Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 14. apríl 2008 17 Hesi vóru orðini, ein kend­ ur politikari í Føroyum segði um Føroyar og sum passa væl til Suðuroy. Støðan í Suðuroy er ofta samanborðin við, hvat kann henda við restini av Føroyum um nøkur fá ár. Tí er tað so lívsneyðugt, at finna eina haldgóða loysn fyri Suðuroy sum skjótast og koma úr naggatødnini, sum er í dag. Hvat skulu vit heim til, spyrja útisetarnir. Politikararnir tosa nógv, men lítið kemur burturúr, gandaorðið er at seta nevnd­ ir, sum skulu kanna málið. Harvið sleppa politikarar­ nir frá at taka avgerðir og sleppa undan at hava nakra støðu til málið. Tað er undrunarvert at fylgja við og síggja, hvussu teir royna at snúgva sær undan ábyrgd. Veruleikin er tíverri, at politikkarnir hava spælt fallit, bæði tá tað kemur til lands­ og komunalpolitisk avrik, fyri at fáa føroyingar heimaftur. Eitt gott dømi um mangl­ andi visión hjá løgtings­ limum, er, at teir vilja ikki seta nóg nógv av á fíggjar­ lógini til gransking. Fróð­ skaparsetrið søkir eftir pro­ fessara, sum kann fáa starv, um fígging kann skaffast, hvør í allari víðu verð vil søkja eitt KANSKA starv. Vil nakar granskari yvir­ høvur koma til Føroyar, sum ikki kann hava trygd fyri sínari gransking í minst 5 ár? Løgtingslimir, sum nú eita landspolitikarar, hava ikki dirvi til, at noyða kommunur saman, so at skilagóðar avgerir kunnu takast í kommunalum høpi, teir blíva við, at koma við undanførslun um, at tað skal verða frívillugt, harvið steðga teir øllum framburi í nógvum kommunum. Eingin nýggj størv, sum útisetar kundu verði áhug­ aðir í, verða við verandi kommunubygnaði. So hvat skulu útisetarnir koma heim til, til landið “of maybe”, eg spyrji bara. Suðuroyggin má og skal blíva ein kommuna. Besta dømið um avgerð­ arloysið og vantandi sam­ starv er suðuroyarætlanin, sum fyrst kom í drag, tí landið ikki vildi gjalda 250.000 krónur til eina kanning. Tað kemur meira enn 100 milliónir krónur inn í skattainntøku í Suð­ uroy um árið, so hvar var trupulleikin hjá kommun­ unum, at gjalda tær 250.000 krónur eyka, sum landið ikki vildi gjalda, so at kanningin kundi koma ígongd, tað kann bert vera vantandi vilji hjá verandi kommunupolitikarum. Tað má verða Suðuroyggin sum gongur á odda fyri at koma úr naggatødnini, ikki onkur annar. Suðuroyarætlanin skal nú aftur “kannast” fyri triðu ella fimtu ferð, sigur landsstýriskvinnan í komm­ unumálum, tað vil siga, at hon vil onga avgerð taka. Og frá fíggjarmálaráharra­ num, sum skal gjalda peng­ arnar til ætlanina, kunnu vit ikki vanta nakra posi­ tiva viðger, tí fíggjarmála­ ráharrin sigur, at vit skulu heldur spara okkum eftir reyv, enn skapa nakran framburð. Suðuroyggin er í tungum andróðri viðvíkjandi sam­ starvi, øll í Suðuroy vita, við góðum ella ringum tannabiti, at við verandi konservativu komunal­ politikarum, sum bert hugsa um dunnuhylin inni á egna matrikle, koma vit ikki víðari. Viljin til at samstarva og fáa Suðuroy til ein veruliga vinnuligan part av Føroyum, er tíverri ikki til staðar millum hesar politikarar. Júmen sigur onkur, vit samstarva eitt sindur á bruna­ og sosialøkinum, gamaní, allir bati bøtur, men hatta er alt ov lítið. Tað størsta ljóspunktið innan samstarv er á ítróttarøki­ num, teir ungu svimjarnir og fótbóltspælararnir sum samstarva, kasta veruligt ljós á Suðuroy og stóra tøkk skulu tey hava fyri tað. Ein útjaðari, sum eingin vil búgva í ! Tvøroyri FinnleiF Guttesen Skal føroyski fólkaskúlin upp á hægri støði, skal verulig hugburðsbroyting til. Ein hugburðsbroyting, sum skapar størri virðing fyri lærarastarvinum, bæði innan og uttan fyri skúlagátt Skúlin og skúlaskapur er ein náttúrligur partur av lívi okkara. Vit hava øll gingið í skúla og kenna onkran, sum í dag hevur sína dagligu gongd her, og er hetta sjálvsagt ein av mongu orsøkunum til, at tað er áhugavert og viðkom­ andi at tosa um skúla. Hó­ ast meiningarnar eru ymisk­ ar, er semja um, at fólka­ skúlin skal vera fyri øll, at allir næmingar skulu fáa sum mest burturúr og trív­ ast. Hóast málið er greitt, verður vassað í trupulleik­ um, og lítið ítøkiligt verður tosað um, hvussu málini skulu røkkast. Dámar tær at vera lærari? Ofta fái eg spurningin, um mær dámar at vera lærari, og eg kann erliga siga, at mær dámar væl at arbeiða sum lærari. Her kann eg vera eg og havi eitt gott umhvørvi at vera saman við næmingunum og starvs­ felagum. Men eg má siga, at um tað skal vera gott og virðiligt at vera lærari, eru tað nakrar avgjørdar for­ treytir. Tær eru fyrst og fremst eitt gott fakligt um­ hvørvi, at tú fært okkurt aftur frá næmingunum í undirvísingini, og at tað er friður at undirvísa. Ein av trupulleikunum, sum í dag fyllir meir og meir í skúla­ num eru næmingarnir, sum onki tíma og sita og órógva. Hesir næmingarnir ­ hóast fáir ­ fylla ov nógv og máa grundina undan undirvísing og læring sum heild. Vandi í hvørjari vælferð Ongantíð fyrr hava børn og ung ­ í skúlanum er hetta næmingar ­ havt so góðar møguleikar at fáa eitt gott og gevandi lív sum í dag, bæði at røkja egin áhuga­ mál, og at njóta alskyns framkomnar hentleikar. Hóast fleiri av dagsins næmingum njóta gott av hesum, eru tað teir, sum eru lætir og líkasælir. Teir halda, tað er “rotið” at ganga í skúla. Sama stemp­ ul fáa skúlatingini. Ikki tí næmingar fyrr altíð hava tímað so væl, men stóri munurin í dag er, at tað verður givin sum haldgóð undanførsla og grund at siga, eg tími ikki, ella eg orki ikki. Tað tykist, sum er tað vorðið frekt og ósøm­ iligt at seta teimum krøv. Hetta er støðan, hóast vit ikki kunnu goyma okkum fyri veruleikanum, at út­ búgving er tvingandi neyð­ ug fyri framtíðar ungdómar. Tíðirnar broytast Skúlaskapur settur í karm­ ar, sum vit kenna í dag, er ikki avgamal, tó hava vit eina ávísa skúlasøgu, sum gevur okkum eina góða mynd av, hvussu skúlin gjøgnum tíðirnar hevur verið skipaður, og hvussu hann við tíðini er broyttur. Her síggja vit, at eins og samfelagið, er skúlin og familjumynstrið sera nógv broytt seinastu árini. Frá at hava ein einfaldan og auto­ riteran skúla í einum meira einføldum samfelag við siðbundnum familju­ mynstri, har øll vistu, hvat var loyvt og ikki og kendu avleiðingarnar, um tey ikki fylgdu skrivaðu ella óskriv­ aðu lógunum, er lívið í dag meiri fjølbroytt. Samfelag­ ið er meira kravmikið, og hóast børnini hava tað nógv betri materielt, hava tey fingið ein meir skipað­ an ella strongdan daglig­ dag. Tey skulu passa inn, tí tey vaksnu skulu liva sítt lív og eru úti á arbeiðs­ marknaðinum. Leiklutirnir foreldur/barn eru ikki at kenna aftur. Børn verða nú spurd og skulu ofta sjálvi siga og gera av, hvat verður gjørt. Í skúlanum er broyt­ ingin serliga, at tað, sum foreldur bara góvu lærar­ um heimild til, hava foreld­ ur í dag eina meining um. Samfelagið er á mangan hátt vorðið betri enn fyrr, men ein av avleiðingunum av fría samfelagnum er, at heldur enn at seta mørk, eru vit farin at kjakast við børnini og skúgva við hesum lutvíst ábyrgdina og avgerarrættin yvir á tey og krevja, at tey skulu vera vaksin. Eg eri vís í, at hetta er ein av orsøkunum til, at bæði foreldur og lærarar oftari enn fyrr standa mátt­ leys og vita ikki, hvussu vit skulu fáa børn og ung at passa inn og laga seg til skaptu rammurnar. Við hesum stóru broyt­ ingunum eru vit farin úr eini grøv í hina, og vit ræð­ ast autoritet og krøv. Skúl­ in manglar virðing, og tað er ov ógreitt, hvat verður góðtikið og ikki. Vit mugu aftur fara at gera yvirskip­ aðar, greiðar reglur fyri, hvussu skúlin skal síggja út, og hvussu reint menni­ skjaligu krøvini í skúlanum ljóða, tí bæði børn og vaks­ in gerast trygg og skapandi við føstum rammum og mannagongdum. Vit eiga og skulu kunna tryggja teimum mongu áhugaðu næmingunum karmar, har tey í friði kunnu gera tað, tey skulu. Næmingarnir ikki vaksin, men børn Skúlin og heimið eiga í felag at geva næmingum møguleika at ogna sær evni til at gerast góðir borgarar, so teir læra at liva eitt gott og ábyrgdarfult lív í einum frælsum fólkaræði ­ tað frælsa hevur jú sínar av­ markingar, har tú hevur ábyrgd. Í øllum hesum mugu vit tó leggja okkum í geyma, at børn og ung eru ikki vaksin og eiga ikki at hava somu ábyrgd og hava heldur ikki somu fortreytir sum tey vaksnu. Eg nevndi fyrr, at vit eru farin at kjak­ ast við børnini, og ístaðin fyri at siga, hvussu vit vilja hava tað og skapa tryggar rammur, skapa vit ein vav­ stur av óskili. Børn, og fyri ein part ung, eru ikki klár at taka grundleggjandi av­ gerðir, sum tey vaksnu eiga at taka fyri tey. Tey eru ikki klár at byrja lívið einsamøll, og mugu og eiga tí at hava ein vegvís­ ara og leiðbeinara í teimum vaksnu. Foreldrini eiga børnini og hava fulla ábyrgd av teimum. Ofta sýnist sum um, at tær ymisku uppgáv­ urnar, sum heimini ikki loysa, skulu lærarar ella skúlin loysa. Men lærarar eru ikki sálarfrøðingar, sosialráðgevarar ella familjuterapeutar, og mugu vit ikki halda okkum vera før fyri tað. Vit eru undir­ vísarar og skulu, í einum góðum fakligum skúla saman við heimunum, skapa góðar karmar fyri grundleggjandi læring. Foreldur á skúlabonk Eg má siga, at tað veruliga var hugvekjandi at hoyra DR bera tíðindi um, at skúlin er farin at læra foreldur um uppaling. 1000 foreldur sita nú á skúlabeinki og verða undirvíst í at gerast betri foreldur og seta børnunum mørk. Eftirspurningurin eftir sonevndurm “foreldra­ flokkum” er skjótt vaks­ andi, siga fleiri skúlar við Kristligt Dagblad. Trupul­ leikin er, at børn hava yvirtikið róðrið bæði í floksstovuni og heima. Í dag skal forhandlast og kjakast um alt, og foreldri­ ni megna ikki at halda fast, sigur leiðarin av “Familie­ center Løvdal” í Helsingør, Tryggvi Kaldan. Serligu familjuflokkarnir eru í einstøkum fólkaskúlum, men eisini sum sjálvstøð­ ugir familjuskúlar. Hetta vísir bara, at onnur enn vit kenna trupulleikin, kanska betri enn vit í løtuni, og at hann er ikki bara kend­ ur innan skúlagátt, men í heila tikið ein alment kend­ ur samfelagstrupulleiki. Størri krøv, men meir skal til Hóast vit kenna sama trupulleikan aftur í skúla­ num sæst, at í hesi somu skipanini, har tað veruliga haltar við at gera fastar mannagongdir fyri næm­ ingar, sum falla uttanfyri skipanina ­ sum sjálvandi er ein byrða í sjálvum sær ­ verða tað sett størri og størri krøv. Alheimurin er nærri enn nakrantíð og skúlaverkið metir tí, at vit mugu síggja skúlan og næmingarnar í einum størri høpi, og hevur tí gjørt kanningar av næm­ ingum, og vit vita nú, hvar teir liggja samanborið við næmingar í øðrum londum. Sum øllum kunnugt, klár­ aðu føroysku næmingarnir seg ikki væl, og tað er harmiligt. Men nú, vit kenna úrslitið, havi eg hug at spyrja: hvat vilja vit nú, og hvussu fáa vit veruliga føroysku næmingarnar upp á ynskiliga støðið? Her hevði verið hóskandi við einum fakligum kjaki, har vit seta greið mál og skapa eitt fakligt forum, har vit greitt siga fólki og samfelagi sum heild, hvat vit vilja. Fólkaskúlalógin sigur, at vit skulu taka støði í hvørjum einstøkum næmingi, men so má skipanin á ein ella annan hátt broytast. Ynskiligt var til deils, at Mentamálaráðið, longu áðrenn PISA varð sett á skinnara, segði, hvat tað vildi við kanningini, og fyrireikaði arbeiðið betri – so høvdu vit eisini sloppið undan at útstilla næming­ arnir, sum vóru við í fyrstu kanningini, sum má sigast at vera óprofessionelt av ráðnum. Tað, sum vit ítøkiliga hava sæð síðani PISA, eru landsroyndir og fleiri tímar á tímatalvuni, sum sjálsagt er ein góð byrjan og avgjørt neyðugt, men vit mugu minnast til, at hetta skapar onga hugburðsbroyting, sum okkum veruliga tørvar. Eingin ivi er um, at vit eiga og mugu øll í felag kenna sum ábyrgd at fáa ein góðan skúla til framtíðar næmingar. Skal føroyski fólkaskúlin upp á hægri støði, skal verulig hugburðsbroyting til, sum skapar størri virðing fyri lærarastarvinum, bæði innan og uttan fyri skúla­ gátt, fáa neyðuga gransk­ ing, góða og málrættaða undirvísing við denti á innliving, uppliving og virkisgleði til allar næm­ ingar, næmingar sum taka til sín og geva aftur, og ikki minst eggjan og stimbran úr heimunum. Hugburðsbroyting, takk! tóra við Keldu viðmerkingar