Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 • 11. apríl 2008 Vikuskifti 7 - Tað er rætt, sum tú sigur, at krosstjekkingin er týdningarmikil. Tú kanst finna útav, nær onkur er føddur, nær tey eru gift ella konfirmeraði, nær tey eru deyð og so framvegis. Tú kanst samanbera við onnur nøvn, um tú tekur feil av nøvnum, og tað kemur meir enn so fyri. Nógv nøvn ganga aftur, tí fólk eru so samangift og nýta somu nøvn í fleiri húsum – bæði fornavn og eftirnavn. Og aldursmunurin er oftani so stuttur, um tey eru uppkallaði eftir sama abba ella ommu. Eg havi funnið nógvar villur hjá mær sjálvum, og tað er sjálvandi ein av teimum heilt stóru trupulleikunum, tá tú skrivar eina bygdarsøgu, ið fer heilt aftur til 16-1700 talið, sigur Martin Fjallstein. Hann vísir á, at tá er týdningar- mikið at hava fólk at hjálpa sær og sparra við, so tú ikki fert skeivur og av tí sama kemur at fylgja einum skeivum spori. - So er tað hetta at plasera fólk í rætta húsið. Til dømis tá tað bara stendur »ud i Lervig«, hvar er so tað, tí vanliga skilja vit millum minst tríggjar býlingar í bygdini. Og tað er hugaligari at vita, um viðkomandi kemur av Toftanesi, við Garð ella úr Áargarði. Og so er tað tey fólkini, ið hvørva í bygdarmyndini, sum tey sjálvandi eisini gera alla aðrastaðni. Hetta síggja vit millum annað í bókunum hjá Símuni Hansen um Norðoyggjar, sum hava verið mær ein góð hjálp, tí nógvir leirvíkingar giftust tann vegin og øvugt. Nær og hvar fólk doyðu er eitt sovorðið dilemma, tú situr í, og til síðst mást tú stundum bara geva upp og siga við teg sjálvan, at hasi finnur tú ikki aftur og síðani fara víðari til tann næsta, sigur Martin Fjallstein. Sóknast eftir upplýsingum Høvundurin til Leivíkar søgu ótt- ast fyri at koma út við ov nógvum villum og hevur tí brúk fyri hjálp frá teimum, sum møguliga liggja við eini vitan, ið hann ikki hevur. - Hetta, at fólk vilja siga frá, senda mær ein meyl ella ringja til mín og fortelja mær nakað úr ættarsøguni, sum tey vita um. Um tað skal vera, má tað gjarna vera bæði 50, 100 og 200 ár aftur í tíðina, sigur Martin Fjallstein. Hann heldur, at tað býttasta fólk kunnu gera, er at liggja oman á upplýsingum, tí tað er nú og ikki aftaná, at bókin er komin út, at høvundurin hevur brúk fyri teimum. Aftan á er ov seint at vísa á feilir, sum kundu verðið verið avdúkaðir áðrenn útgávuna. - Tað koma neyvan fleiri bygd- arsøgur um Leirvík út í senn. Tí ræður um at fáa hana so neyva sum gjørligt. Tað hjálpir ikki aftan á at vísa mær á allar feilirnar, eg gjørdi, sigur Martin Fjallstein og kemur við einum dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa røttu upplýsingarnar. - So seint sum í morgun sat eg við eini kvinnu, ið kallaðist Katrina Maria, men knappliga sá eg eitt notat einastaðni, at hon varð nevnd Trina. Tá nyttar onki, at eg blívi við at nevna hana Katrina Maria, tí so kennist ongin við hana. So tað er eitt sindur tilvildar­ ligt, um tú finnur útav, hvat við­ komandi persónur verður kallaður fyri at verða kendur aftur? - Ja. Eisini hava vit tey løgnu viðurskifti, at nøvnini eru bara á donskum í kirkjubókum, skriftum og øðrum, meðan vit nýta føroysk orð í gerandismálinum. Tá hevur tú tað dilemma, um tú skalt skriva Jógvan, Joen ella Jon, sum tað mangan stendur. Oftast geri eg tað, at eg skrivi Joen fyrstu ferð og nevni síðani viðkomandi fyri Jógvan tær næstu ferðirnar, perónurin kemur fyri í bókini. Sum bygdarsøguhøvundur sleppur Martin Fjallstein ikki longur aftur, enn kirkjubøkurnar loyva honum, og tær byrja í 1685. Harafturat eru tingbøkurnar frá 1600 talinum góðar at kaga í. Ein roynd, sum Martin Fjallstein hevur gjørt sær, er, at mannalívið tá og nú líkist hvørjum øðrum. - Tá sum nú fóru fólk eisini í song við hvørjum øðrum, áðrenn tey vórðu gift, sjálvt um fatanin av gomlum døgum kanska er, at tað fóru tey ikki, sigur høvundurin og smílist. Spurdur um útgávudagurin av Leirvíkar søgu er ásettur, sigur Martin Fjallstein, at tað er hann ikki. Tó vónar hann, at tað verður um hesa tíðina næsta ár. - Eg vóni, at bókin kann koma út til sólarkaffi í Leirvík um eitt ár. Martin Fjallstein leggur dent á, at um hann ikki er fullvísur í, at bókin um ta tíðina er so røtt, sum tilber, so verður útgávan útsett, til hann kann standa 100 prosent inni fyri øllum innihaldinum. Høvundurin ivast tó ikki í, at tað verður eitt valaverk um Leirvík við nógvum møguleikum fyri uppsløgum, har til ber at finna rættiliga umfatandi tilfar um bygdina tey seinastu trý- fýrahundrað árini. Leirvík er ein av elstu bygdunum í Føroyum, har forngrevstur var fyri skjótt nógvum árum síðani Savnsmynd Martin Fjallstein avmyndaður uttan fyri Føroyahúsið á Vesterbrogade 17 A í Keypmannahavn, har hann starvaðist sum dagligur leiðari í mong ár Mynd: Kári Mikkelsen »Líka sum nú á døgum, fóru fólk fyrr eisini í song við hvørjum øðrum, áðrenn tey vóru gift, sjálvt mong kanska hava ta fatan av gomlum døgum, at slíkt gjørdi man ikki« »Nógvir persónar hvørva í bygdarmyndini, og torført er at finna tey aftur. Stundum mást tú bara geva upp og siga við teg sjálvan, at hasi finnur tú ikki og síðani fara víðari til tann næsta« »Tað er lætt at fara skeivur á persónum, tí nógv eru inngift og hava bæði sama fornavn og eftirnavn. Og tá tey eru uppkallaði eftir sama abba ella ommu, er aldursmunurin oftani sera stuttur. Hetta ger tað uppaftur truplari«