mánadagur 14. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 71 - 14. apríl 2008
nøvn
, hvat so?
Sjúrður Skaale,
Norðuratlants
bólkurin
Sjúrður Skaale málaði eina
skemtiliga
mynd
av
ríkisrættarligu støðu Føroya
og Danmarks. Sjúrður greid
di frá, hvussu hann hevði
kært sína neyð fyri táverandi
STaðalskrivaranum
Kofi
Annan, og fortalt honum
hvussu
Føroyar
vórðu
kúgaðar av Danmark. Kofi
Annan
hevði
áhugaður
spurt,
hvussu
nógvir
føroyskir frælsisstríðsmenn
vórðu dripnir av dønum, og
hvussu nógvir føroyskir
politikarar sótu fongslaðir í
Danmark. Tá Sjúrður so
svaraði, at eingin var dripin
ella sat í gegli, spurdi tann
undrandi STaðalskrivarin
so, hvussu Føroyar vórðu
kúgaðar. Og tað var tað so
at Sjúrður svaraði, at danir
kúgaðu føroyingar við at
tveita hundraðtals milliónir
av krónum eftir teimum árli
ga. Henda søga er áður er
brúkt sum atfinning og
niðurger av Tjóveldinum og
arbeiði teirra, men Sjúrður
Skaale brúkti hana skemtili
ga til at undirstrika høvuðs
evnið á Studentadegnum,
sum var: “Farvæl til blokk
stuðulin – og hvat so?”.
Peter Skaarup, Dansk
Folkeparti
Peter Skaarup gjørdi eins
og Naser Khader og Sjúrður
Skaale, og valdi skemtiliga
inngangsvinkulin til sítt
upplegg. Hann endurgav
søguna, sum danska gratis
avísin MetroExpress kun
gjørdi 1. apríl, um at hann
einki hevði ímóti at selja
Grønland, nú USA hevði
bjóðað 1,2 milliardir krónur
upp á landið. Tí, sum Peter
Skaarup var endurgivin fyri
at siga, so hevði Grønland
ikki volt Danmark annað
enn trupulleikar seinastu
árini. Síðani minti Peter
Skaarup á, at tað er annað
enn blokkstuðul, sum bindir
londini í ríkisfelagsskapin
um saman. Eitt sjónarmið,
sum allir røðarar førdu
fram. Peter Skaarup skapti
annars ikki øsing á sama
hátt, sum Søren Espersen
gjørdi til seinasta Studenta
dagin, og Peter Skaarup
segði seg enntá, at hann var
positivt sinnaður yvir fyri
spurninginum um “selvsty
re”, sum hann tók til. Men
tá tað snýr seg um “selv
stændighed” er støðan ein
onnur, gjørdi hann greitt.
Margrete Vestager,
Det Radikale Venstre
Margrethe
Vestager
frá
Radikale Venstre gav Føroy
um so at siga einki pláss í
sínum uppleggi. Tá góðir
tíggju minuttir vóru farnir,
og hon enn ikki hevði nevnt
Føroyar við einum orði,
vóru tað fleiri sum fóru at
ivast í, um hon hevði mis
skilt sína uppgávu á degn
um. Men tá talitíðin var um
at vera uppbrúkt, nevndi
hon at enda tær 18 oyggjar
nar fyri norðan. Hon stað
festi, at støðan hjá Grønlandi
og Føroyum ikki er sambar
lig, og at tað eisini var orsøk
in til, at hon ikki hevði
umrøtt Grønland, Føroyar
og Danmark samstundis.
Felags var tó, at týdningurin
av at londini gjørdu avtalur,
har pláss var fyri báðum
pørtum, var tann sami,
undirstrikaði
Margrethe
Vestager. Eins og hinir polit
ikararnir ynskti Margrethe
Vestager, at kjakið aftaná
fór at snúgva seg um, hvus
su londini í ríkisfelagsskap
inum hava brúk fyri hvørj
um øðrum, heldur enn
spurningin um blokkstuðul
in.
Bertel Haarder, undir
vísingarmálaráðharri
Bertel Haarder úr Venstre,
byrjaði við persónliga vinkl
inum til Føroyar og Grøn
land. Eins og øll hini, so
hevði sjálvt undirvísingar
málaráðharrin eisin fleiri
góðar upplivingar í Føroy
um og Grønlandi – fakligar
eins væl og persónligar.
Bertel
Haarder
brúkti
síðani nógva tíð upp á at
umrøða studentareformin,
hvussu hann virkaði og
hvørjar broytingar skulu
gerast, tá hann skal tillagast
aðrastaðni. Síðani var hann
inni á, at man átti at gjørt
øll Norðanlondini sum eitt
áhugaverdari samstarvsøki.
Her vísti hann á, at tað priv
ata á nógvum økjum hevði
yvirhálað politikararnar.
At enda segði Bertel
Haarder seg fegnast um, at
vit seinnu árini hava dugað
betur at samansjóða alsamt
vaksandi talið av yvirtøkum,
samstundis sum vit á øðrum
økjum eru farin í tættari
samstarv.
Kristina Háfoss,
mentamálaráðharri
Kristina Háfoss tók fram
tøl og fakta, sum siga, at
alsamt færri føroyingar fly
ta heimaftur eftir lokna
útbúgving. Tað kann gerast
okkara vanlagna, og keðili
ga gongdin má vendast, vís
ti Kristina Háfoss á. Hon
helt, at Føroyar eiga at hava
sum mál at gerast eitt kapp
ingarført vitanarsamfelag,
og tískil mugu fleiri pengar
setast av til útbúgving,
gransking og mentan. Tá
landsstýriskvinnan umrøddi
hetta evni, nevndi hon eisi
ni, at Føroyar nærkast eini
samstarvsavtalu við ES um
útbúgving og gransking.
At enda í síni fimm min
uttir langu røðu, nam Krist
ina Háfoss við spurningin
um sentralisering og útjað
aran. Ein spurningur, sum
hevur verið nógv viðgjørdur
heima í Føroyum. Her segði
Kristina Háfoss, at Føroyar
og Grønland eru at rokna
sum útjaðarar, men at vit
kunnu gera okkum galdandi,
um vit eru við í fremstu røð
á nøkrum úrvalsøkjum.
Karsten Hansen,
fíggjarmálaráðharri
Karsten Hansen, fíggjar
málaráðharri úr Miðflokkin
um, vil hava føroyingar at
skilja, at vit skulu rinda
rokningina sjálvi. Tað var
høvuðsboðskapur hansara,
tá Karsten Hansen hann
hevði orðið á Studentadegn
um fríggjadagin.
Upplegg hansara tók bein
leiðis støði í yvirskriftini
fyri dagin, nevniliga “Far
væl til blokkstuðulin – og
hvat so?” Við einum skeiv
um smíli helt hann fyri, at
tað fyri summi kanska kun
di tykjast sum eitt paradoks,
at ein fíggjarmálaráðharri
brúkar orku uppá at frásiga
sær pengar. Men síðani
gjørdist andlitsbráið meiri
álvarsamt, og landsstýris
maðurin hjá Miðflokkinum
gjørdi greitt, at vit mugu rin
da rokningina fyri tað vit
fáa. Eins og Kristina Háfoss
staðfesti hann sjálvsagda
týdningin av, at ung útbúgv
in fólk venda heimaftur til
Føroya, áðrenn hann kenslu
borin rundaði av við at hug
leiða um týdningin av, at
tað vit hava er eins egna og
okkara.
Sendarin hjá Rás2 fluttur
Nú er høvussendarin hjá Rás 2 á FM 102.0 Mhz fluttur
frá Varða í Havn og út í nýggja húsið hjá R2 Net á
Eggjarkletti á toppinum á Nólsoynni. Hetta merkir, at
meira enn helvtin av øllum húsarhaldunum í Føroyum nú
kunnu lurta á somu tídd fyri at hoyra Rás 2.