mánadagur 14. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 71 - 14. apríl 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mynd av eystara bryggjuøki
í Havn, frá Skansavegi og
heim á Kongabrúnna. 36 ár
eru millum hesar myndirnar,
ovara myndin er tikin í 1969
og hin í 2005. Óneyðugt er
at greiða frá teimum broyt
ingunum, sum eru farnar
fram hesi árini. Húsini fram
við H.C. Müllersgøtu og í
Gongini standa øll við sama
lag.
Ovara myndin:Magna Restorff
Niðara myndin: Birgar Johannessen
Broytt býarmynd
Andlát og jarðarferðir
Per Hansen á Glyvrum andaðist hósdagin, 60 ára
gamal.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið
Sjúrður Hentze
Hov
andaðist og fór til gravar.
Takk til tykkum, sum høvdu umsorgan fyri honum,
tá ið hann varð sjúkur og fyri góða røkt
ta seinastu tíðina.
Eisini takka vit tykkum øllum, sum so dyggiliga
stuðlaðu okkum og sýndu samkenslu og hjálptu til
við jarðarferðini og ervinum.
Somuleiðis øllum tykkum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Hjørdis og familjan
Dagurin
15. apríl. Tær ljósu næturnar byrja. Fyrr stóð
navnið Olympia í álmanakkanum til minnis um halga
konu, sum varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra
mamma, omma og langomma
Martina Hove
fødd Petersen,
dóttir Juliu og Sámal Petur Petersen, í Fuglafirði
andaðist fríggjadagin, 11. apríl, 93 ára gomul.
Jarðarferðin verður frá Køge Kirke
leygardagin 19. apríl kl. 12.
Familjunnar vegna
Grethe