mánadagur 14. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 71 - 14. apríl 2008
Fríggjakvøldið fekk
ein maður harða
revsing í Føroya
Rætti, fyri narkoti
kabrotsverk. Hann
verður eisini burtur
vístur úr Føroyum
fyri lívið. At eg ongan
tíð aftur sleppi aftur
til Føroya er tann
harðasta revsingin,
segði hann
NevNiNgatiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein ungur maður hevur í
Føroya Rætti um vikuskiftið
fingið harða revsing fyri
narkotikabrotsverk.
Hann varð dømdur at sita
í fongsli í sjey ár og hetta er
harðasti
narkotikadómur,
sum nakrantíð er sagdur í
Føroyum.
Hetta er tað sonevnda
Norðstjørnumálið, har tveir
íslendingar komu til Føroy
ar í september í fjør við
stuttleikabáti við stórum
nøgdum av rúsevnum, sum
teir skuldu smugla víðari til
Íslands.
Teir vóru í Føroyum í
eina viku, áðrenn teir hildu
leiðina fram til Íslands,
men har vórðu teir tiknir og
í hesum sambandi hava flei
ri mans fingið harðar fongs
ulsdómar í Íslandi.
Tók átta tímar
Í Føroyum høvdu teir nógv
samband við ein landsmann,
sum búði her og tað er hesin
maðurin, sum varð ákærdur
í málinum.
Hann varð bæði ákærdur
fyri at hava hjálpt til at
smugla rúsevnini til Íslands
og fyri at hava havt tey í
varðveitslu fyri íslendingar
nar.
Og at enda varð hann
ákærdur fyri at hava havt
næstan tvey kilo av rúsevn
um eftir í Føroyum, tá ið
íslendingarnir
fóru
til
Íslands.
Av tí, at útlit vóru til, at
revsingin fór at vera fongsul
í meiri enn fýra ár, varð mál
ið fyri einum nevningatin
gi.
Men málið varð alt annað
enn einfalt, tí tað tók teim
um 12 nevningunum næstan
átta tímar at koma til eina
niðurstøðu, um maðurin
varð sekur ella ikki og,
hvussu umfatandi lógarbrot
ið hevði verið.
Men tá ið niðurstøðan
kom, fekk ákærin at kalla
fult viðhald í sínum høvuðs
ákærum.
Maðurin var í fyrstu syftu
ákærdur fyri at hava havt
næstan 40 kilo av rúsevnum
í varðveitslu fyri tveir
íslendskar smuglarar í eina
góða viku í september í
fjør.
Rúsevnini lógu í bilinum
hjá honum alla hesa tíðina.
Í ørðum lagi varð hann
ákærdur fyri at hava havt
øll hesi evnini í varðveitslu
í tríggjar fýra dagar, tí sjálv
ur hevur hann greitt frá, at
hann varð ikki greiður yvir,
at talan var um rúsevni, fyrr
enn fleiri dagar vóru farnir.
Og hesum trúðu teir 12
nevningarnir, tí teir dømdu
hann sekan í at hava havt
umfatandi
mongdir
av
rúsevnunum í varðveitslu í
tríggjar fýra dagar. Nevn
ingarnir søgdu sostatt eisini,
at hann visti ikki alla tíðina,
at talan var um rúsevni.
Men hinvegin komu nevn
ingarnir eisini til tað niður
støðu, at maðurin alla tíðina
visti, at talan var um at
smugla rúsevni og hann var
tískil dømdur sekur í at
hava hjálpt til at smugla rús
evni úr Føroyum til Íslands.
Og tað er líka ólógligt at
smugla út, sum tað er at
smugla inn.
Júst hetta var ein avgeran
di ákæra hjá fútanum, hóast
maðurin alla tíðina noktaði
seg sekan, men her fekk
ákærin so fult viðhald frá
nevningunum.
Í hesum sambandi kom
fram, at hann alla tíðina
hevði hjálpt teimum báðum
íslendsku smuglarunum við
øllum møguligum praktisk
um ímeðan teir vóru her.
Hann hevði hjálpt teimum
at fáa handverkara til bátin,
hann hevði hjálpt teimum
at fáa pening úr Íslandi til
proviant og umvælingar og
hann hevði útvega teimum
ein
froskmannabúna
tí
skrúvan á bátinum skuldi
kannast. Hann hevði eisini
útvegað teimum innivist og
hann hevði koyrt teir runt í
bili.
Hann var eisini dømdur
sekur í at hava havt næstan
tvey kilo av rúsevnum eftir
í Føroyum, eftir at íslend
ingarnir vóru farnir avstað
aftur.
Kravdi stranga
revsing
Í hesum málinum kravdi
ákærin, at maðurin var
dømdur eftir teirri strangari
lógargreinini um narkotika
brotsverk, sum kann geva
upp í 10 ára fongsul.
Men ákærin bað eisini
nevningarnir um at taka ein
serliga lógargrein í brúk,
sum gevur heimild at leggja
upp til 50% afturat revsing
ina, tá ið talan er um serliga
skerpandi umstøður.
Í hesum sambandi kom
fram í fjølmiðlunum í farnu
viku, at ákærin hevði kravt
at maðurin varð dømdur at
sita í fongsli í 15 ár.
Men ákærin sigur, at het
ta er misskilt, tí Fútin hevði
ongantíð hugsað sær, at rev
singin skuldi vera so hørð.
Tað var heldur ikki tikið
støða til, um hendan serliga
lógargreinin, sum gevur hei
mild at hækka revsingina
undir
serliga
skerpandi
umstøðum, yvirhøvur skul
di brúkast, men tað var ein
møguleiki,
sum
ákærin
vildi hava loyvi frá nevning
unum at umhugsa.
Men tað slapp ákærin frá
at hugsa um, tí tað søgdu
nevningarnir nei til.
Í hesum sambandi helt
ákærin kortini, at talan skul
di vera um harðastu revsing
og kravdi tískil, at maðurin
skuldi sita í 10 ár.
Verjin helt at talan kundi
verða í mesta lagi um fýra
ár, tí hann hevði noktað seg
sekan í at hava hjálpt til at
smugla.
At hann hevði hjálpt sín
um gomlum vinmonnum,
var ikki annað enn øll gjør
du fyri síni vinfólk og tað
gjørdi ikki mannin til smug
lara.
Sjey ár í fongsul
Endin var so, at maðurin
varð dømdur at sita í sjey
ár. Men tað er ein hørð revs
ing, tá ið hugsað verður
um, at hægsta revsing er 10
ár.
Í Íslandi er hægsta revsing
12 ár og har var onkur av
smuglarunum eisini dømdur
í fongsul í sjey ár, so lutfals
liga er revsingin í Føroyum
harðari.
Í sambandi við dómin løg
du nevningarnir dent á, at
maðurin hevði ikki havt so
stóran leiklut í smuglingini
og teir tóku eisini atlit til, at
hann hevði sitið so leingi
avbyrgdur.
Hinvegin varð dentur eisi
ni lagdur á, at talan var um
grovt og umfatandi brots
verk.
Men av tí, at talan var um
útlending, varð eisini kravt,
at hann var burturvístur úr
Føroyum.
Og tað fekk ákærin við
hald í og sostatt varð maður
in eisini burturvístur úr Før
oyum fyri lívið og kann
sostatt ongantíð seta fót aft
ur á føroyska jørð.
Sjálvur helt tann ákærdi,
at hetta var tann harðasta
revsingin, hann kundi fáa,
tí hann kendi seg meiri hei
ma í Føroyum, enn í Íslandi,
hóast hann ongi av sínum
nærmastu skyldfólkum hev
ur her á landi.
Men reglan er tann, at
verður
ein
útlendingur
dømdur í fongsul í meiri
enn tvey, verða teir eisini
útvístir fyri lívið.
Sjey ár í fongsul
Tað er líka revsivert at
hjálpa einum smuglara,
sum tað er st smugla
sjálvur. Tað mátti ein
maður ásanna í Føroya
Rætti fríggjakvøldið, har
hann fekk harða revsing
fyri narkotikabrotsverk.
Tekning: Hannis Egholm
Landsstýrið eigur frá
Nú ein løgfrøðingafrágreiðing hevur staðfest, at tað var
ólógligt av grønlendska landsstýrinum at selja leiðandi
politikarum og embætisfólkum hús í Nuuk fyri serprís,
krevja Demokratarnir landsstýrið frá. Málið hevur eisini
vakt ans í Danmark, har Danski Fólkaflokkurin vil hava
stjórnina at leggja uppí, so at teir seku kunnu dragast til
svars fyri at hava ríkað seg sjálvan á ólógligan hátt, sigur
Kristian Thulesen Dahl, formaður í tingbólkinum.
Nevnir eingi nøvn
Tað vakti stóran ans, tá stjórin í grønlendska
flogfelagnum Air Greenland hartaði grønlendskar
politikarar fyri at lívga vinir og kenningar meiri, enn gott
er. Í síðstu viku kravdi fólkatingsmaðurin Lars Emil
Johansen, at Michael Binzer skuldi leggja nøvn á borðíð,
men tað vil hann ikki. Í einum opnum brævi skrivar hann,
at hann stendur við sítt, men at tað hevur størri týdning at
lýsa og viðgera málið enn at tosa um einstøk nøvn.