Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 70 • 11. apríl 2008 býarmeistaraskap. Høgni og vinmennirnir vunnu innandura kappingina, og tá rann eitt ljós upp fyri honum, um hann ikki átti at fara at spæla skipaðan fótbólt? Hann meldaði seg uppí HB, og væl lá fyri. Longu í 1977 gjørdist hann Føroya­ meistari í piltum. Hann vann FM í dreingjadeildini í 1980 og 1981, og FM í unglingadeildini í 1982 og 1983. Frá barna­ og ungdómsfótbóltsárunum minnist hann serliga Kára Reynheim, sum var ótrúliga sjáldsamur og stuttligur, bæði á vøllinum, og uttanfyri vøllin. Høgni minnist, at tað var á einari fótbóltsferð hjá dreingjalandsliðnu í Bergen, at teir fyri fyrstu ferð í lívinum smakkaðu pizza. Teir høvdu ikki hoyrt og enn minni smakka hetta áður, og tað var bara Bogi Kristiansen, sum kláraði at eta tað. Badminton og hondbólt Um somu tíð Høgni byrjar at leika skipaðan fótbólt, byrjar hann eisini at leika badminton. Føroyar og Ísland leiktu landsdyst, og tann eini íslendski landsliðsleik­ arin, sum nevndist Steinar búða hjá mammubeiggja Høgna, Hermann. Síðsta kvøldið hálar ein bragdligur íslendingur snøgga Yonex­træketsjaran úr taskuni, og sigur við Høgna: »Hendan eigur tú!«. Og Høgni gjørdist við eitt badmintonleikari. Høgni vann FM í dreingjadeildini, men megnaði ikki at vinna seg upp á ovastu rók í vaksnamannadeildini. – Mær dámdi ov væl at spæla, og eg hevði ikki dreparainstinktið í mær, sum kravdist fyri at vinna seg fram á ovastu rók. Upplivingarnar í badminton gjørdist nógvar og góðar. Havnar Badmintonfelag var eitt sterkt og gott felag. Nógv av teimum vaksnu vóru involveraði í felagið, og gott og væl fimti hvør vaksni limur í HBF var badmintonsinstruktørur. Allir limirnir tóku lógvatak, og seldu lutaseðlar kring landið fyri at kunna byggja Badmintonhøllina í Gundadali. Danskir instruktørar vóru fleiri ferðir um árið og vitjaðu. Ein verulig liðkapping var í Føroyum tá, har miðvingar, sandavágsmenn, kollfirðingar, suðuroyingar og Mjørkadalur eisini tóku lut. Talan gjørdist eisini um uttanlandsferðir til Íslands og Danmarkar. Og nógvir útlendingar vitjaðu í Føroyum. Høgni hevur eisini verið í Grønlandi og leikt badminton, og hevur verið við í evropeiskari undankapping á Gibraltar í 1988, har m.a. Portugal luttók. Høgni spældi eisini hondbólt við Kyndli, men hann gavst við hondbóltinum, sum 15 ára gamal. Tó megnaði hann at vinna FM í smádreingja og dreingjadeildini við Kyndli. Grúsvallirnir Høgni fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá HB í 1983. Talan gjørdist um tann síðsta dystin ímóti TB. HB hevði mist 2 stig, sum ein fekk fyri ein sigur tá, tí teir høvdu fylt dómaraseðilin skeivt út ímóti MB í Miðvági. Tá saman um kom, var GÌ eitt skallut stig frammanfyri HB, stigini úr Miðvági manglaðu. Ole Skoubo gav Høgna og viðleikarunum tey boð, at teir skuldu jubla, sum um teir høvdu vunnið Føroymeistaraskapið tá dysturin var liðugur. Høgni var við besta liðnum hjá HB, tá fyrsti graslíkisvøllurin kom í Gundadali í 1986. – Eg var verjuleikari, so sjálvt um tað var á grúsvølli, so spardi eg meg ikki, men gjørdi glíðandi taklingar. Aftaná hvønn dyst var eg tað bera blóð, og buksirnar sótu næstan fastar í beininum. Eg fekk tey góðu hyggjuráðini frá Sølva Winther Olsen at altíð hava eina neglabust, og at skava alt grús burtur sárum aftaná dyst. Høgni minnist, at teir høvdu eitt ræðuligt ansperrið aftaná teir fyrstu dystirnar á nýggja undirlagnum. Mennirnir vóru ikki vanir við slíkt. Hann minnist eisini, at menn hjá mótstøðulið­ num, sum høvdu grúsvøll, sum heimavøll royndu at trampa eina kullu, og leggja bóltin til rættis, sum teir høvdu gjørt á gomlu grúsvallinum. Mótstøðumennirnir vóru eisini rættuliga meiðslaðir av nýggja undirlagnum, sum hevði hvøss sandkorn. Høgni vann Ísafjarðarsúlina 3 ferðir, og gjørdist hann Føroyameistari við HB í 1988, men tá var hann ikki við teir síðstu 4 dystirnar, orsaka av einum krossbandsskaða. Í 1989 fór hann niður at lesa, og tá fór hann at leika við ÍF Føroyum. Í 1991 og 92 leikti hann kortini saman við Bjarna Jacobsen og Heðini Askham í SÍF, sum tá vóru í bestu deildini. Teir lendu fríggjadag, og fóru niður aftur mánadag. Høgni minnist serliga væl legendina Torkil Nielsen. Var í Landskrona Saman við fleiri vinfólkum var Høgni í Landskrona tann minni­ liga dagin, tann 12. september í 1990. Blokkur L á Oyrasunds­ kollegiinum fóru saman til dyst. Konan hjá Høgna, Jóna hevði krím, men tað fingu tey bøtt um við tveimum termofløskum, sum høvdu »Lumumba« sum krímheilivág. –Tað var bara ein so fantastiskur innari stoltleikur at standa har í Landskrona aftaná dystin. Menn fóru uppí altjóða fótbólt uppá tross, teir fóru út á vøllin uppá tross. Tað átti ikki at borið til, men tað bar til. Sum fótbóltsuppliving gjørdist ikki talan um ein góðan dyst, men menn vóru svakir sum »Braveheart«, hetta var fyrsta ættarliðið av føroysku fótbóltsbarbarunum. Saman við ÍF Føroyum var Høgni eisini við til at hølva liðið hjá danska uttanríkisráðnum, UIF (Udenrigsminesteriets Idræts­ forening). Hetta var undir ringastu kreppuárunum í Føroyum, fyrst í 1990­unum. Hann minnist, at tá Bjarni Jacobsen hevði fintað ein verjuleikari niður fyri 117. ferð sigur hann við hann: “Ligger du nu her igen?” Nú liggur Høgni í Stórustovu, sum ein meiriluti av føroysku fótbóltsfeløgunum hevur reitt fyri honum, og hann ætlar ikki at svíkja álitið. - Eg var verjuleikari, so sjálvt um tað var á grúsvølli, so spardi eg meg ikki, men gjørdi glíðandi taklingar. Aftaná hvønn dyst var eg tað bera blóð, og buksirnar sótu næstan fastar í beininum, sigur Høgni í Stórustovu, sum nú er FSF-forseti ... um at venda fótbóltskappingina Tað ljóðar áhugavert í sær sjálvum, men eg havi ikki verið allan sólarringin, um hvørjar avleiðingar hetta fær í praksis. Tað eru nógvir endar, sum skulu spleiðsast. Tað besta við skipanini hevði verið, at eingir dystir uttan ítróttarligt virði høvdu verið í september og oktober. ... um Premier League Premier League er heilt ótrúliga deiligt, eg fylgi kapping­ ini tætt, haldi við Liverpool. Men Premier League kann verða ein vandamikil tíðartjóvur, tað er skjótt, at nógvir tímar fara við at hyggja (havi eg hoyrt).