mánadagur 14. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 71 - 14. apríl 2008
Í hesum døgum fáa
14 føroysk børn, sum
hava trupulleikar við
at stýra kroppinum,
serliga venjing á
royndarverkæltan á
Klaksvíkar Sjúkrahú
si. Fyriskiparnir vóna
at hetta kann verða
eitt fast tilboð í Før
oyum í staðin fyri at
senda børn av landi
num
Børn og ung
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Seinastu 10 til 15 árini hev
ur tað almenna fíggjað før
oyskum børnum dýrar túrar
til Skotlands og Svøríki til
sokallaða
Petø
venjing.
Men sum ein royndarætlan
verður í hesum døgum skip
að fyri venjingarskeiði í
Føroyum. Fyriskiparnir eru
føroyska
Anna
Maria
Antonioussen og ungarska
Andrea Udvary Sabroe,
Uppvenjing fyri brekað børn
Aron er sjey ár og er spastiskur í aðrari
síðuni. Hann gongur í fyrsta flokki
í Eysturskúlanum, og sum hjálp til
kropsligu veikleikarnar gongur hann til
fysioterapeut eina ferð um vikuna og til
ríðing eina ferð um vikuna.
Mamman, Rannvá av Húsabrúgv, letur
væl at venjingini, men hon er eisini
strævin.
- Hann er í skúla í Havn um morgunin og
til venjing her í Klaksvík seinnapartin, og
tað er ikki bara lætt. Men tað hevur verið
alt stríðið vert. Tí eg síggi, at tað ger mun.
Vinstra hond er nógv meira avslappað nú,
og hann fær brúkt hana.
Aron situr og venur armstyrki og javnvág
við einum pinni, vil vinstra hond ikki
ordiliga akta. Men hann blívur við, inntil
hann heldur fast um pinnin við báðum
hondum. Og so koyrir hann pinnin
spakuliga men snórabeint uppeftir. Fyrst
upp til nøsina, síðani heilt upp um høvd
og so aftur um ryggin.
Aron er ein blíður og lívligur drongur,
og hann setur futt í hini børnini. Hann
hugsar ikki nógv um sín veikleika, men
hann hevur brúk fyri at styrkja sína
spastisku síðu, og Rannvá av Húsabrúgv
sigur, at um hetta verður eitt fast føroyskt
tilboð, fer hon avgjørt at gera brúk av tí.
Ger
nógvan
mun
Børnini síggja út til
at stuttleika sær og
foreldrini lata væl at
venjingarskeiðnum
hjá Annu Mariu
Anthoniussen.
Sonurin tímir nógv
betri, nú tað gongur
fyri seg í einum
føroyskum umhvør
vi, og hann fær nógv
meira burtur úr,
sigur ein mamma.
Tøva, seyma og mála í Fuglafirði
Tey, ið kundu hugsa sær at lært gamla hondverkið tøving, og tey, sum hava áhuga í
seyming og máling, fáa nú høvi at royna seg í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er
triðja árið á rað, at húsið verður karmur um skapandi skeiðini, sum tær tríggjar, Unn E.
Petersen, Randi M. Gunnarsdóttir og Odvør á Lakjuni, skipa fyri. Skeiðini undanfarin ár
hava verið so væl umtókt, at fyrireikararnir nú hava valt, at hava tað í trimum umførum,
soleiðis at pláss verður fyri fleiri luttakarum. Fyrsta umfar verður í døgunum 2.4. mei.
Skeiðið endar við framsýning, har luttakarar kunnu sína fram tað, sum tey hava latið úr
hondum hesar dagarnar. Í góðveðrinum í fjør var framsýningin flutt út á torgið við
Mentanarhúsið, og var hon sera væl vitjað.
Anna Maria Antoniussen og Andrea Udvardy Sabroe ynskja at geva føroyskum børnum við breki at fáa endurvenjingar í Føroyum eftir serliga ungarska Petø
venjingarháttinum