Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 37 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogur til Dagstovnin í Løkjatúni Søkt verður eftir einum pedagogi til frítíðarskúlan at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. mai 2008 ella eftir nærri avtalu. Um eingin pedagogur søkir eru onnur við kerativum førleikum vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, stovnsleiðara, telefon 21 90 19. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera Dagstovninum í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir, í hendi innan mánadagin 28. apríl 2008. Pedagogur til Barnagarðin á Velbastað Søkt verður eftir pedagogum at arbeiða 20-40 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Um pedagogar ikki søkja størvini, seta vit fólk við øðrum viðkomandi útbúgvingum og/ella royndum, sum vit kunnu brúka á stovninum. Hevur tú áhuga, so tosa við okkum. Vit koma at seta arbeiðstíðirnar eftir tørvinum hjá stovninum og eftir ynskjunum hjá starvsfólkunum. Húsavørður Søkt verður eftir húsavørði til Tórshavnar Musikkskúla og Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla. Førleikakrøv umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving sum timburmaður ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari eisini hevur tøknilig útbúgving ella royndir. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður sett sambært sáttmála millum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 24. apríl 2008. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bo Isholm, leiðara á Tórshavnar Musikkskúla, telefon 30 24 70 / 21 82 50, Jákup P. Strøm, leiðara á Tórshavnar Kvøldskúla, telefon 30 24 72 / 21 77 55 ella Harald Bjørgvin, leiðara á húsaumsitingini, telefon 30 20 10. Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo Stovnurin hevur góð hølisviðurskifti og stóran garð og liggur beint við hagan uppi yvir Velbastað. Vit hava eisini brúk fyri fólki, sum hava áhuga fyri at gera nakað við tónleik, sang, sjónleik, ítrótt og at brúka náttúruna. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna Clementsen, stovnsleiðara, telefon 21 81 32. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera Barnagarðinum á Velbastað, 176 Velbastaður í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. apríl 2008. Bátabrýr Bátabummar Landgongdir Vit hava drúgvar royndir – spyr okkum um tilboð. Tlf. 319992 / 219991 · t-postur: tmv@post.olivant.fo