mánadagur 14. apríl 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 14. apríl 2008
3
Ferðafólk fáa minni
viðføri við umborð.
Tollfría sølan skal
flytast niður á
jørðina, og kanska
verða flogførini
málað oftari, so
vindmótstøðan
verður sum minst
FlogFerðsla
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dag um tað setir oljuprís
urin met, og talan er at kalla
um panikkstøðu hjá fleiri
av stóru flogfeløgunum í
heiminum. Millum tað, sum
hevur verið frammi, er, at
Ryanair í vetur setir 20 av
sínum flogførum í hangarin.
Hjá American Airlines hava
tey tikið stikkontaktir úr
wc’unum, eins og onnur
hvør skrellispann er tikin úr
flogførunum, og á fyrsta
klassa sleppa tey ikki long
ur at eta við tungum silvur
bestikki.
Mála oftari
Enn eru líknandi átøk ikki
gjørd hjá Atlantic Airways,
men at tey koma, er eingin
sum helst ivi um.
Vit hava sett ein bólk
við operativum og teknisk
um starvsfólki. Og har
royna vit at endavenda øll
um møguleikum, sum eru,
fyri at minka um olju
nýtsluna, sigur Magni Arge,
stjóri hjá Atlantic Airways.
Og vit meina veruliga
við allar møguleikar. Iva
leyst verður tað so, at ferða
fólk í framtíðini bert sleppa
at taka eitt collie av viðføri
við, áðrenn tey skulu rinda
eykagjald. Kunnu vit spara
nakað av olju við at flúgva
eitt vet seinni, verður hetta
gjørt, og kann vindmótstøð
an minkast, um flogførini
verða málað oftari, gera vit
eisini tað. Snøgt sagt, so
verður hugt eftir hvørjum
einasta smáluti, sum kann
minka um oljunýtsluna.
Í ársfrágreiðingini hjá
okkum fyri seinasta rokn
skapin mæltu vit eisini til,
at tollfría sølan verður skip
að á jørðini í samstarvi við
Vága Floghavn. Kunnu vit
tað, so spara vit vektina av
goymsluni, eins og vit
kunnu hava eitt fólk minni
umborð.
Nær átøkini verða sett í
verk, veit Magni Arge ikki
at siga fyri vist, men nøkur
teirra verða sett í verk um
heilt stutta tíð, sigur hann.
Tvífaldaður í trý ár
Eitt er, at tíðarandin í nógv
størri mun setir umhvørv
iskrøv. Ikki minst til flog
ferðslu, ið er ein ógvuliga
krevjandi háttur at flyta
ferðafólk uppá.
Annað er, at oljuprísurin
í dag er størsta hóttanin
móti
flogfeløgum
kring
allan heim.
Við teirri ferð, sum olju
prísurin veksur, er hetta so
nógv tað størsta vandamálið
hjá okkum á rakstrarsíðuni.
Bara tey trý seinastu árini
er
útreiðsluparturin
hjá
oljuni tvífaldaður hjá okk
um, soleiðis at hetta í dag
er 25% av samlaðu rakstr
arútreiðslunum,
sigur
Magni Arge.
Og hann leggur dent á, at
hetta er nakað, sum øll
mugu fyrihalda seg til.
Bæði við atliti til umhvørvið
og búskapin.
Oljuprísurin og olju
nýtslan er nakað, sum alt
samfelagið má fyrihalda
seg til. Hvørt virki og hvørt
húsarhald
upplivur
ein
útreiðsluvøkstur í hesum,
og innflutningstølini fyri
olju eru heilt óhugnalig
seinastu árini. So antin
mugu vit finna olju, ella
eisini mugu vit finna útav,
hvussu vit kunnu nýta
alternativar orkukeldur. Tí
sum samfelag megna vit
ikki at halda fast um
vælferðina, um vit bara
halda fram, sum var einki
hent, sigur Magni Arge.
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727
Eydnjast tað at flyta tollfríu søluna niður á jørðina, minkar hetta um vektina á flogfarinum, sum tá onga goymslu skal hava
umborð, eins og eitt starvsfólk eisini verður minni umborð
Leita við lykt
eftir sparingum