mánadagur 14. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 71 - 14. apríl 2008
Á hvørjum ári ger
Intrum Justitia
gjaldsindex í fleiri enn
20 londum í Europa.
Endamálið við hesum
er at geva eitt yvirlit
yvir gjaldsmynstur í
ymiskum londum
GJALDSMYNSTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eisini er møguligt at síggja
mun á ymiskum vinnum og
samanbera við somu vinnur
í øðrum londum.
Gjaldsindexið kann tí
nýtast sum eitt ávaring
arsignal í tíni fyritøku, so tú
í góðari tíð kann taka rætta
avgerð og umganga tap av
peningi.
Tí meta vit, at tað er
týdningarmikið fyri før
oyskar fyritøkur at vera við
í hesi kanning.
Í fjørð var fyrstu ferð, at
European Payment Index
varð gjørd í Føroyum, sigur
Jákup Jensen.
Undirtøkan var stór og
fleiri enn 100 fyritøkur
vóru við.
Allar fyritøkur, sum svara
spurningunum,
fáa
eitt
eintak av kanningini og
blíva bodnar við til fundin
seinni í ár, har frágreiðingin
verður framløgd.
Allir upplýsingar, sum
vit fáa, verða nýttir í
strongum trúnaði og einans
til hagfrøðisligt endamál.
Allir
upplýsingar
verða
strikaðir so skjótt sum tann
hagfrøðisliga
analysan
verður gjørd, sigur Jákup
Jensen, stjóri í Intrum
Føroyar.
Ávaring til fyritøkur
Hettar er aðru ferð, at Intrum Føroyar letur
eina kanning gera av gjaldsmynstrinum í
Føroyum
- Skulu vit hava
fíggjarliga haldbærar
kommunur, verður
helst neyðugt at leggja
kommunur saman við
lóg, sigur formaðurin
í Búskaparráðnum,
Jørn Astrup Hansen
KOMMUNUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Sosialurin og Rás2
Tá Búskaparráðið í síðstu
viku kom við sínum tilmæli
um eina útjavningarskipan,
tók tað støði í samgongu
sáttmálanum sum sigur, at
innan eina passaliga tíð
skulu gerast størri komm
unalar eindir og at uppgávur
skulu leggjast út á komm
unurnar.
Hetta
fyri
at
tryggja eitt eins tænastu
støði kring alt landið.
Vit meina, at tað er ikki
nóg
mikið
við
størri
kommunalum eindum. Vit
meta eisini tað verður
neyðugt við einari útjavning
millum
kommunurnar,
sigur Jørn Astrup Hansen.
Tað er ikki nóg mikið at
leggja Sandoy og Suðuroy
saman, har mugu pengar
fylgja við. Annars ber ikki
til hjá teimum at lyfta, eins
og Tórshavn kann. Tað
hevði verið gott at fingið
eitt kjak um evnið, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Og tað hevur tað fyri so
vítt longu gjørt, tí Heðin
Mortensen hevur funnist
hvassliga at uppskotinum
hjá Búskaparráðnum.
Eg haldi ikki, at Heðin
Mortensen brýggjar seg um
úrslitið. Eg havi ikki hoyrt
hann sagt nakað beinleiðis
ímóti sjálvari skipanini.
Sjálvandi kann skipanin
varierast, men vit hava valt
eina
ógvuliga
einfalda
skipan. At Heðin Mortensen
so ikki líkar úrslitið er væl
skiljandi, tí Havnin vil altíð
verða nettogevari, og at
Heðin Mortensen ikki líkar
tað, kann man ikki siga
hann ringan fyri, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Ov lítið og ov seint
Formaðuri í Búskaparráð
num heldur, at vit verða
noydd at spyrja okkum
sjálvi, um vit vilja hava
eina tvístreingjaða skipan,
tí so verður neyðugt at
tryggja landspolitiskt, at
man hevur kommunur, sum
kunnu taka ímóti upp
gávunum.
Vit hava skotið upp eina
einfalda skipan, sum er
kend frá londunum uttanum
okkum, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Hann heldur ikki, at tað
hevur hepnast nakað serligt
at
leggja
kommunurnar
saman.
Higartil eru vit bara
komnir niður á nakrar og
30 kommunur, og tað er alt
ov nógv. Samanleggingarnar
eru alt ov tilvildarligar og
hava tikið alt ov langa tíð.
Eg vil siga, at meina vit
nakað
við
arbeiðsbýtð
millum land og kommunur,
verður neyðugt at tryggja,
at vit fáa nakrar burðar
dyggar kommunalar eindir.
Og tað hendir ikki av sær
sjálvum. Har má lóggevast
á økinum, eri eg sannførdur
um, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Hann sigur, at talan
verður automatiskt um eina
ávísa útjavning, tá tvær
ólíkar kommunur leggja
saman. Tað er eftirverandi
útjavningin, sum má regu
lerast við einari millum
kommunalari útjavningar
skipan.
Búsetingarmynstrið
í
Føryum er so, at 40% av
fólkinum býr í Havn, og so
eru 60% eftir at flyta runt
við. Skulu kommunurnar
gerast fíggjarliga støðugar
er neyðugt at talið kemur
niður á 7 kommunur.
Ynskja føroyingar at
leggja náttúrligar komm
unalar
uppgávur
út
á
kommunurnar,
verður
neyðugt, at hesar gerast
fíggjarliga so sterkar, at tær
megna
at
taka
hesar
uppgávur á seg, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Neyðugt at lóggeva
Sambært formanninum
í Búskaparráðnum,
Jørn Astrup Hansen,
verður neyðugt at leggja
kommunur saman við lóg
Krabbameinsfelag bíðar í spenningi
Í morgin verður fíggjarlógin løgd fram fyri Løgtingið. Og spenningur er sjálvandi um,
hvussu pengarnir verða býttir út. Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabba
meini sigur seg vóna, at ætlaða krabbameinsætlanin hjá farnu samgongu verður raðfest og
pengar settir av til ein samskipara, ið burturav verður knýttur at hesum arbeiði. Ætlanin var
at arbeiðsbólkur skuldi gera eina heildarætlan fyri krabbameinsviðgerð í Føroyum. Men av
tí at val varð útskrivað, kom stegður í, og nú vónar formaðurin í Føroya Felag Móti
Krabbameini, at ætlanin fer at síggjast aftur í nýggju fíggjarlógini.