Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 71 - 14. apríl 2008 tíðindi GENTUBÓLKUR Tíðindaskriv Asta Højgaard, Ragnhild Dam, Lillian Dalsgaard, Vígdis Fjallstein og Jónvá Ellingsgaard. Hesar fimm ungu kvinnurnar mynda nýggja bólkin, sum er so nýggjur, at hann ikki hevur fingið eitt navn enn! Tær eru í aldrinum 17 – 21 ár, og ættaðar úr snøgt sagt øllum Føroyum. Vígdis er úr Norðskála, Ragnhild og Jónvá eru úr Havn, Asta er úr Klaksvík og Lillian er av Sandoynni. - Tað var ikki lætt at velja genturnar út, tí so nógvar av teimum, ið komu til upptøkuroynd, høvdu talent, sigur Eyðfinn Jensen, annar av stigtakarunum. - Men vit eru ótrúliga glaðir fyri hesar fimm super dugnaligu genturnar, og bólkurin livir upp til allar okkara dreymir, sigur hin stigtakarin, Kári Jacobsen, vælnøgdur. Genturnar eru longu farnar í gongd við at venja, læra seg løg o.a. Nú liggur nógv hart arbeiði fyri framman. Men tær fimm eru øgiliga spentar og glaðar fyri at júst tær komu í bólkin. Genturnar funnar til tónleika- bólkin Tær fimm í nýggja gentubólkinum eru: Ragnhild Dam, Vígdis Fjallstein, Asta Højgaard, Lillian Dalsgaard og Jónvá Ellingsgaard Hósdagin kom ein nýggj AW 139 tyrla í flotan hjá Atlantic Airways á verksmiðjuni AugustaWestland uttan fyri Milano í Italia FLOGFERÐSLA Eirikur Lindenskov - Roynist tyrlan væl, er hugsandi, at Atlantic Airways sum frálíður fer at skifta út væl kendu Bell tyrlurnar við AW 139 tyrlur,” sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Hendan AW 139 tyrlan telist millum tær mest framkomnu yvirhøvur. Far- ið varð undir framleiðsluna fyri fáum árum síðani. Tyrlan hjá Atlantic Airways var nummar 129 í røðini. Nógv verður spurt eftir hesum slagnum av tyrlum, og verksmiðjan hevur fulla ordrabók til 2011. AW 139 er sera væl umtókt í frálandavinnuni. Fleiri oljufeløg eru farin at seta strangari krøv til tyrluflutning. AW 139 er millum tær tyrlurnar, sum feløgini viðurkenna, tí hon hevur so stóra motororku og gott pláss umborð. Tyrlan flytur 15 ferðafólk, men í frálandavinnuni verða sum oftast flogið við 12 fólkum í senn. AW 139 er eisini væl umtókt sum bjargingartyrla. Tyrlan er rúmlig at arbeiða í, hevur stóra motororku og flýgur skjótt og langt. Í Bretlandi, Írlandi og Noregi eru gjørdir fleiri sáttmálar um at nýta AW 139 tyrlur til leiting og bjarging. Í grannalondunum fyri vestan er áhugin fyri hesi tyrluni stórur. Air Greenland hevur gjørt fyribilssáttmála um fýra tyrlur, og íslendingar hava eisini áhuga fyri tyrluni til leiting og bjarging. Mekanikarar hjá Atlantic Airways hava verið á skúlabonki í Italia, og í løtuni eru eisini flogmenn hjá felagnum í Milano, har teir skulu venja seg at flúgva við nýggju tyrluni. Magni Arge sigur, at Atlantsflog miðar eftir at flyta tyrluna heim til Føroya síðst í apríl, men steðgurin kann gerast stuttur, tí útlit eru til at fáa tyrluna í rakstur uttan fyri Føroyar longu tíðliga í summar. Við í ferðalagnum, sum tók ímóti tyrluni á verk- smiðjuni í Milano, vóru eisini umboð fyri fiski- málaráðið og MRCC, sum kunnaðu seg um nýggju tyrluna. Atlantsflog keypt tyrlu til 15 ferðafólk Nýggja tyrlan hjá Atlantsflog tekur 15 ferðafólk. Men tað er væl hugsandi, at tyrlan verður nýtt í rakstri uttan fyri Føroyar Ê -  9 ,   Ê  1 Ê 7  / , Leiðari til deildina hjá Smyril Blue Water í Tórshavn Um hetta passar til tín persón, so kunnu vit bjóða tær eitt avbjóðandi starv við einum dynamiskum gerandisdegi í okkara spennandi speditión – og shippingfyritøku. Smyril Blue Water setur trivnaðin hjá starvsfólkunum høgt og samstarv er grundarlagið í okkara gerandisdegi. Tú verður leiðari hjá 16 dugnaligum starvsfólkum. Vit ynskja, at tú hevur leiðsluroyndir, at tú dugir at brúka tínar persónligu eginleikar og royndir til at seta ting í verk, og at fylgja upp uppá tey. Høvuðsuppgávurnar eru m.a.: Framhaldandi menning av farmaleiðini ímillum • Føroyar og Europa At Smyril Blue Water gerst eitt spennandi og • dynamiskt arbeiðspláss At hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum á • skrivstovuni At luttaka í sølufremjandi messum og tiltøkum • At umsita rakstrarætlan og enda rokniskap • Vit bjóða: Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv • Luttøku í leiðslubólkinum, har víst verður til • stjóran í fyritøkuni Fakligar og persónligar avbjóðingar • Góðar starvstreytir og aðrar ágóðar • Fríðan bil • Starvið verður at seta skjótast tilber. Umsøknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21.04.2008. Umsøknin skal sendast til: Smyril Line pf. J. Broncksgøta 37 FO-110 Tórshavn Att: Andras Róin Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bent Rasmussen, stjóra, á +45 40702156 ella teldupostadressu: bra@sbwcargo.dk. Smyril Blue Water bleiv í 2005 stovnað sum eitt joint venture ímillum Smyril Line og Blue Water; felagið hevur høvuðssætið í Tórshavn. Umframt skrivstovuna í Tórshavn, hevur felagið skrivstovu í Hanstholm og á Seyðisfirði í Íslandi. Ert tú ein liðspælari? ¾ Dugir tú at skapa framburð og góð ¾ úrslit? Dugir tú at skapa íblástur og trivna hjá ¾ tínum starvsfólki? Smyril Blue Water I www.smyrilbluewater.fo I tlf. 309 600 Nýtt! Elektroniskt kotulás Ver tryggur við einum elektroniskum lási frá okkum. Heilt nýggj og øðrvísi lás! Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini (1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar. Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu. Kann eisini fáast við alarmskipan. Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo Lásini fáast eisini til fingraavtrykk! 36 gentur komu til upptøkuroynd – nú eru fimm av teimum valdar út. Harvið hevur ein spildurnýggjur, føroyskur tóneikabólkur sæð dagsins ljós. Nú verða nøvnini á gentunum almannakunngjørd