mánadagur 14. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 71 - 14. apríl 2008 ]
Frálíkt undirhald
Nú talan var um 10. gallaveitsluna høvdu fyrireikararnir
veruliga spent seg út. At standa fyri undirhaldinum til
borðhaldið høvdu teir fingið Jákup Veyhe, og hann spardi
hvørki høgan ella lágan, tá hann kom við speiskum
viðmerkingum av pallinum. At stuðla sær til tónleikin
hevði Jákup Kim Hansen, so eisini tann parturin var
veruliga í hásætinum.
Seinasta dómaraveitslan
Fjórða árið á rað var tað Dómarafelagið, sum skipaði fyri
gallakvøldinum í hondbólti. Við á leið 300 gestum ber illa
til at siga annað, enn at átakið var framúr væl eydnað, og hjá
dómarunum mundi hetta eisini kennast sum eitt sera gott
punktum. Teir hava nevnliga gjørt av, at nú eiga feløgini
aftur at taka um endan, soleiðis at teir bert verða gestir, tá
gallaveitslan vónandi er aftur á skránni í 2009.
Nógvir vinnarar vóru,
tá hondbólturin hevði
rimmar gallakvøld
um vikuskiftið.
Størsta heiðurin
fingu Sveinur
Justinussen og Daiva
Toumaite, sum vórðu
kosin sum bestu
spælararnir í nú farna
hondbóltsárinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Gallaveitslan hevur ongan
tíð verið størri enn tað
sama, tá dyrnar vórðu lætn
ar upp í Ítróttarhøllini í
Hálsi fríggjakvøldið.
Við á leið 300 veitslugest
um varð lagt upp til ein
rimmar enda upp á hond
bóltsárið, og illa ber til at
siga annað enn, at flestu
gestirnir mundu fara væl
nøgd til hús, tá klokkan
aftur
nærkaðist
teimum
ljósu tímunum leygardagin.
Umframt reyp og prát um
tað, sum var hent seinasta
hálva árið, var hæddarpunkt
ið á veitsluni sjálvandi, tá
bestu spælararnir á árinum
skuldu kjósast.
Heiðrarnir vóru nógvir í
tali, men eingin teirra størri
enn heiðurin ársins spælari.
Ein heiður, sum ikki óvænt
að fór til Svein Justinussen
og Daivu Toumaite úr
ávíkavist StÍF og VB.
Men hartil vórðu nógvir
aðrir vinnarar eisini kosnir,
eins
og
dómarafelagið
mundi kenna seg sum stór
an vinnara, nú gallaveitslan
veruliga hevur fingið eina
endurreisn. Fyri fýra árum
síðani var nevnliga um repp
ið, at tiltakið datt niðurfyri,
men skal metast eftir fríggja
kvøldinum, so tann vandin
ikki longur serliga ítøki
ligur.
Daiva og Sveinur vór
Bestu verjuspælararnir í 2007/08. Borgar Danielsen og Durita Christopherse
Høllin var veruliga snollað upp, soleiðis at veitslugestirnir høvdu best hugsandi karmar at hugna sær í