Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 71 - 14. apríl 2008 Hvørt ár brúkar tað almenna milliónir uppá at senda foreldur og børn uttanlands til upp­ venj­ingar, men nú fer møguliga at bera til at fáa somu tilboð her heima Børn og ung Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Royndarverkætlanin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eitt úrslit av rehabiliteringsálitinum, sum arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm seinasta ár. Jona Nielsen, fyristøðu­ kvinna á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi, greiðir frá, at sjúkra­ húsini vórðu spurd um tey kundu hýsa venjingini, og bara Klaksvíkar Sjúkrahús játtaði. ­ Síðani seinasta summar hava vit arbeitt við ætlanini, og nú er royndarskeiðið so byrjað og skal koyra í fýra vikur, sigur Jona Nielsen. Ætlanin var at eini 10­12 børn skuldu vera við, men av tí at áhugin var so stórur, endaði tað við 14 børnum. Og tá er bara ein avmarkaður bólkur bjóðaður við. Skal eftirmetast Henda dagin Sosialurin vitjaði vóru eisini vitjandi úr bæði Almanna­ og Heilsu­ málaráðnum, Almannstov­ uni og Sernámsdeplinum. Eyðvør Mortensen frá Almannastovuni og Oyvindur av Skarði frá Stuðulsfólkaskipanini, sum liggur undir Almannastov­ uni, greiða frá, at á hvørjum ári verða á leið 10 børn send av landinum til slíkar venjingar. ­ Vit meta, at um hetta var eitt tilboð í Føroyum, so høvdu á leið 40­50 føroysk børn kunnað fingið stóra gleði av tí. Og tað hevði ikki verið nógv dýrari enn í dag, tí tað kostar nógv at senda børn av landinum, sigur Oyvindur av Skarði. Í dag kunnu foreldur søkja um at fáa børnini kannaði á Sernámsdeplin­ um, og um mett verður at tørvur er á tí, kunnu tey fáa hjálp. Men bíðilistin til at sleppa til kanningar er lang­ ur og venjingartilboðini fá. Tá ið royndarverkætlanin í Klaksvík er liðug, skal hon eftirmetast og støða takast til, um hon skal vera eitt fast tilboð Ikki fysioterapi Saman við Annu Mariu Anthoniussen og Andreu Udvardy Sabroe hevur Erla Nielsen, fysioterapeutur frá fysiurgisku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verið við í arbeiðnum. Hon kendi so at siga einki til hendan venjingarhátt áðrenn, men sigur, at tað hevur verið áhugavert at verið við. ­ Nøkur av tingunum eru tey somu sum í fysioterapi­ ini, men nógv er eisini heilt øðrvísi. Vit brúka longri tíð til at kanna og greina tørvin, og okkurt av tí, sum verður gjørt í Petø, høvdu vit als ikki praktisera, sigur Erla Nielsen, fysioterapeutur. Tað, sum hevur hugtikið hana mest við hesum venj­ ingarhátti, er hvussu nógv verður væntað av børnun­ um. ­ Eg síggi kanska eitt menningartarnað barn, men Andrea Udvardy Sabroe stillar krøv til barnið, sum var tað bara eitt vanligt barn, sigur Erla Nielsen. Hóast Petø hugtøkini ikki heilt samsvara við arbeiði hjá fysioterapeutum, so heldur Erla Nilsen, at tað er gott at børnini fáa eitt slíkt venjingartilboð. ­ Størsti trupulleikin í Føroyum í dag er manglandi tilboð. Børn fáa tilboð um ein hálvan tíma avspenning hjá fysioterapeuti, men verulig uppvenjing er hvørki fígging ella orka til, sigur føroyski fysioterapeut­ urin. Ov fá tilboð um venjing Fimm ára gamli David hevur eisini roynt Petø áður, men mamman, Jónmei Jacobsen úr Leirvík, heldur tað vera nógv betri at kunna ganga til venjingar í Føroyum. - Vit vóru fýra vikur í Svøríki í fjør, og tað gjørdi góðan mun, sigur Jónmei Jacobsen. David, sum er spastikari í beinunum, lærdi millum annað, hvussu hann ikki má sita. Í Føroyum gongur hann til fysioterapeut ein hálvan tíma eina ferð um vikuna og til ríðing eina ferð um vikuna. Men hetta kann ikki samaberast við Petø venjingina, sigur mamman. - Og tað at vit nú kunnu fáa hesa venjing í Føroyum, ger tað enn betri. David tímur betur, tí hann skilur betur máli. Og tí lærir hann eisini nógva meira. Frits úr Kollafirði er tvey og eitt hálvt ára gamal. Hann hevur ein heilaskaða úr móðurlívi, sum ger at hann dugir ikki at stýra vøddunum - Hann kann alt, men dugir bara ikki at stýra vøddunum og lærir tí seinni enn onnur, greiðir pápin, Hans Petur Joensen frá. Hann er eisini væl nøgdur við Petø venjingina og hevði ynskt, at hetta var eitt fast tilboð í Føroyum. - Frits hevur lært ordiliga at grulva og reisir seg nógv meira upp á knøini nú, og so er hann eisini farin at tora nógv meir, sigur pápin. Nógvir sjúkir danir Samstundis sum talið á arbeiðsleysum er metlítið í Danmark, veksur talið á dønum, sum ikki eru til arbeiðis vegna sjúku, við rúkandi ferð. Í dag er støðan tann, at tvey prosent eru arbeiðsleys, meðan fimm prosent eru sjúk. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing hjá vinnumálaráðnum. Har sæst, at kvinnur eru oftari sjúkar enn menn, og at fólk í Keypmannahavn eru sjúkari enn tey í Jyllandi. Sjúkufrávera kostar árliga dønum 37 mia. krónur. Ung skylda nógv Í Noregi eru 950 ungfólk, sum eru yngri enn 20 ár, skrásett sum ringir gjaldarar. Tað eru 20 prosent fleiri enn fyri bara einum ári síðani, og tøl hjá skrásetingini vísa, at hesi ungu skylda í meðal 12.500 krónur. Rolf Wilhelmsen hjá innkrevjingarfyritøkuni Aktiv Kapital sigur við NTB, at tað er serliga fartelefonin, sum er orsøkin til, at tey unga skylda meiri, enn tey megna at gjalda. Tey gloyma ofta, at fartelefonin kann kosta nógv, sigur hann. Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi saman við umboðum úr Almanna- og Heilsumálaráðnum og Almannastovuni fáa kunning um Petø-venjingarháttin og føroysku royndarverkætlanina