fríggjadagur 11. apríl 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 70 - 11. apríl 2008
lýsingar
Fíggjarumsitari á
Fiskirannsóknarstovuni
Umsitarin á Fiskirannsóknarstovuni fer í annað
starv tann 1. juni í ár og tí verður søkt eftir
nýggjum umsitara.
Arbeiðið er undir stjóranum at leiða dagligu
umsitingina á Fiskirannsóknarstovuni, vera
fíggjarrøkil á stovninum og at vera reiðari á
»Magnus Heinason«.
Fiskirannsóknarstovan er granskingarstovnur
undir Fiskimálaráðnum og hevur eitt sera
fjøltáttað virksemi við árliga afturvendandi
uppgávum og verkætlanum yvir styttri áramál.
Nærri fæst at vita um stovnin á heimasíðuni
www.frs.fo. Eisini er gjørdur ein avrikssáttmáli
við Fiskimálaráðið.
Søkt verður eftir royndum fólki við hollari
ástøðiligari vitan.
Lønin er sambært royndum og útbúgving.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Hjalta í Jákups-
stovu, stjóra.
Umsóknir til starvið skulu stílast Fiskirann-
sóknarstovuni, att: Hjalti í Jákupsstovu innan
21. apríl 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði.
Nóatún · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn
LÝSING
um matrikulering av uppfyltum
sjóøki, matr. nr. 344 í Kollafirði
Til tess at matrikul og tingbók kunnu verða rættað er
neyðugt við eigindómsdómi.
Í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan vent sær
til Løgmálaráðið, sum í skrivi dagf. 27. mars 2008
hevur givið Umhvørvisstovuni loyvi til nýmatrikulering
av matr. nr. 344 í Kollafirði sambært grein 38 í
løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962.
Boðað verður tí til fundar á Umhvørvisstovuni, Traða-
gøta 38 á Argjum, týsdagin 29. apríl 2008 kl. 10.00 at
viðgera málið um ognarrættin til lendið.
Tá eigindómsskráin er fullfíggjað, verður matrikulin
sendur løgmálaráðnum, ið við almennari stevning
leggur sak við Føroya rætt móti øllum og einum, ið
hava mótmæli móti tí gjørda matrikli, og at teir í
honum lýstu eigarar verða skrivaðir í tingbókina sum
eigarar av óheftum eigindómi.
Rættarmálið verður havt í rætti allar vanligar tingdagar,
frá tí degi stevningin fyrstu ferð er lýst, og til stevnu-
freistin er farin.
Tórshavnar býráð skal velja tveir mans at hjálpa
Umhvørvisstovuni at greiða eigindómsviðurskiftini.
Umhvørvisstovan, tann 10. apríl 2008
Farloyvisfólk til
Radiohandilin
Vegna farloyvi søkja vit eftir einum røskum og
álítandi fólki til handilin í Niels Finsens gøtu í
Havn frá 1. mai 2008 til 1. juli 2009.
Arbeiðið í Radiohandlinum fevnir um kundarøkt,
at selja radio, sjónvarp, parabolar og annars alt,
sum er at fáa í okkara handli.
Tú skalt kunna seta tól upp og seta tey til úti hjá
kundum.
Tú skalt hava koyrikort, og tú skalt kunna arbeiða
sjálvstøðugt.
Tað er ein fyrimunur, at tú veit nakað um elek-
tronisk tól, men tú kanst annars læra tað her.
Hevur tú hug at arbeiða hjá okkum, so lat okkum
hoyra frá tær. Ring 318277 og spyr eftir Pola ella
Echardt.
Lærlingur til
radioverkstað
Vit hava eitt pláss til tín, sum hevur hug at læra til
radiomekanikara.
Tú byrjar tann. 4. august í 2008.
Tú lærir millum annað at umvæla sjónvarp og
radio og elektronisk tól og at seta parabolar og
antennur upp, og arbeiðið fevnir eisini um vanligt
samskifti við kundar og at avgreiða teir.
Lærutíðin er 4 ár. Tó kann hon styttast, um tú
hevur SIT-prógv, tí so ber til at søkja um at fáa
læru- og skúlatíð styttað. Tú fert í tekniskan skúla
í Danmark.
Kundi tú hugsað tær at roynt, so send okkum
tína umsókn saman við prógvum og viðmælum
áðrenn 1. juli 2008.
Vilt tú vita meira um læruplássið, so ring 318277
og spyr eftir Pola ella Echardt
> Telefonráðgeving
> Anonymitet
> Tagnarskyldu
> Stundir at lurta
K R E A . F O . TEL 47 80 80
www.blakross.fo