Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 71 - 14. apríl 2008 - nú í Føroyum sum er donskt gift og bú­sit­ andi í Danmark. Hugsjónin handan Petø læringina er, at um børnini læra at vilja og at trú­gva at tey kunnu, so eru menning­ armøguleikarnar stórir. ­ Tað er týdningarmikið, at børnini skilja, at eg kann og eg vil. Vit, sum eru um tey, skulu vísa teimum, men ikki hjálpa teimum og taka synd í teimum. Tað kunnu tey ikki brú­ka til nakað, sigur Anna Maria Anthonius­ sen, sum er í holt við at ú­tbú­gva seg til Petø instruk­ tør. Andrea Udvardy Sabroe sigur, at Petø byggir á eina heildarfatan av barninium, har dentur verður lagdur á læring heldur enn venjing. ­ Vit leggja als ikki dent á trupulleikan, men hyggja eftir tí heila menniskjanum og tað potentiali, sum tað hevur, greiðir Andrea Udvardy Sabroe frá. Hon sær stórar fyrimunir í at hava ein føroyskan Petø stovn, tí í dag brú­ka myndug­ leikarnir nógvar pengar at senda børn uttanlands til hesa viðgerð. Og verður til­ boðið tøkt í Føroyum, høv­ du enn fleiri gjørt nýtslu av tí. Sangur og spæl Í einum lítlum venjingarhøli á Klaksvíkar Sjú­krahú­si hava 14 børn seinastu tvær vikur­ nar fingið intensiva kropsliga venjing. Um morgunin eru børn undir skú­laaldur og seinnapartin børn í skú­laaldri. Eitt foreldur ella stuðul er inni við til venjing, meðan hini sita í einum øðrum rú­mi og fylgja við í sjónvarpi. Og venjingin líkist spæli. Andrea Udvardy Sabroe dan­ sar og syngur fyri børnunum, og tey sita við stórum smíl­ um og bíða, um tað nú­ er teirra tú­rur at verða nomin við. Hon syngur um djórini í frumskóginum og nertur við børnini fyri at vekja teirra áhuga og gera tey klár til venjing. So at siga øll børn­ ini eru við, og onkur situr í skellilátri alla tíðina. Bæði Anna Maria Antoni­ ussen og Andrea Udvard Sabroe eru væl nøgdar við tær fyrstu tvær vikurnar av skeiðnum. ­ Skeiðið er sera intensivt, børnini venja tríggjar tímar hvønn dag í ein mánað, og fyri tey, sum ikki eru von við tað, kann tað tykjast eitt sind­ ur ógvusligt. Men tað hevur gingið ótrú­liga væl, og øll tykjast væl nøgd, sigur Anna Maria Antoniussen. ­ Tað er nógv spæl og sang­ ur, tí tað snýr seg um at motiv­ era børnini til sjálvi at klára tingini. Og vit geva okkum góða tíð, tí børnini skulu merkja sínar egnu vøddar og merkja kroppin. ­ Vit vænta nógv av børn­ unum, men vit seta ikki ómøgulig mál, sigur Andrea Udvary Sabroe. Tað snýr seg um at eggja og geva hug og mót. Greið visión Anna Maria Anthoniussen arbeiðir sum leiðari á Dag­ stovninum í Hoyvík, men hevur tikið sær tveir mánað­ ar orlov til at fyriskipa, undirvísa og venja við børn­ unum í Klaksvík. Og hon vónar at hetta royndarskeiðið er byrjanin á eini tilgongd, sum kann enda við einum føroyskum Petø stovni. ­ Síðani eg kom at kenna til Petøvenjingina í samband við, at eg var stuðul hjá gentu, sum fekk hesa venj­ ing, havi eg altíð verið hugtik­ in av hugsjónini. Í 1999 var eg í Skotlandi við gentuni, sum eg var stuðul hjá, og síðani havi eg arbeitt við tí í fimm ár og tikið ú­tbú­gvinina sum Petø lærari. Hetta er ein fýra ára ú­tbú­gv­ ing, og Anna Maria Anthoni­ ussen manglar bara at skriva spesiali. Krøvini til hvør kann undirvísa og venja í Petø eru strong, og tí er ungarska Andrea Udvardy Sabroe eisini við. ­ Dreymurin er, at vit kun­ nu seta á stovn ein Petø stovn í Føroyum, har børn kunnu fáa hjálp og stuðul til veruliga at menna seg, sigur Anna Maria Anthoniussen. Ikki sjúkraviðgerð Tað eru ikki øll børn, sum fáa gagn av Petø. Venjingin er serliga ætlað børnum og ungum, har samskifti mill­ um kropp og heila ikki virk­ ar, sum tað skal. Tað vil siga, at børnini skulu hava vøddastyrki, men bara ikki duga at brú­ka hana ella stý­ ra henni. Anna Maria Antoniussen leggur dent á, at Petø fyrst og fremst eru læring, ikki venjing. ­ Hóast vit venja nógv, so snýr tað seg fyrst og fremst um at læra barnið at tað kann brú­ka kroppin og læra heilan at stýra kroppinum. Petø hugtakið er ú­r Ung­ arn, og har kallað tey tað ein pedagogik. Í Englandi, sum var undangonguland í Vestureuropa, kallað tey tað Conductive Education, leiðandi læring. Lærutil­ gongdin er í fokus, har eins­ taka barnið skal læra seg at skapa samband millum hei­ la og vøddar. Petø stovnar eru í Englan­ di, Svøríki og Noregi, og alla staðni verður samstarva við heilsuverki. Men stovn­ arnar eru ikki partar av sjú­krahú­sverkinum. ­ Hetta er ikki sjú­kravið­ gerð ella fysioterapi. Vit brú­ka kropsliga venjing saman við pedagogikki og læring, og tí er hetta meira enn ein sjú­kraviðgerð, sigur Andrea Udvardy Sabroe. Anna Maria Antoniussen sigur, at tað besta hevði ver­ ið, um ein føroyskur Petø­ stovnur lá atskildur frá heilsuverkinum. ­ Vit kunnu samstarva og fleiri av børnunum brú­ka eisi­ ni heilsuverki regluliga, men tað besta hevði verið hølir, sum ikki lógu inni á einum sjú­krahú­si. Julian er átta ár og býr í Havn. Hann hevur roynt Petø venjingar fyrr. Fimm ferðir hevur hann verið í Svøríki til uppvenjing. Julian hevur trupulleikar við javnvágini. Mamman, Finnløg Kjær, sigur, at tey hava øgiliga góðar royndir við Petø. Julian hevði eisini niðursetta vøddastyrki, men hendan trupulleika hevur hann vunnið á. Nú er bara javnvágin eftir. - Føroyska venjingin er minst líka góð sum tann svenska. Og seinastu fjúrtan dagarnir hava givið Julian ótrúliga nógv, tí venjingin hevur verið so intensiv. Hann tímir eisini ordiliga væl, tí hann merkir, at tað hjálpir. Julian situr pinnastillur og lurtar, meðan Anna Maria Antoniussen greiðir frá. Hann ætlar sær ikki at missa nakað av tí, sum gongur fyri seg. Tá hann og Aron fáa serskilda venjing í øðrum rúmi, vilja teir hava mammurnar vekk. Hetta skulu teir klára sjálvir. Mamma Julian, Finnløg Kjær, heldur, at tað er ein stórur fyrimunur, at venjingin fer fram í føroyskum umvhørvi. - Tað er skjótt til, at mann fer skeivt av hvørjum øðrum, tá mann ikki heilt skilir hitt málið. Og børnini eru nógv tryggari, tá øll hini tosa sama mál sum tey. Karla úr Runavík er fýra ár og spastisk í aðrari síðuni. Hon er eineggjaður tvíburður, men systur hennara hevur ongar kropsligar trupulleikar. Mamman, Andriása Sínunardóttir, sigur, at Karla ikki fær nakra venjing í gerandisdegnum, men um Petø venjingin var eitt fast tilboð í Føroyum, hevði hon avgjørt gjørt brúk av tí, tí Karla hevur fingið nógv burtur úr hesar báðar vikurnar Bankar fáa hjálp Tað stóra virðisfallið á íslendsku krónuni herfyri fekk fólk at stú­ra fyri støðuni hjá teimum íslendsku bankunum, og spurt varð, um stjórnin er sinnað at tryggja bankarnar. Berlingske Tidende hevur sett Ingibjörg Sólrú­n Gísladóttir, uttanríkisráðharra hendan spurning, og svarið er, at stjórnin fer at hjálpa øllum íslendskum bankum, sum kunnu fáa tørv á hjálp. Sjálv er hon sinnað at veita bankunum stuðul beinleiðis ú­r ríkiskassanum. Professor András Petö varð føddur í Ungarn í 1893 og mennti í 1930unum Petø­ læruháttin. Í 1952 stovnsetti hann ungarska lærustovnin, The National Institute of Motor Therapy. Men av tí at Ungarn var avskorið frá vesturheiminum undir kal­ da krígnum náddi hesin venjingarháttur ikki okkara grannalond fyrr enn seinast í 1980unum.