mánadagur 14. apríl 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 71 - 14. apríl 2008 ]
Schalke sekkjar Slomka
Týska felagið Schalke 04 hevur sagt venjaran úr starvi, eftir
at liðið um vikuskiftið tapti heili 5-1 í toppdysti ímóti
Werder Bremen. Leiðslan í felagnum hevur verið misnøgd
við venjaran í eina tíð, og stórtapið um vikuskiftið var
dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Silberbauer misti tenn
FCK-spælarin Michael Silberbauer noyddist av vøllinum
í superligadystinum ímóti OB í gjár. Í eini luftduell fekk
Silberbauer eitt ógvusligt slag í munnin, og hann misti
fýra tenn. Í dag skuldi Silberbauer so til tannlækna fyri at
fáa neyðuga viðgerð. FCK kláraði heldur ikki hesaferð at
gera mál, og tað í OB heldur ikki megnaði hetta, fingu
liðini eitt stig í part.
Longu eftir tvey
umfør tykist tað sum
um, at spádómurin
um at kappingin fer
at vera í fleiri bólkum,
fer at gerast til
veruleika
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Annað umfar í Formula
deildini var á skránni hetta
vikuskiftið. Á pappírinum
var tað 3. umfar, og tað
vóru bara tríggir dystir
avgreiddir í gjár. Ein var
hóskvøldið og ein fríggja-
kvøldið. Tað kennist eitt
sindur
fløkjasligt,
men
undir øllum umstøðum eru
nú tvey av teimum 27
umførunum avgreidd, sum
tað skal spælast, telvast og
stríðast í, áðrenn tað í
oktober verður greitt, hvør
hevur vunnið gull, silvur og
bronsu, og hvørji tvey mugu
tungu
leiðina
niður
í
næstbestu deildina.
Eftir at øll feløgini hava
spælt tvær ferðir vísir støðu-
talvan, at tað er stórur mun-
ur á. EB/Streymur og HB
hava vunnið fulla úrtøku,
og B71, B68 og KÍ hava
einki stig fingið. Felags fyri
tey bæði við fullari úrtøku
er, at tey higartil bara hava
spælt á heimavølli. Felags
fyri tey trý, sum einki hava
fingið burtuúr, er, at tey
higartil bara hava spælt á
útivølli.
Komandi vikuskifti fáa
B68, B71 og KÍ møguleikan
á heimavølli, og tá skulu
HB og EB/Streymur spæla
á útivølli.
Tað er sjálvandi ov tíðliga
at gera niðurstøður, tá ið
kappingin bara er tvey
umfør gomul, men vit royna
kortini at gera viðmerkingar
til toppin og botnin.
Toppurin
Undan
kappingarbyrjan
varð roknað við, at HB og
EB/Streymur fóru at verða
millum bestu FM boðini.
Úrslitini higartil boða frá,
at tann metingin tykist fara
at halda. Felags fyri HB og
EB/Streym er, at talan er
um væl samanspæld lið,
sum dúva upp á kvalitetirnar
og royndirnar hjá teimum,
sum í fjør bóru liðini fram,
og bæði feløgini hava undan
hesum
kappingarárinum
skift venjara.
Tað er eisini felags fyri
hesi bæði liðini, at tey mið-
víst hava fingið sær styrk
til tey plássini, har tað hevur
verið
mett
neyðugt
at
styrkja seg. Talan er um
landsliðsspælarar.
Fróði Benjaminsen er
keyptur til at sláa botn í HB
verjuna, sum í fjør var rættu-
liga opin. Í tveimum teim-
um fyrstu umførunum hev-
ur HB verjan hildið tætt.
Mikkjal Thomassen er
keyptur at røkja leiklutin,
sum Ronnie Samuelsen í
fjør hevði á EB/Streyma
miðvøllinum.
Sjálvandi
tekur tað tíð at spæla nýggj-
an spælara inn í so sjónskan
leiklut. Tí er ov tíðliga at
siga, hvør munurin verður á
sentrala miðvøllinum sam-
mett við í fjør, men eingin
ivi er um, at EB/Streymur
hevur miðjað eftir tí besta. Í
fjør var Arnbjørn Hansen
nógv skaðaplágaður. Í gjár
skoraði hann tríggjar ferðir,
og harvið er staðfest, at
álopið hjá EB/Streymi hev-
ur fingið strong at spæla
uppá, sum tað ikki sást so
nógv til í fjør.
Felags fyri HB og EB/
Streym er, at tað hjá teimum
hvørja ferð sita spælarar á
beinkinum, sum høvdu ver-
ið sjálvsøgd val ímillum
teir fyrstu ellivu hjá nógvum
av hinum feløgunum. Spurn-
ingurin er, hvussu hetta fer
at tørna út. Tað er uppgávan
hjá venjarunum at halda
øllum til og at syrgja fyri, at
allir kenna seg eiga lut í
góðum avrikum.
Botnurin
B71 hevur tapt tepurt í
Runavík, og í gjár taptu
sandoyingar stórt í Gunda-
dali, har teir fyrstu løtuna
ikki høvdu marginalirnar á
sínari síðu. Hesi bæði tapini
eru at liva við, hóast B71 í
fjør vann 3-0 í Gundadali
ímóti HB, meðan teir hesa
ferð taptu 3-0.
B68 hevur tapt í Sarpu-
gerði, og í gjár taptu teir í
Streymnesi.
Toftamenn
vístu góðan hugburð í gjár,
og teir tykjast ikki fara at
verða sjálvsagda kanónføð-
in, sum fleiri kanska hava
roknað við, at teir fóru at
verða.
Hjá KÍ var tað ógvuliga
stórt vónbrot, at tað ikki
eydnaðist at vinna ella at
fáa stig á Skála. Úrslitið ber
við sær, at dagsskráin í
Klaksvík er tann sama, sum
hon var nógv tann størsta
partin av kappingarárinum
í fjør. Tað snýr seg um at
sleppa av plássunum undir
strikuni.
Fyrsta takið verður sunnu-
dagin, og tað verður vorðin
sum avbjóðing. HB við
Christian Høgna Jacobsen
og Andrew av Fløtum í
fremstu plássunum fer at
vitja. Fremsta álopsessið
hjá KÍ skuldi verða Rodrigo.
Hann verður leiknbannaður
eftir at vera rikin av vøllin-
um á Skála!
Fuglfirðingar hava
sjáldan gjørt um
seg í Gøtu, men
hesa ferð eydnaðist
ÍF at fara avstað
við øllum
Mynd: Bárður Lydersen
Tað er stórur
munur á