fríggjadagur 11. apríl 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 11. apríl 2008
41
lýsingar
Fyribilsstarv sum
varaskúlastjóri
Í sambandi við, at varaskúlastjórin fer í farloyvi,
verður starvið sum varaskúlastjóri í Venjingar-
skúlanum lýst leyst til setanar í tíðarskeiðnum 1.
august 2008 til 31. juli 2009.
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal
taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni
í skúlanum
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og
eftir fyriskipan skúlastjórans.
Harumframt skal varaskúlastjórin
• vera næsti medarbeiðari skúlastjórans
• saman við skúlastjóranum átaka sær
fyrisitingarliga ábyrgd
• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av
leiðslu skúlans
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri
skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri
medávirkan og medábyrgd.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvs-
royndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyri-
bilstænastu í Venjingarskúlanum. Tann, ið sett/-ur
verður, eigur at tola broytingar starvinum við-
víkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokki 34.4 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærara-
felag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan
so, at tann, sum sett/-ur verður, er tænastumaður
frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir
galdandi reglum.
Umsóknir við ljósriti av prógvum og CV og møgu-
ligum viðmælum skulu verða sendar skúlanum.
Freistin at søkja er 28. apríl 2008 á middegi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Petur Ova Petersen, skúlastjóra á telefon 213502
ella 301529.
Í Venjingarskúlanum verða komandi skúlaár umleið 440
næmingar í 19 flokkum, og her koma at starvast 45 fólk.
Lærararnir eru skipaðir í 5 sjálvstýrandi toymi : 1.-3. fl., 4. og 5. fl.,
6. og 7. fl., 8.-10. fl. og sertoymi. Skúlin húsast í trimum
bygningum : 1. og 2. flokkur halda til á Ytra skúla við Landavegin,
3. fl. á Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu og 4.-10. fl. eru í
skúlanum á Stórheyggi.
VENJINGARSKÚLIN
handan Á 14 · Box 59 · FO-110 Tórshavn
Starv í fíggjarumsitingini
Landsbankin søkir eftir einum fólki til fíggja-
rumsitingina at byrja skjótast gjørligt
Arbeiðsuppgávur:
• Fíggjarumsiting
• Rapportering
• Íløgurøkt
• Aðrar fyrisitingaruppgávur
Uppgávurnar í bankanum eru býttar í arbeið-
søki, men stovnurin er lítil og uppgávurnar
breiðar. Tí verður nógv arbeiði gjørt í verkætla-
num, eins og tað er skiftandi.
Førleiki:
Praktiskar royndir og viðkomandi útbúgving
eru neyðugar.
Løn:
Eftir avtalu við støði í sáttmála við avvarðandi
fakfelag.
Tíðarfreist o.a.:
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til
Sigurd Poulsen, stjóra, tel 308126 (sigurd@
landsbank.fo) ella Jens Erik Magnussen, un-
dirstjóra, tel 318122 (jem@landsbank.fo) um
fleiri upplýsingar.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu
saman við neyðugum upplýsingum um útbúg-
ving og starvsroyndir sendast landsbankanum
áðrenn 28.04.2008 kl. 16.00.
Müllers Hús | Gongin | Postrúm 229 | FO-110 Tórshavn
E-postur: landsbank@landsbank.fo | www.landsbank.fo
LANDSBANKI FØROYA er bankasamband landsins. Hann umsitur
gjaldføri og stendur fyri lántøku landsstýrisins og samstarvar við
aðrar myndugleikar og almennar stovnar. Landsbankin virkar
fyri tryggum fíggjarviðurskiftum í landinum. Bankin skal tí halda
seg kunnaðan um fíggjarmarknaðarviðurskifti og samstarva
við fíggjarstovnar og landsstýrið um hesi viðurskifti. Lýsingar
av búskapinum eru týðandi liður í hesum uppgávum. Sí eisini
heimasíðuna www.landsbank.fo
15 min. frá Herning, Danmark
(+45) 236.781.66 ella (+45) 236.781.65
www.hammershus.fo - torfinnur@email.fo
HALT FERIU
Í SKARRILD
Vitja heimasíðuna, har fær tú meira
at vita: www.hammershus.fo
Húsið stendur í
lítlu hugnaligu
landsbygdini Skarrild,
ið er 20 km í ein
útsynningvestan
úr Herning.