fríggjadagur 11. apríl 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 • 11. apríl 2008
Vikuskifti
6
Tey seinnu árini hava nógvar
greinar verið í bløðunum, sum
hava umrøtt partar av bygdar
søguni í Leirvík. Høvundurin er
ein vælkendur útiseti, Martin
Fjallstein, ið sjálvandi framvegis
er leirvíkingur við stórum L.
Martin Fjallstein hevur havt
sera stóran áhuga fyri heim
bygdini, og er uttan iva tann
bygdarmaðurin, sum veit mest
um Leirvík. Tí var tað ikki av
tilvild, at stigtakararnir til at
fáa givið út eina bygdarsøgu,
heittu á Fjallstein um at standa
á odda fyri hesum arbeiðinum.
Ein verkætlan, sum høvundurin
sjálvur hevur roynt at fingið
gongd á onkuntíð, men sum er
so mikið stórt stig at fara undir,
at tað ikki letur seg gera uttan
góðan stuðul. Ikki minst fíggjar
ligan. Hesin fekst til høldar í fjør.
Sosialurin hitti Martin Fjall
stein í páskuvikuni á hansara
fyrrverandi arbeiðsplássi, ið var
Føroyahúsið í Keypmannahavn.
Eitt vælumtókt hús fyri nógvar
fastbúgvandi útisetar á Sælandi
og serliga á høvuðsstaðarleiðini,
sum leirvíkingurin var leiðari
fyri í 11 ár, til hann 1. februar
í fjør legði frá sær og fór
undir at fyrireika útgávuna av
bygdarsøguni.
11 ár ljóðar kanska ikki av so
øgiliga nógvum. Men tá hugt
verður eftir, hvat slag av arbeiði
hetta er, har arbeiðstíð og frítíð
í stóran mun rekur saman, so
er tað ein krevjandi uppgáva
at røkja. Serliga tá ein er so
nærlagdur sum Martin Fjallstein.
Prátið við fryntliga og gløgga
leirvíkingin kom sjálvandi fyrst
inn á, hvussu tað var at gevast
sum leiðari av Føroyahúsinum,
og hvussu seinasta árið hevur
háttað sær, nú hann sleppur
undan at taka dagliga túrin úr
Helsinge á Norðursælandi, har
familjan Fjallstein býr, og inn á
Vesturbrúgv í sjálvum hjartanum
av Keypmannahavn.
Eg var í eini tvístøðu, um
eg skuldi gevast, tí tað vóru
sera nógv fólk, sum vóru góð
við meg og stuðlaðu mær væl
bæði í tí praktiska arbeiðinum,
men eisini til at møta upp til
tey ymsu tiltøkini í húsinum.
Hinvegin, so var eg blivin 60 ár
og merkti, at kroppurin byrjaði
at geva eftir. Tað var torført at
noyðast at arbeiða vikuskifti eftir
vikuskifti, nátt sum dag, umframt
at røkja vanliga arbeiðsdagin
ígjøgnum vikuna. Eisini eru
tíðirnar so nógv broyttar við
tí skjóta samskiftinum, góða
ferðasambandinim, nýggja
tónleikinum og øllum øðrum tí
nýggja. So eg helt, at tað gjørdi
onki, um nýtt fólk kom til. Eisini
var eg komin í tann aldur, at um
skuldi eg royna nakað annað,
mátti tað vera nú, vísir Martin
Fjallstein á.
Hann sigur seg gleðast aftur á
tíðina í Føroyahúsinum, ið hevur
givið honum eitt spennandi og
ríkt tíðarskeið í lívinum.
Nógv fólk horvin
Við bygdarsøguni stóð ein heilt
øðrvísi avbjóðing hjá Martini
Fjallstein fyri framman.
Nú hevur Leirvík altíð staðið
mær nær, tí eg vaks upp har. Eg
fór tó ungur heimanifrá; fyrst í
skúla í Fuglafirði, so í Havn og
haðani av landinum. Men av tí
at foreldrini búðu har, og tú kom
at vitja, umframt alt tað ríka,
tú hevði fingið í barndóminum,
hevur bygdin altíð staðið mær
nær. Og so við og við havi eg
skrivað nógvar smágreinar og
savnað rættiliga nógv tilfar. Eg
fari ikki at siga, at eg veit mest
um Leirvík, men eg eigi óivað
mest tilfar um bygdina og haldi
tað vera spell, um alt hetta
tilfarið ikki verður brúkt. Tí hevði
eg hug at koma í gongd við hesa
uppgávuna og fekk nakrar at
sponsorera uppgávuna. Talan
er um eitt ørðvísi arbeiði, ið er
ógvuliga spennandi, sjálv um
tað mangan er einsligt. Tú situr
einsamallur við spurningunum
og tí stóru uppgávuni, ein hevur
fingið latið upp í hendi. Og tað
gerst ikki eftir einum degi ella
viku, men tekur sjálvandi ár, sigur
bygdarsøguhøvundurin.
Uttan at vilja avdúka, hvør
annar stendur aftanfyri bygdar
søguna, sigur Martin Fjallstein, at
fyrst var tað hann, sum vendi sær
til nakrar persónar, men tað bleiv
ikki til nakað ta ferðina.
Eftir at eg gavst í Føroyahúsi
num, er tað síðani teir, ið hava
vent sær til mín, og soleiðis er
ætlanin komin í lag. Grunnurin
Leirvíkar Søga er stovnaður, og
haðani verður útgávan fíggjað.
Tá tú gert eina bygdarsøgu, ið
byggir á upplýsingar, so má tað
vera eitt rættiliga stórt arbeiði at
krosstjekka allar upplýsingarnar,
tí annars er vandin stórur fyri, at
tað koma nógvir feilir í. Hvussu
gongur hetta arbeiðið fyri seg?
Leirvíkingar fáa nú
søgu sína
Í Helsinge á Norðursælandi situr ein vælkendur leirvíkingur og skrivar bygdarsøgu um heim
bygdina, ið gongur fleiri øldir aftur í tíðina. Tað er Martin Fjallstein, sum til fyri góðum ári síðani
var leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Eitt starv hann røkti í 11 ár
Bygdarlív
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Fyrrverandi leiðarin í Føroyahúsinum
í Keypmannahavn, Martin Fjallstein,
er útbúgvin fólkaskúlalærari. Her
avmyndaður saman við abbasoninum,
Dia Fjallstein
Mynd: Kári Mikkelsen