mánadagur 14. apríl 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 71 - 14. apríl 2008 ]
Hetta var byrjanin
Eftir at hava tapt 8-1 í fyrsta landskappingardystinum
var einki forgjørt í, at smílini vóru stór hjá Skála-
spælarunum eftir dystin sunnudagin. Og á ongum
mundi smílið vera størri, enn hjá Obi, sum við
tveimum málum gjørdist dagsins maður á Skála.
- Vit vórðu noyddir at spæla við einum sera ungum
liði seinast, men nú sær tað út til, at liðið er um at
koma seg. Og vit vistu í øllum førum, at tað bara
kundi gerast betri hjá okkum. Og vit vistu, at vit
skuldu sýna ein størri vilja á vøllinum, um vit
framvegis vilja spæla í Formula-deildini, segði Obi
eftir dystin.
Og tú skoraði eisini tvey mál sjálvur?
- Ja, tað haldi eg. Nú hava vit í øllum førum fingið
eina betri byrjan, so vónandi verða málini eisini fleiri
í tali, segði nigerianski áleyparin hjá Skála.
-mørk
Móti einum KÍ-liði,
sum sjáldan togaði í
felag, eydnaðist Skála
at seta trý virðismikil
stig á kontina
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skal KÍ ikki aftur í ár fáa
ein ávísan likamslut í vatn-
skorpuna, so skal ein heilt
annar vilji til, enn liðið vísti
á Skála sunnudagin.
Har høvdu flestu klaks-
víkingar helst vónað, at KÍ
skuldi vinna sær fyrstu
stigini á árinum móti einum
heimaliði, sum í fyrsta um-
farinum var fyri risa-tapi í
Gundadali.
Sama risa-tapið tóktist
eisini hava sína ávirkan á
liðið hjá Skála fyrstu løtuna
av dystinum. Millum lítið
og einki hekk saman hjá
einum nervatyngdum liði,
og fyrsta góða korterið sótu
vertirnir tungt á tí mesta.
Ikki minst var KÍ fleiri ferð-
ir vandamikið við deyð-
bóltsstøður, og tað var eisini
ein av hesum, sum gav
leiðslumálið,
tá
Símun
Joensen tveitti seg fram í
bóltin, sum hevði ferðast
eitt sindur aftur og fram í
málteiginum.
Obi revsaði
Tey flestu vildu kanska
sagt, at málið var júst tað,
sum skuldi til hjá KÍ, sum
nú veruliga kundi seta seg á
dystin. Stóra mistakið var,
at
spælararnir
í
bláu
búnunum tóktust samdir í
hesum.
Hóast Skála eina løtu
fekk betri pláss at spæla á,
so tóktust teir framvegis
ógvuliga
fjáltusstungnir.
Men heldur enn at royna at
finna eitt drepandi 2-0 mál,
góvu gestirnir at kalla alt
initiativ frá sær. Álopsspælið
varð avmarkað til at spæla
langar bóltar frameftir, og tí
hevði verjan hjá Skála
sjáldan teir heilt stóru
trupulleikarnar av.
Og spakuliga fekk Skála
veruliga lagt trýst á KÍ-
málið. Jákup Mikkelsen,
sum hevði verið mests um
arbeiðsleysur fyrstu longu
løtuna,
fekk
nú
fleiri
innlegg at taka sær av. Og
framman fyri málverjan
gjørdi verjan ikki dagin
lættari hjá honum.
Bæði Jákup og KÍ sluppu
tó við skrekkinum, tá eingin
hevði hug at tackla Alin
Balutoiu, sum tó langaði
bóltin á stólarótina. Men so
var eisini liðugt við ávar-
ingunum. Obi lat ikki møgu-
leikan fara, tá Ovi Nysted
var í gávuhýri, og so kundi
nigerianski áleyparin ísa-
kaldur
seta
fram
við
fyrrverandi liðfelaganum,
Jákup Mikkelsen.
Og KÍ kom sær ongan tíð
eftir steðgin. Hjá heima-
monnunum var sjálvsálitið
veruliga byrja at nærkast
hæddunum, og sæð burtur
frá onkrum sporadiskum
KÍ-royndum, so var tað
Skála, sum sat á tí mesta.
Obi gjørdist hetjan á
degnum, tá hann stútaði
hornaspark inn við nærm-
asta stólpa, og var hepnið
við honum, kundi hann
enntá skotið sær eitt reint
hat-trick, men úr fimm
metrum langaði hann bóltin
beint í krovið á Jákupi
Mikkelsen.
Mannfólkaavrik
Eingin ivi er um, at klaks-
víkingar eru alt annað enn
nøgdir við avrikið, sum
liðið
sýndi
sunnudagin.
Ikki minst tann veruleikin,
at spælararnir í sera lítlan
mun virkaðu sum ein eind,
man níva fast. Og ikki nívir
tað minni fast, at liðið enn
telist millum tey, sum einki
stig hava á kontini.
Hartil
tykjast
nýggju
spælararnir enn ikki at gera
tann munin, sum vónir eru
um. Bárðir brasiliumenninir
hava góðar tekniskar før-
leikar, men tað var sjáldan,
at nakað veruligt moment
var í hesum. Og við at
bjarga sær eitt býttisligt
reytt kort í yvirtíðini mundi
Rodrigo ikki verða tann
best umtókti spælarin á
heimferðini.
Hjá Skála var fagnaðurin
eftir dystin skilligur. Fyrst
og fremst lá hart arbeiði
aftan fyri vendini frá stór-
tapinum í Gundadali. Men
hartil munnu avrikini hjá
Arnhold
Berg
og
Obi
avgjørt hava fingið plussir í
karakterbókina hjá venjara-
num, eins og Pætur Dam
Jacobsen framdi eitt risa
arbeiðsavrik. At John Peter-
sen nú eisini hevur Alex-
andur Johansen, Bárð Dani-
elsen og Paula G. Hansen at
velja ímillum, ger ikki
støðuna verri, og sjálvur
fekk John seinastu løtuna
prógvað, at fótbóltsevnini
eru intakt, hóast navna-
brævið um fáar dagar fer
upp um tey 36.
Skála-KÍ 2-1 (1-1):
Skála og Obi vildu meira
Spældu ikki sum lið
Hjá KÍ var lagið alt annað enn gott eftir dystin. Ein
av fáu spælarunum, sum kann vera hampuliga væl
nøgdur um sítt avrik, var Kristoffur Jacobsen, sum tó
ikki fjaldi, at hann var sera vónbrotin.
- Fyrstu 15-20 minuttirnar gera vit tað, sum vit
skulu gera, men so sleppa vit tí og lova teimum inn í
dystin. Tá teir so fáa eitt mál fyri steðgin, fáa teir
veruliga blóð upp á tánna, og so koyra teir á í seinna
hálvleiki.
Og fyri tykkara viðkomandi var líkt til, at tit
stríddust ikki nóg nógv fyri sakini?
- Ja, tað haldi eg. Vit detta ov langt frá hvørjum
øðrum, og menn arbeiða ikki fyri hvørjum øðrum.
Og tá er ikki so nógv at gera. Og slettis ikki, tá Skála
stríðist, sum teir gera í dag.
Og tit hava trupla uppgávu, tá tit skulu royna at
reisa tykkum?
- Móti HB ræður um at gera alt tað, sum vit eru
mentir. Tað er jú ein klassikari, og eftir dystin í dag
eru vit noyddir at reisa okkum, segði Kristoffur
Jacobsen.
-mørk
Obi er fyrr enn Jákup Mikkelsen á bóltinum og stútar í
netið til 2-1
Tað vóru Pætur Dam Jacobsen og hansara menn, sum stríddust betur enn Heðin á Lakjuni og KÍ
Mynd: Álvur
Claus tapti ímóti finalistunum
Walisiska liðið Cardiff hevur púra óvæntað spælt seg í ensku FA
Cup finaluna í ár. Um vikuskiftið spældu teir ímóti Blackpool, sum
hevur Claus Bech Jørgensen. Hann spældi tó ikki við í hesum
dystinum, tí hann var skaddur. Cardiff vann dystin 3-1. Walisarnir
vóru á odda 3-0, áðrenn Blackpool minkaði um munin við einum
máli seint í dystinum.
Holst var nær við
Einki mál kom í dystinum millum Lyngby og Randers á
Lyngby Stadion um vikuskiftið. Botnliðið í superliguni
skal hava nógv stig fyri at finna seg upp um strikuna, og
ein møguleiki var í dystinum ímóti Randers. Tað eydn-
aðist tó ikki Lyngby at skora, og dysturin endaði mál-
leysur. Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge
Holst var nærmast á skora, men hann sendi eitt innlegg
á stongina.
KÍ
Skála