Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 71 - 14. apríl 2008 ] Undan kappingar­ byrjan vóru teir dømd­ ir til niðurflyting, og nú brúka fuglfirð­ ingar døpru spá­ dómarnar í stríðnum fyri at sleppa undan aftastu plássunum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fríggjakvøldið eydnaðist tað ÍF fyri fyrstu ferð í 28 ár at vinna landskapp­ ingardyst í Sarpugerði í Gøtu. Úrslitið var 1­0, og tað var miðvallarin Frank Poulsen, sum skoraði málið, tá ið ein hálvur tími var farin. Frank fekk bóltin eitt sindur úr høgru, sneiddi framvið tveimum, og møguleikin sá út til at vera minkaður og næstan burtur, tá ið hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum. Bólt­ urin streyk tó í málið, og eftir lokið stríð vísti tað seg at hava virði av trimum stigum. Tað vóru møguleikar í báðum endum, men mál­ verjarnir báðir – Andras Gango hjá ÍF og Geza Turi hjá Víkingi – vóru sannir brandar. Teir báðir syrgdu fyri, at tað ikki vórðu skorað væl fleiri mál. Uppgerðin Tað hevði verið so upplagt við yvirskriftini, sum segði, at David Jones kom, sá og sigraði. Men Liverpool maðurin, sum fuglfirðingar halda so nógv av, var ikki á ÍF beinkinum fríggjakvøld­ ið. Arbeiðsloyvið er ikki komið upp á pláss. Tí er tað Roy Róin, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Jón Simonsen og Ábraham Løkin, ið hevði ábyrgdina, tá ið ÍF vann fyrsta landskappingardystin nakrantíð ímóti Víkingi: ­ Vit eru sjálvandi ovur­ fegnir, og spælararnir eiga alt rós fyri fínt avrik. Eg haldi, at okkara vóru meiri tendraðir til grannaupp­ gerðina, sum ikki var eyð­ kend av harðligum nærdyst­ um og tí, sum tað kanska verður roknað við skal eyðkenna sovornar dystir, sigur ÍF venjarin. Hvør var munurin á liðunum? ­ Eg haldi, at okkara vóru meiri uppsettir, og eg haldi, at verjuparturin var góður. Tað hekk væl saman millum keturnar, og tað gjørdi tað alla tíðina, heldur Roy Róin, sum ikki dugir at siga, um tað verður hann ella David Jones, sum fer at hava ábyrgdina næstu ferð, tá ið Skála fer at vitja í Fuglafirði. Tað valdast um, hvussu tað verður við formliga loyvinum hjá David Jones. Serliga fegin er venjarin um, at ein av ungu fugl­ firðingunum átti síðsta fótin í málinum, sum bar sigurin við sær: ­ Útlendingarnir hjálpa væl til, men tað hevur stóran týdning fyri Fuglafjørð og ÍF, at tað eru fuglfirðingar á liðnum. Frank Poulsen var yngsti maður millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur góð evni, og tað eigur at vera pláss fyri honum og øðrum fuglfirðingum, sum hava evni og áræði at spæla. Uppskriftin ÍF hevur seinastu árini ferð­ ast nógv millum tvær tær bestu deildirnar. Og undan hesum kappingarárinum hevur verið roknað við, at ÍF er ein av fremstu kandi­ datunum at flyta niður. ­ Tað hava vit noterað okkum, og vit hava sagt við spælararnar, at teir hava alt at vinna og einki at tapa. Málið er at sleppa undan niðurflytingini, og tað er langur vegur enn. Nú mugu vit hava fokus á næstu uppgávuni, og sjálvandi er tað hugaligari at venja, tá ið tað hesa ferð eydnaðist at vinna trý stig, sigur Roy Róin. Kom sigurin óvart á tykkum? ­ Tú fert altíð á vøllin fyri at fáa stig og vinna. Tá ið vit taptu í Gundadali ímóti B36, sá tað ikki so galið út. Ta ferðina vóru vit tó yvirspentir, og vit gjørdu nógv óneyðug fríspørk á hála vøllinum. Hesa ferð høvdu vit betri tak á okkum sjálvum, og tíbetur hilnaðist tað væl. Víkingur-ÍF 0-1 (0-1): Hjá ÍF kann tað bara ganga ein veg Enski David Jones mátti standa uttan fyri girðingina og hyggja at, meðan hansara menn stríddu seg til sigurs í Sarpugerði. Enn eru pappírini hjá bretanum ikki komin í rættlag, og í hansara stað hevði Roy Róin ábyrgdina av liðnum Mynd: Bárður Lydersen Søguligur sigur Fríggjakvøldið hittust grannaliðini Víkingur og ÍF fyri fyrstu ferð nakrantíð í landskapp­ ingardysti. Tí var talan um søguligan ÍF sigur. Fuglfirðingar hava annars bara eina ferð áður vunnið landskapp­ ingardyst ímóti besta liðnum hjá gøtumonn­ um í Sarpugerði. Fyrsta árið, GÍ spældi í bestu deildini, var í 1980. Tað árið vann ÍF 3­0 í Gøtu. Síðani hevur GÍ vunnið nógvar sigrar á ÍF í Gøtu. Størstu eyðmýkingarnar vóru í 1985, tá ið tað endaði 9­0 og í 1994, tá ið GÍ vann 8­0. Í fjør 2006 vitjaði ÍF tvær ferðir í Gøtu, og tá eydnaðist tað at vinna eitt stig. Aðru ferðina vann GÍ 3­0, og hina ferðina endaði tað 1­1. Og fríggja­ kvøldið – fyri fyrstu ferð síðani 1980 – eydnaðist tað ÍF at vinna øll stigini í Gøtu. AaB tapti í Herning AaB, sum ikki hevði Jón Róa Jacobsen í hópinum tapti sín fyrsta dyst í SAS­liguni í vár, tá teir á útivølli í Herning taptu 0­2 ímóti FC Midtjyllandi. Miðjútlendingarnir høvdu tað mesta av spælinum, og eftir 53 minuttirs spæl legði Mikkel Thygesen FCM á odda 1­0. Í yvirtíðini økti Danny Olsen til 2­ 0. AaB hevur 49 stig fyri 24 dystir, FCM hevur 44 stig fyri 24 dystir. FC Keypmannahavn hevur 43 stig fyri 23 dystir, og teir leika seinni í dag í Odense ímóti OB, sum er nr. 4 við 38 stigum. Jón Rói Jacobsen leikti við eykaliðnum hjá AaB, sum tapti 1­3 ígjár ímóti Varde í 2. Deild Vestur. ÍF Føroyar tapti aftur Tað eydnaðist ikki hjá ÍF Føroyum at vaska keðiliga tapið frá fyrsta leikdegi av sær, tá liðið leygardagin á útivølli møtti KFUM. Fyrri hálvleikur var annars rímiliga javnur, og var føroyska útisetafelagið aftanfyri 2­1. ÍF Føroyar kom afturum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men Vagnur Mohr Mortensen javnaði stutt eftir. Gleðin var tó stutt, tí beint fyri hálvleik skoraði KFUM aftur. Í seinna hálvleiki skoraði KFUM tvey mál aftrat, áðrenn Bjarni Justinussen minkaði um munin til endaliga úrslitið 4­2. Tapið fyri KFUM var á ongan hátt nøktandi hjá ÍF Føroyum, sum í morgin spælir móti Bispebjerg. Vagnur Mohr Mortensen var av liðfeløgunum valdur at vera dagsins leikari eftir dystin.