Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 71 - 14. apríl 2008 Tað segði Frithleif Olsen, nevndar­ formaður í Eik, tá bankin fríggjadagin helt aðalfund AÐALFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Vit, sum varða av Eik Banka, kunnu í dag gera status yvir árið 2007. Vit mugu ásanna, at talan var um eitt sera hendingaríkt ár - uttan iva tað hendingarík- asta í søguni hjá Eik Banka, segði Frithleif Olsen. Eitt er, at úrslitið fyri árið var metgott, og at partaeig- ararnir kunnu fegnast um, at partapeningurin er rent- aður sera væl. Annað er, at bankin gjøgnum eina røð av uppkeypum hevur vunn- ið sær eina sera sterka stra- tegiska støðu - bæði á før- oyska og danska marknað- inum. Her verður serliga hugsað um keypið av virk- seminum hjá Kaupthing Bank í Føroyum og keypið av SkandiaBanken í Danmark. - Við keypinum av Kaup- thing fingu vit atgongd til enn fleiri sera dugnalig starvsfólk og kundu í einum vinna okkum fleiri fet fram á økjum sum t.d. ognarrøkt og íløgubankavirksemi. Harumframt tóku vit okkum eisini væl fram, serliga innan vinnulívsfíggingar og projektfíggingar her í landinum, segði Frithleif Olsen. Tað er ikki á hvørjum ári, at ein føroyskur banki keypir tveir bankar, men 2007 bjóðaði upp á so nógv annað í Eik-samanhangi. - Bankin varð børsskrá- settur á tveimum virðis- brævamarknaðum, vit hækkaðu kapitalin, bankin gjørdist ársins virki og »Bank of the Year«, og - ikki at gloyma - vit hátíðar- hildu 175 ára stovningarárið hjá Eik. Í stórum var 2007 eitt sera gott ár, og vit fegn- ast um, at øll í samtakinum gjørdu ein stóran og góðan innsats, segði Frithleif Olsen, nevndarformaður. Góð útlit Og útlitini fyri árið í ár eru góð, staðfesti nevndarfor- maðurin. Virksemið í bankanum er nógv økt í farna árinum, bæði her heima í Føroyum og í Danmark. Í Danmark er serliga privatkundaøkið vaksið við keypinum av Skandia- Banken, og í Føroyum er vinnukundaøkið økt við keypinum av virkseminum hjá Kaupthing Bank í Føroyum. - Eik Banki hevur fram- haldandi sum mál at økja og víðka um virksemið uttan- lands til tess at økja um inntøkurnar og spjaða váðan. Hetta styrkir eisini Eik munandi á heima- marknaðinum, við at fáa størri íblástur uttaneftir, sum kann nýtast til gagns fyri okkara kundar í Føroyum, segði Frithleif Olsen. Føroyski og danski búskapirnir eru sterkir og grundleggjandi sunnir, og teir hava sýnt stóran búskaparligan vøkstur seinnu árini. Men sera lága arbeiðsloysið í løtuni og stóru óvissurnar á fíggjar- marknaðunum fara helst at tálma vøkstrinum í ár, metir nevndarformaðurin. Við støði í hesum metir Eik-samtakið, at úrslitið áðrenn virðisjavnan, burtur- leggingar og skatt verður 335 milliónir móti 310 milliónum krónum í 2007. Nevndin skjeyt upp, at vinningsbýtið verður sett til 10 krónur fyri hvørt partabræv. Hetta er tvífalt so nógv sum árið framman undan. 10 krónur fyri hvørt partabrævið svarar til 20,6% av ársúrslitinum móti 14,2% í 2006. Børsskráseting Upprunaliga ætlaði Eik Banki bert at lata seg skráseta á VMF-markn- aðinum á OMX Nordic Exchange í Íslandi, men fyri at røkka fleiri áhug- aðum íleggjarum og fyri at stuðla undir vaksandi virksemið á danska markn- aðinum, tók nevndin í Eik Banka seinast í apríl 2007 avgerð um at tvískráseta bankan á virðisbræva- marknaðinum í Keyp- mannahavn og í Íslandi. Í sambandi við børs- skrásetingina nýtti Eik Banki høvið at hækka partapeningin við 578 milliónum krónum, at nýta til keypið av SkandiaBanken í Danmark. Tað hevði neyv- an verið møguligt at útvega so nógvan partapening í einum, um ikki børsskrá- setingin lá í kortunum. so kapitalhækkingin var eitt greitt dømi um fyrimunirnar at vera ein børsskrásett fyritøka. Børsskrásetingin ber í sær, at talið av partaeigarum er skiftandi, men við ársenda í fjør hevði Eik Banki 10.728 navnaskrá- settar partaeigarar í 26 londum. Hetta er ein vøkstur upp á 869 parta- eigarar ella 8,8% saman- borið við ársenda 2006. 92,4% eru navnaskrásettir partaeigarar, meðan 7,6% ikki eru navnaskrásettir. Við ársenda var bert ein partaeigari, ið hevði frá- boðað, at hann átti meiri enn 5% av partapeninginum. Hetta er Eik Grunnurin, ið við ársenda átti 51,8%. Miðal umsetningurin um dagin í Eik-partabrøvum hevur í 2007 verið umleið 5.900 partabrøv svarandi til 3,8 milliónir krónur. Av tí samlaða parta- peninginum, íroknað Eik Grunnin og egin partabrøv, eru umleið 74% ogn hjá føroyskum íleggjarum og 19% á útlendskum hondum. Restina – 7% - eiga ikki navngivnir partaeigarar. Frithleif Olsen nevndi eisini, at tað starvast stívliga 400 fólk í Eik-samtakinum. Í Eik í Føroyum starvast 280 fólk, í Eik í Danmark starvast 110 og í húsamekl- arafelagnum Inni starvast 7 fólk. Val av nevnd var eisini fyri, og fyri vali stóðu Odd A. Bjellvåg, næstformaður, og Petur Hammer. Teir vóru báðir afturvaldir. Eisini svarvsfólkaumboðini eru vald, og Tórmund Joensen, Rakul Dam og Gert Langgaard vórðu afturvald, meðan Fía Selma Nielsen er nývald. Nevndin hevur skipað seg við Frithleif Olsen sum formanni og Odd A. Bjell- våg sum næstformanni. Hendingaríkasta árið nakrantíð Væl av fólki var møtt til aðalfundin hjá Eik Banka Mynd: Jens Kristian Vang Frithleif Olsen heldur fram sum nevndarformaður Mynd: Jens Kristian Vang Bjargaður hvalur doyði Ein bóghvítuhvalur svam seg tíðliga leygarmorgunin á land í Klaksvík. Av tí at allur hvalur uttan grindahvalur og spring- ari er friðaður, sendi sýslumaðurin boð eftir djóralækna í staðin fyri at loyva grindamonnum at drepa hann. Djóra- læknin metti hvalin hava tað fínt, og saman við nógvum góðum monnum, fekk hann vent hvalinum og hjálpt honum til havs aftur. Hann sá út til at seta ferð á úteftir. Men sunnudagin kom ein deyður bóghvítuhvalur rekandi inn á Klaksvík, og hildi verður at talan er um sama hval. Al Gore skýggjar allar fjølmiðlar Tað er ikki bara í Føroyum, at fjølmiðlarnir argast inn á Al Gore. Why Does Al Gore Hate The Press? spyr vinnublaðið, Silicon Alley Insider. Fyrrverandi amerikanski varaforseting vitjaði fríggjadagin í San Fransisco í samband við eina trygdarráðstevnu. Men eingin fjølmiðlar fingu at vita, hvat gekk fyri seg, tí fjølmiðlarnir fingu onga atgongd. Amerikanska vinnublaðið sigur seg ikki skilja, hví Al Gore ikki vil hava boðskapin út, men staðfestir, at hetta er ikki fyrstu ferð, at hann ikki vil samstarva við fjølmiðlar.