fríggjadagur 11. apríl 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 70 - 11. apríl 2008
Heiðavegur 26 . 600 Saltangará . Tel 417000 . Faks 417001
runavik@runavik.fo . www.runavik.fo
Runavíkar Kommuna
søkir havnaumsjónarfólk
Runavíkar havn er eitt spennandi og fjølbroytt
arbeiðspláss. 3 fólk eru í føstum starvi. Árliga
vitja umleið 1600 skip havnirnar í Runavíkar
kommunu.
Av tí, at 1 av havnaumsjónarmonnum okkara fer
frá fyri aldur, søkir Runavíkar kommuna eftir
havnaumsjónarfólki at byrja skjótast til ber.
Førleikakrøv o.a.
Arbeiðið er burturav skipað í skiftandi vaktum
undir leiðslu av havnarstjóranum og í tøttum
samstarvi við onnur starvsfólk hjá kommununi.
Av umsøkjarum vænta vit hesar førleikar
• Viðkomandi nautiska útbúgving.
• Góðar málsligur førleikar, bæði í skrift og talu,
í føroyskum, norðurlendskum og enskum.
• Teldukunnleiki.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvs-
mannafelagið og Kommunala arbeiðsgevara-
felagið í lønarflokki 4, 1. - 7. stig.
Harafturat verður veitt ein føst
mánaðarlig viðbót fyri vaktir.
Meiri fæst at vita
Meiri fæst at vita at venda sær til havna-
stjóran, Jón Nónklett, tel 288880.
Umsóknir
Umsóknir, saman við upplýsingum um
útbúgving og royndir og møguligum
viðmælum, skulu sendast til:
Runavíkar kommunu,
Heiðavegur 26,
FO 600 Saltangará.
- og skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 28. apríl 2008, kl. 12.00.
Runavíkar kommuna tilskilar sær rætt til
frítt at velja millum innkomnar umsóknir,
ella onga at taka.