mánadagur 14. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 14. apríl 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Eftir gott avrik í 1.
Hálvleiki kostaði
tað nógv hjá NSÍ, at
avrikið fyrra partin
av 2. Hálvleiki var
lítið sannførandi
NSÍ Í ÍSlaNdi
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinnapartin
leygardagin
spældu føroyameistararnir í
NSÍ ímóti íslendsku meistar
unum í Vali. Uppgerðin var í
Kóurinn fótbóltshøllini í
Kópavogi ella á sama stað,
har Ísland og Føroyar spældu
landsdyst í mars mánað.
Úrslitið
var
52
til
íslendsku meistararnar, sum
eftir
1.
Hálvleik
vóru
frammanfyri 21. Serliga
fyrri parturin av 2. hálvleiki
var kostnaðarmikil hjá NSÍ,
tí
hesa
løtuna
skoraði
íslendska liðið trý mál.
Vit spældu strævnan
landskappingardyst
ímóti
B36 hóskvøldið. Kanska
sat hann í beinunum. Undir
øllum umstøðum vóru vit
yvirhøvur ikki klárir aftan á
hvíldina, og tá skolaðu mál
ini ígjøgnum eina løtu,l
staðfestir Hjalgrím Elttør
úr Íslandi.
Tað sá út til at skula
gerast rættuligt skrædl, men
tíbetur eydnaðist tað NSÍ at
pynta eitt lítið sindur um,
so úrslitið gjørdist 52 tap.
Vit vóru væl nøgdir við
avrikið í 1. hálvleiki. Tá
høvdu vit bóltin kanska
meiri enn teir, og vit spældu
okkum til fleiri málmøgu
leikar, men tað eydnaðist
bara at skjóta eitt mál. Tað
skoraði Dejan dygst undan
steðginum, eftir at NSÍ
hevði trýst í fitta løtu. Hetta
var fyrsta málið hjá Dejan
fyri NSÍ. Hann hevði framm
anundan fingið bóltin í Val
ur málið, men dómarin koll
dømdi ta ferðina orsaka av
rangstøðu.
1. hálvleikur var hálv
runnin, tá ið Valur legði seg
framum, og tíggju minuttir
fyri steðgin økti Valur við
brotssparki.
Dýrur hálvur tími
Tað kom púra
óvæntað á íslendska
meistaraliðið, at NSÍ
undan vikuskiftinum
var á veg til Íslands at
spæla
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Atlantic Cup er farið í søg
una. Longu í fjør var greitt,
at Atlantsflog ikki longur
fór at verða fíggjarligi stuð
ulin undir árligu uppgerðini
millum íslendsku og før
oysku fótbóltsmeistararnar.
Frá føroyskari síðu hevur
tó verið roknað við, at tað
skuldi haldast fram við
árligu uppgerðini. Í síðstu
viku vísti tað seg tó, at
íslendingar og føroyingar
hava havt heilt hvør sína
fatan av hesum.
Vit vistu av ongum, tá
ið vit stutt undan vikuskift
inum fingu uppringing frá
NSÍ um, at teir vóru á veg
til Íslands at spæla ímóti
okkum. Eg var við at fáa
venjingardyst í lag í viku
skiftinum, tá ið boðini
komu, men so saðlaðu vit
um, og dysturin verður
spældur.
Soleiðis greiddi venjarin
hjá Vali, Willum þór þórs
son, frá í íslendska blaðnum
Visir fríggjadagin. Valur
var í vikuni komið aftur av
venjingarlegu í Turkalandi,
og meðan teir vóru suðuri
við Miðalhavið vistu teir
einki um, at teir leygardagin
skuldu spæla ímóti NSÍ.
Hongur í klønum tráð
Fyri seks árum síðani varð
samstarvsavtala um árligu
dystirnar millum íslendska
og føroyska meistaran gjørd
millum FSF og íslendska
fótbóltssambandið KSÍ. Tá
ið Atlantsflog boðaði frá, at
flogfelagið ikki longur fór
at verða fíggjarligur stuðul,
tosaðu FSF og KSÍ um
støðuna, og eftir øllum at
døma eru fatanirnar heilt
ymiskar av, hvør niðurstøða
varð gjørd:
Vit halda, at semja var
um, at tað skuldi haldast
fram við hesum samstarvi,
og at avtalan var, at KSÍ
skuldi finna fíggjarligan
stuðul. Leygardagurin 12.
apríl varð ásettur sum dyst
ardagur, og tá ið vit vóru
har yviri og spældu lands
dyst í síðsta mánað, varð
aftur tosað um hetta. Tá
hildu íslendingar, at sam
starvið átti at havt verið
víðkað, so tað í staðin fyri
eitt vóru tvey lið úr hvørjum
av londunum, sum spældu
ímóti hvørjum øðrum, men
nú mugu vit staðfesta, at
talan er um øðrvísi fatan
hjá íslendingum, sigur Ísak
Mikladal,
aðalskrivari
í
Fótbóltssambandinum.
Tá ið tað í síðstu viku
varð greitt, at KSÍ ikki
hevði funnið fíggjarligan
stuðul og at KSÍ roknaði
við, at dysturin millum Val
og NSÍ fór at verða spældur,
hevði NSÍ skipað fyri
ferðini, sum tað tískil ikki
bara var sum at siga tað at
avlýsa.
Vit tosaðu við NSÍ um
hetta, og Fótbóltssambandið
fer at hjálpa til við fígging
ini. Hvussu hetta verður
gjørt er ikki avgjørt enn,
men tað verður helst soleið
is, at vit rinda ein part, at
NSÍ rindar ein part, og at
spælararnir sjálvir rinda ein
part, sigur Ísak Mikladal.
Í FSF vita teir ikki, um
tað fer at verða hildið fram
við árligu uppgerðunum
millum
føroysku
og
íslendsku meistaraliðini í
fótbólti. Men um einki stig
verður tikið úr Íslandi
hesum viðvíkjandi, so sær
tað í løtuni út til, at dysturin
leygardagin millum Val og
NSÍ var tann síðsti av
hesum slagnum.
NSÍ ferðalagið, sum fór
til Íslands fríggjadagin, verð
ur aftur í Føroyum í kvøld.
Íslendinga-dysturin
í klønum tráði
Í Vali vóru menn tiknir av bóli, tá teir brádliga fingu boð um,
at NSÍ var ávegis at spæla um Atlantic Cup
19