fríggjadagur 11. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 70 - 11. apríl 2008
Ein ungur maður,
sum nú er í vanda
fyri at verða dømdur
í fleiri ára fongsul, er
ongantíð revsaður
fyrr. Ákærin sigur,
at hann var eitt hent
amboð hjá tveimum
stórmuglarum,
tí hann var púra
ókendur í narkotika
umhvørvinum, men
fyri tað er hann líka
sekur sum hinir
smuglararnir. Verjin
sigur, at tað gingu
fleiri dagar, áðrenn
hann visti nakað sum
helst
NevNiNgatiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Var hann lukkuliga óvitandi
um, at hann koyrdi Føroya
runt við narkotika fyri fleiri
milliónir í bilinum, ella var
hann ein virkin partur í eini
umfatandi smugling?
Tað er ein spurningur,
sum teir 12 nevningarnir
hava fingið at taka støðu til
í stóra narkotikamálinum,
sum hevur verið til við
gerðar í einum nevninga
tingi í Føroya Rætti alla
hesa vikuna.
Talan er um ein mann í
Føroyum, sum er ákærdur
fyri at hava hjálpt tveimum
íslendskum stórmuglarum
at smugla.
Í hesum sambandi er
hann ákærdur fyri at hava
havt yvir 24 kilo av amfeta
minpulvuri og sløk 15 kilo
av ekstasypulvuri í varð
veitslu fyri hesar báðar
íslendsku smuglararnar í
eina góða viku í september
í fjør.
Hann er eisini ákærdur
fyri at hava hjálpt íslending
unum til at smugla næstan
alla hesa nøgdina úr Føroy
um aftur til Íslands.
Og í triðja lagi er hann
ákærdur fyri at hava havt í
varðveitslu
næstan
800
gramm av amfetamini og
næstan eitt kilo av ekstasy
pulvuri, sum hann hevði
eftir, tá ið íslendsku smugl
ararnir vóru farnir av land
inum aftur
Próvførsla
alla vikuna
Í alla vikuna hevur ákærin
ført síni prógv og síni vitni
fram í málinum og somu
leiðis hevur verjin hjá
ákærda
síni
sjónarmið
fram.
Og í gjár kom so málið
hartil, at bæði verji og ákæri
høvdu sínar endaligu við
merkingar.
Í dag kom so dagurin, tá
ið nevningarnir trektur seg í
einrúm at taka støðu til um
ákærdi er sekur og í hvussu
stóran mun, hann hevur
verið uppi í smuglingini.
Og teir hava fríar hendir
at sita so leingi, teir vilja.
Tað einasta, ið krevst, er at
teir brúka vanligt vit og skil
til at meta um tey prógv,
sum eru løgd fram.
Koma nevningarnir til
tað úrslit, at ákærdi er sek
ur, kann løgfrøðiligi dómar
in ógilda avgerðina, heldur
hann, at prógvini ikki eru
nóg góð.
Men halda nevningarnir,
at hann er ósekur, kann
løgfrøðiligi dómarin ikki
ógilda avgerðina.
Verður hann dømdur sek
ur, fara nevningarnir eina
ferð afturat í einrúm at áseta
revsingina saman við tí løg
frøðiliga dómaranum.
Ì hesum sambandi hava
teir 12 nevningarnir hvør
sína atkvøðu og tann løg
frøðiligi dómarin hevur 12
atkvøður.
Sostatt merkir tað, at
kemur løgfrøðiligi dómarin
til eina niðurstøðu um eina
revsing, skal hann hava ein
nevning við í sín part.
Men stendur á jøvnum,
1212 verður tann linara
revsingin galdandi, tí tað
skal altíð koma tí ákærda til
góðar.
Verjin
staðfestir,
at
ákærdi er ikki sekur í øllum
tí, sum hann er ákærdur
fyri.
Væl hevði hann fýra
fimm taskur av narkotika í
bilinum, men tað gingu
fleiri dagar, áðrenn hann
visti tað.
Hinvegin játtar hann seg
sekan í, at hava havt næstan
eitt kilo av ekstasypulvuri
og sløk 800 gramm av
amfetamini eftir í Føroyum,
tá ið íslendingarnir fóru av
landinum aftur.
Eitt hent amboð
Hjá ákæranum er ongin ivi
um, at ákærdi er sekur.
Ákærin sigur, at tað er
óhugsandi,
at
íslendsku
smuglararnir hava lagt so
stóra mongd av narkotika í
bilin hjá ákærda, uttan at
hann visti av tí, tí annars
kundu teir ikki tryggja sær,
at alt varð ílagi og uttan at
tryggja sær, at hann ikki
hevði meldað, skuldi hann
sæð evnini.
Ákærin vísti eisini á, at
ákærdi hevði reypað av, at
tey koyrdu runt í Føroya
dýrasta bili.
Annars vísir ákærin á, at
ákærdi hevði hjálpt ísl
endsku smuglarunum alla
tíðina, síðani teir komu til
landið.
Hann hevði bæði hjálpt
teimum at fáa innivist, hann
hevði hjálpt teimum at
útvega pening til umvæling
ar og proviant og hann
hevði hjálpt teimum at fáa
froskmannabúna at kanna
skrúvuna á bátinum við.
Ákærin vísti eisini á fleiri
politifrágreiðingar og út
skriftir úr rættarbókini, har
tað framgongur, at ákærdi
hevur broytt frágreiðing
fleiri ferðir og at hann áður
hevur játtað, at hann visti
um evnini.
Íslendski smuglarin og
ákærdi eru barndómsvinir
og tí hevur íslendski smugl
arin hildið, at ákærdi var
eitt hent amboð í hesum
sambandi, tí hann er ongan
tíð revsaður áður og annars
púra ókendur í narkotika
umhvørvinum.
Àkærin sigur, at tað er
líka revsivert at hjálpa til at
smugla, sum tað er at standa
fyri sjálvari smuglingini,
men ákærdi gjørdi onki fyri
at sleppa av við rúsevnini,
heldur ikki eftir at hann
sjálvur sigur, at hann fekk
at vita um tey.
Tvørturímóti helt hann
fram at hjálpa teimum
Ákærin helt eisini, at tal
an var um so stórar mongd
ir, at talan var um skerpandi
umstøður.
Verjin helt, at tað var onki
prógv, at ákærdi hevði
hjálpt íslendingunum, tí teir
vóru barndómsvinir og at
talan tí var um vanligt hjálp
semi.
Og táið ivi er um, nær
hann visti nakað, eiga nevn
ingarnir at velja tað tryggu
loysnina og ikki døma hann
fyri nakað, hann kanska er
ósekur í.
Í skrivandi løtu, vóru
nevningarnir ikki komnir
til nakra niðurstøðu, men
vit fara at frætta um úrslitið
á www.portal.fo og í Sosial
inum mánadagin.
Lokkaði sín besta vin í óføri
Narkotikamálið, sum nú hevur verið í Føroya Rætti alla vikuna, varð tikið upp til dóms í morgun, men so skjótt sum dómurin er
fallin, frætta vit meiri um tað á www.portal.fo, helst seinni í dag, ella í kvøld og annars verður meiri í Sosialinum mánadagin
Duga ikki nóg væl at brúka trygdarútgerðina
Bátafelagið í Havn skipar í morgin fyri einum tiltaki, har tey fara at vísa fram
bjargingarútgerð og eldsløkkiútgerð. Eisini verður okkurt gott til matna, tey
hava tvíflísar, leskidrykkir, kaffi, te og okkurt gott til børnini. Kartni Olsen,
formaður í Bátafelagnum sigur, at tað vísir seg, at fólk duga ikki nóg væl at
nýta trygdarútgerð, sum neyðrakettir o. a. – Vit skulu minnast til, at tú skalt
duga at nýta útgerðina í myrkri og ringum líkindum. Tað krevur, at tú framm
anundan veitst, hvussu hon skal handfarast, sigur hann. Tiltakið hjá Báta
felagnum verður á Gummibátatænastuni við Hoyvíksvegin í Havn millum kl
10 og 13. Við vera eisini Trygdarmiðstøðin og Tórshavnar Sløkkilið.