Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 71 - 14. apríl 2008 Ein 15 ára gomul genta gekk í berum trussum í býnum, og ein maður í rullistóli, var so ávirkaður, at hann var ikki koyriførur. Hetta vóru bert tvær av mongu hendingunum, sum løgreglan fór út til um vikuskiftið VakthaVandi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Løgreglan hevur aftur hetta vikuskiftið havt úr at gera av ávirkaðum fólki, sum ikki dugir sær hógv. Heilar fimtan ferðir ringdi fólk til alarmsentralin um vikuskift­ ið um full fólk. Harumframt vóru fleiri fráboðanir til politistøðirnar. Vakthavandi á politistøð­ ini sigur við Sosialin, at døgnrapportirnar síðstu dagarnar er á tremur við smátingum, so sum bardøg­ um, herverki, húsaófriði, ferðsluóhappum og rús­ drekkakoyring. Men tíbetur onki stórmál. ­ Men tað er ótrúliga løgið, at tað eru so nógv fólk, serliga blaðung, sum drekka seg frá sans og samling, so tey enda í óføri, sigur hann. Avdottin úti á vegnum Men tað eru ikki bara ungdómar, sum ikki kenna leiðina heim, tá ballið er buið. So seint sum um midnáttarleitið mánanáttina funnu fólk ein mann fyrst í 40unum, sum lá avdottin hálvt úti á koyribreytini í Bøkjarabrekku í Havn. Løgreglan kom á staðið og koyrdi mannin á Lands­ sjúkrahúsið. Ov fullur til rullistólin Leygarmorgunin um hálv­ gum fimmtíðina varð ein fullur maður í rullistóli koyrdur úr einum vertshúsi í Havn. Men av tí, at ongin vildi kennast við mannin, tíansheldur hjálpa honum heim, varð løgreglan boð­ send. Sløkkiliðið kom á staðið við serútgjørdum bili, og maðurin varð koyrd­ ur á Landssjúkrahúsið. Nakin í býnum Eisini gekk ein bert 15 ára gomul genta í berum truss­ um í býnum. Hon hevði ballast saman við vinkonun­ um, men hevði eftir øllum at døma fingið ov nógv niðurum. Løgreglan tók gentuna upp, og av tí at hon er so ung, vórðu foreldrini boðsend, og frágreiðing skrivað til sosialu myndug­ leikarnar. Børn vitni til húsaófrið Tað er altíð svárt at verða boðsend til húsaófrið, har børn eru til staðar. Tvey børn, 5 og 8 ára gomul, vóru heima, tá tey vaksnu klandraðust somikið ógvus­ liga, at meklari frá løg­ regluni mátti uppí. Innbúgv varð brotið, hóttanir fuku í luftini og enn einaferð mátti staðfestast, at fyllskapur var uppií. Eisini í hesum førinum mátti løgreglan skrivað eina fráboðan til sosialu myndugleikarnar. Talan var um kenningar hjá politinum. Í einum øðrum føri við húsaófriði legði ein ungur maður á verfaðirin. Trý ferðsluóhapp Hósdagin seinnapartin var eitt ferðsluóhapp í Norð­ skálatunlinum. Ein maður var eftir øllum at døma sovnaður við róðrið og rendi inn í tunnilsveggin á mótsettu síðu. Tíbetur var ongin fólkaskaði, men bil­ urin varð vrak. Mikudagin fór eisini ein bilur útav vegnum. Hesaferð niðanav beint áðrenn Skipa­ nes. Tveir bilar rendu eisini saman í krossinum við ljós­ kurvarnar í J. Patursonar Gøtu. Hetta var seinnapartin fríggjadagin. Loystu bátar frá landi Ótangar loystu tveir smá­ bátar frá landi í Havn fríggjakvøldið. Annar við longu bátabrúnna í Vágs­ botni og hin úti við Skála­ trøð. Løgreglan boðsendi manning frá Tórshavnar Havn at fáa bátarnar inn aftur. Ongin er tikin fyri brotsverkini, so løgreglan hoyrir gjarna frá vitnum til tilburðirnar. Seinnapartin fríggjadagin rendu tveir bilar saman við ljóskurvarnar í J. Paturssonar Gøtu í Havn Løgnar hendingar í náttarlívinum Mikudagin fór hesin niðanav beint áðrenn Skipanes