mánadagur 14. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 71 - 14. apríl 2008
Farvæl blokkstuðul
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Myndir: Símun J. Hansen
150 fólk høvdu leitað sær á
Christiansborg seinnapartin
fríggjadagin, har Norðurat
lantsbólkurin hevði skipað
fyri Studentadegi saman við
studentafelagsskapunum hjá
grønlendsku og føroysku lesandi.
Evnið fyri dagin var »Farvæl til
blokkstuðulin – og hvat so?«,
og orðstýrari var Páll Holm
Johannesen. Dyrnar lótu upp
klokkan 12, men sjálvt tiltakið
byrjaði ikki fyrr enn klokkan 13,
og endaði tað klokkan 17.30. Rás2
sendi beinleiðis frá tiltakinum,
umframt at tiltakið eisini varð
dekkað á Portalinum. Her fæst
eitt yvirlit yvir tað, politikararnir
søgdu:
Julianne Henningsen,
Norðuratlants
bólkurin
Julianne Henningsen setti
Studentadagin á Christians
borg, sum Norðuratlands
bólkurin og studentafelags
skapirnir hjá grønlendskum
og føroyskum lesandi skip
aðu fyri fríggjadagin í farnu
viku. Hon gleddist um at
kunna brúka dagin saman
við teimum 150 áhoyrarun
um og politikarunum.
Julianne
Henningsen
gjørdi greitt, at blokkurin
fyllir nógv í tosinum um
ríkisfelagsskapin. Men hon
segði tað vera hennara yns
ki, at londini eisini fóru at
kunna tosa saman eftir, at
blokkstuðulin var burtur.
Men inntil ta tíð mugu lond
ini eisini kunna tosa saman
um
okkara
felagsvirði,
segði hon, og nevndi felags
politisku
søgu
okkara,
handilin millum londini,
málini og mentanina. Hesa
virði hvørva ikki, hóast
blokkurin hvørvur og lond
ini verða leys av hvør øðr
um, førdi Julianne Henning
sen fram.
Naser Khader, Ny
Alliance
Formaðurin í Ny Alliance,
Naser Khader, valdi persón
liga vinkulin, heldur enn at
tosa yvirskipað um ríkis
felagsskapin. Og persónligi
vinkulin vóru hendingar,
sum ikki fullu í góða jørð í
Grønlandi og Føroyum. Her
nevndi hann eitt nú hending
ina, tá hann á sinni lat seg
avmynda í føroyska tjóðar
búnanum. Orsøkin var, at
Naser Khader stutt framm
anundan hevði blandað seg
í spurningin um fosturtøku
í Føroyum. Hann helt tað
vera hóskiligt um myndin,
sum skuldi takast av honum
til eitt føstulávintsblað hjá
Ekstra Bladet, ímyndaði
okkurt, ið var aktuelt í hans
ara politiska yrki. Men Nas
er Khader segði seg ikki
vita, at tað fór at skapa so
stóra øsing millum føroying
ar, og helt hann fyri, at tað
skuldi hann ongantíð havt
gjørt.
Hann tók síðani fram
góðu upplivingarnar, hann
og familjan høvdu havt í
bæði Føroyum og Grønlan
di. Eftir uppleggi og eitt lít
ið kjak, pakkaði Naser Kha
der síni ting og fór.
Helle Thorning
Schmidt, Socialdemo
kraterne
Helle
ThorningSchmidt
staðfesti í sínum uppleggi,
at londini í ríkisfelagsskap
inum skulu blanda seg í við
urskiftini hjá hvørjum øðr
um – eisini hóast tað ikki
altíð fellur í so góða jørð.
Tað er okkara rættur, tað er
tí vit eru her, og tað er gald
andi fyri allar partar, segði
hon millum annað. Sum
dømi um hetta nevndi hon,
tá hon blandaði seg í føroysk
viðurskifti, tá tá spurningur
in um rættindi hjá samkynd
um í Føroyum var uppi at
venda. Á sama hátt marker
aði hon seg eisini, tá sosiala
støðan í Grønlandi varð við
gjørd.
Helle
Thorning
Schmidt staðfesti annars, at
studentadagurin á Christians
borg í dag vísti, at tað er
meira enn blokkstuðulin,
sum bindir londini saman.
Kortini var tað ikki meiri
enn 15 minuttir talutíð, sum
bant forkvinnuna í Social
demokratunum at Studenta
degnum, tí eftir hennara
upplegg og nakrar svaraðar
spurningar, hvarv hon og
var ikki at síggja aftur.
Marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum
Árligi marknaðardagurin í Sjónleikarhúsinum verður 19. apríl klokkan 10. Havnar
Sjónleikarfelag fer sum vant at hava básar við alskyns lutum: Krystalskálir, kongaligar figurar,
leikur, klæðir, steintoy, jóla og páskapynt, ymisk til handarbeiði, bøkur, møblar og annars alt,
sum hjartað kann ynskja sær. Møguliga verður eisini uppboðsøla. Umframt hetta verður
køkutombola og fiskibrunnur til tey smáu. Peningurin, sum gjøgnum árini er komin inn frá
marknaðardegnum, hevur verið ein stór hjálp hjá felagnum. Hesin peningur er eyðmerktur til
ábøtur í Sjónleikarhúsinum. Vit eru sera fegin um, at fólk – bæði í Havn og aðrastaðni – taka so
væl undir við marknaðardegnum. Fólk eru fús at stuðla – bæði á degnum, men eisini við at lata
lutir. Til ber at lata Sjónleikarhúsinum lutir frá mánadegnum 14.– 17. apríl kl. 8 til 20, skrivar
Havnar Sjónleikarfelag í tíðindaskrivi.