mánadagur 14. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 71 - 14. apríl 2008 ]
Sagt í 3.
hálvleiki
Ein partur av triðja hálv
leiki á Rás2 eru SMS
boð frá lurtarunum. Í
tann
mun
at
tíðin
røkkur, verða hesi boð
lisin upp í sendingini,
og bestu SMS’ini verða
eisini prentað í mána
dagsútgávuni av Sosial
inum.
»Eitt er at vinna à LÍF,
eitt annað er at vinna à
Gì,men tvær flugur ì
einum smekki er bara
fantastiskt«
»Er hattar eitt tog? er
hattar eitt lyn? nei, hatt
ar er Arnbjørn Hansen«
»Tað var púra Obi i KI
verjuni. Um KI ikki
tekur seg saman, verður
leygardags fótbóltur í
2009. Vision 2009«
»Enn er ov kalt hja
vespunum. Hevdi Pot
emkin bara verið líka
kaldur«
»Ordliga keðiligt at fáa
at vita longu í dag, at
B68 vinnur á NSÍ næsta
dyst. Eg ætlaði mær at
hyggja, men nú haldi
eg, at eg tori ikki út á
Svangaskarð.
Teir
skuldu heldur vunnið í
dag. Heilsan ein NSÍ’
ari«
»Flott klára Skàla. Arn
hold Berg dagsins mað
ur. Vónandi hølva tit ÍF
av næsta vikuskifti«
»Besti skapningur fødd
ur av kvinnu, málmaður
in hjá ÍF, fannhard ;)«
»Tað er well, tað er
byll,
tað
er ARN
BJØRN!! Tillukku tit
allir í eb/streymi...«
»KÍ skuldi skift mans
liðið út við kvinnu
liðið«
»NSÍ kemur sterkt aft
ur, og endurvinnur FM
steypið!«
Schumacher á vøllin
Fyrrverandi Formel1 førarin Michael Schumacher skal
nú royna seg sum fótbóltsspælari – og tað fyri opnum
skíggja. Hann skal verða við í eini realityrøð, har umleið
50 kend fólk skulu royna at sleppa á eitt fótbóltslið, sum
skal spæla dyst ímóti fyrrverandi sveisiskum
landsliðsspælarum.
Rógvi gjørdi aftur um seg
Tað hevur gingið sera væl hjá Rógva Jacobsen, síðan hann skifti
tilveruna í Føroyum og HB við Noregi og IL Hødd. Seinasta
vikuskiftið skoraði hann í fyrsta landskappingardystinum, og
aftur í gjár var hann á blettinum. Hann og liðfelagarnir vitjaði
Moss, og endaliga úrslitið gjørdist 22. Rógvi Jacobsen javnaði
til 11. Hødd var sera nær øll stiginum, men í síðstu minuttunum
misnýttu gestirnir brotsspark.
HB var í eyðkenda
stílinum, tá sandoy
ingar vitjaðu í
Gundadali. Teir
reyðu og svørtu vístu
stórspæl í fyrra hálv
leiki, har reytt kort til
Símin Hansen kanska
hjálpti gestunum
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tey vóru fleiri, sum høvdu
hug at finnast at avgerðini
hjá leiðsluni í Havnar Bólt
felag, tá Rúni Nolsøe í vetur
var settur sum høvuðsvenj
ari. Hesi hava heldur verið
fámælt, tá fyrri hálvleikur í
Gundadali í gjár var blástur
av. Sæð út frá fyrstu dystun
um, so er liðið kollvelt sam
anborið við farna kapping
arár. Tað vildi verið løgið
fyri einum ári síðan at
hugsa sær, at Mortan úr
Hørg á hugvekjandi hátt
setir mótstøðumann av, at
Christian Høgni Jacobsen
tveitir seg heilhjartaður í
glíðandi takklingar og nær
dystir, at Hendrik Rubeksen
vísir frálíkt spæl í bestu
deildini og at verjuparturin
ger sera fá mistøk. Rúni
Nolsøe hevur fingið barna
sjúkurnar á liðnum burtur,
og við ellivu málum í tveim
um landskappingardystum
hevur HB fingið sína bestu
byrjan í mannaminni. Hetta
mátti Símin Hansen eisini
ásanna. Týðuliga ørkymlað
ur um dystargongdina var
hann
undan
steðginum
útvístur. Tápuligt og óneyð
ugt. Fleiri vildu tó vera við,
at hetta hjálpti gestunum.
HB setti leikferðina niður,
og vóru als ikki líka ágang
andi í sínum spæli.
Sorl
Tað er nú eitt ár síðan, at
B71 tók alt og øll á bólið,
og vann heili 30 á HB í
Gundadali. Aftur hesa ferð
vóru trý mál skotin, men
sandoyingar áttu einki. Alt
fyri eitt var greitt, at vit ikki
fingu eina endurtøku av
dystinum í fjør. HB hevði
stóra leikliga yvirvág í fyrra
hálvleiki, og tríggjar ferðir
noyddist Símun Rógvi Han
sen í málið eftir bóltinum.
Hendrik Rubeksen hevði
loyst Rógva Poulsen av sum
miðvallari í vinstru, og
hann tók av. Longu eftir
seks
minuttum
knallaði
hann eitt innlegg frá Jákupi
á Borg í kassan. Løtu seinni
hevði Fróða Benjaminsen,
sum sjálvur byrjaði álopið,
leita sær framvið, og ótarn
aður framman fyri málverj
anum sendi hann í netið.
Andrew av Fløtum økti, tá
Christian Høgni Jacobsen
hevði lyft upp um málverjan,
áðrenn framherjin sendi í
tóma málið.
Sandoyingar komu við
sínum eyðkenda stíli til høv
uðsstaðin: at stríðast og
vóna, at skjótálopini høvdu
mál við sær. Ein frísparks
roynd frá Símin Hansen,
sum tók í tvørtræið, var tað
nærmasta, sum gestirnir
komu í góðveðrinum hend
an dagin. Miðvallarin kom
eisini í andglettin løtu
seinni, tá hann tápuliga jarð
legði Mortan úr Hørg. Tvey
gul kort geva reytt, og so
noyddist Hansen undir brús
ina. Fyrru ferðina, at Rúni
Gaardbo hevði ostaskorpina
á lofti mótvegis honum var,
tá Símin Hansen segði
honum nøkur borgarlig orð
eftir málið hjá Andrew av
Fløtum. Tað var rætt av
dómaranum, at hann vísti
sandoyingin av vøllinum.
Men tað var løgið, at aðrir á
heimaliðnum ikki fingu
kort. Serliga, tá Fróði Benja
minsen leyp í Rasmus Niel
sen, sum noyddist av vøll
inum við skaða.
Leikferðin niður
Seinni hálvleikur hevði hin
vegin heldur lítið at bjóða.
Eli Hentze royndi við sínum
10 monnum á vøllinum at
draga leikferðina úr dystin
um,
og
tað
eydnaðist.
Ágrýtni Gudmund Nielsen
í høgra borði rann hendinga
ferðir einsamallur við bólt
inum, og tað var einasta
vápnið hjá gestunum í
seinna umfarinum. Gud
mund Nielsen hevði eisini
bóltin í málinum í fyrra
hálvleiki, men málið var
kolldømt. Verjuparturin var
væl skipaður. Hugsanirnar
hjá Rúna Nolsøe vóru helst
longu vendar móti fyrru
hálvfinaluni í steypakapp
ingini móti B36 mikukvøld
ið. Hans á Lag, Milan Kul
jic og Jákup á Borg vóru
útskiftir, og tað tók broddin
av heimaliðnum.
Sigurin kundi væl verði
størri. Christian Høgni Jac
obsen misnýtti gjøgnum
dystin fleiri upplagdar møgu
leikar, sum hann av røttum
uttan stórvegis trupulleikar
skuldi sent í netið.
HB
vann
sannførandi
sigur og er við flotta mál
muninum klárt oddalið í
Formuladeildini. B71 eru –
eftir útidystir móti NSÍ og
HB – framvegis uttan stig.
HB-B71 3-0 (3-0):
HB í eyðkendum stíli
HB vann aftur tryggan sigur, og við einum málmuni upp á 11-1, hava teir fyribils lagt seg á odda í Formula-deildini
Mynd: Hilmar Jan Hansen
B71
HB