynskja og hvat vit mangla. Menn og kvinnur hava ymiskan tørv, tá tað kemur til ráðgeving og stuðul. Tað vísir seg, at menn heldur søkja sær stuðul frá sínum nærmastu, meðan kvinnur hava lættari við at søkja sær hjálp og stuðul uttanífrá og hava lættari við at taka av teim tilboðun, sum eru til taks. Menn søkja eisini meira vitan og amboð, sum kunnu hjálpa teimum at fáa tak á støðuni, so sum vitan um sjúku, viðgerðarmøguleikar og hvat teir sjálvir kunnu gera. Føroya Felag Móti Krabbameini ynskir tí at varpa ljós á serligu støðuna, sum menn koma í, tá teir fáa krabbamein. Ísland hækkar rentuna Tíðindaskriv frá Føroya Felag Móti Krabbameini: Menn fáa eisini krabbamein