Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 71 - 14. apríl 2008 ] Bayern nærkast gullinum Týska felagið FC Bayern er nær við at vinna enn eitt meistaraheiti. Um vikuskiftið vann Bayern heili 5-0 ímóti Dortmund, sum teir eisini skulu spæla steypafinalu ímóti. Toppskjúttin Luca Toni gjørdi tvey av málunum. Bayern er heili 10 stig frammanfyri næstfremsta liðið í týsku bundesliguni, nú seks umfør eru eftir at spæla. Atli fekk fult Lagið í Frem leguni er gott. Frem vann 1-0 móti Frem í Valby, og sigurin var ógvuliga kærkomin. Hann ber við sær, at Frem lyftir seg uppaftur longur frá niðurflytingar- hóttanini. Hon hevur kenst stór, síðani DBU í vetur gjørdi av, at Frem orsaka av fíggjarligum óskili skuldi missa seks stig. Atli Danielsen var aftur í dag á Frem miðvøllin- um, har hann hevur týdningarmiklan leiklut. Málið í dag skoraði Fosu Boateng í 9. minutti. Mikukvøldið var Frem partur av málleysum javnleiki, tá ið teir spældu í Nykøb- ing ímóti NFA. Gjørdi mína skyldu Trífaldi málskjúttin hjá EB/Streymi, Arnbjørn Hansen, var ikki fegin um nógv annað enn úrslitið eftir dystin. - Har var als ikki nógv gott at peika á. Bara málini gjørdi mun- in. Vit vunnu alt ov fáar bóltar, og B68-leikarar- nir vóru nógv grammari enn vit, segði Arnbjørn peikandi á, at serliga miðvøllurin ikki spældi væl. 22 ára gamli kollfirð- ingurin hevur í fleiri at- løgum verið í landsliðs- hitanum, og eigur eisini nakrar landsdystir á baki. Hann hevur fram- vegis vónir um at bíta seg fastan á landsliðn- um, og hattrikkið gjørdi neyvan vónirnar verri. - Hattrikk skorar tú ikki hvønn dag. Men ein áleypari skal helst skjóta mál, og tað var tað eg gjørdi, segði ein heldur róligur Arnbjørn Hansen. Væl nøgdur við avrikið Einasti málskjúttin hjá B68, Jann Ingi Petersen, var, hóast tapið, væl nøgdur við avrikið hjá liðnum. - Vit spældu ein góð- an dyst, og eg meti ikki, at hatta var eitt rættvíst úrslit. Vit standa sera væl á vøllinum, og teir koma ikki fram til nógvar málmøguleikar. Men teir eru eitt topp- lið, og hava hepnið við sær, heldur Jann Ingi. Tvey tap í tveimum teimum fyrstu dystun- um, og málúrtøkuna 2- 7. Er hetta nøktandi? - Sjálvandi er tað keðiligt at hava latið sjey mál inn, men vit eru byrjaðir at skapa nógv fleiri málmøgu- leikar. Liðið er eisini væl betur mannað nú, enn við kappingarbyrj- an, sigur Jann Ingi Pet- ersen at enda. Við hattrikki var Arn­­ bjørn­ Han­sen­ stóri sigursharrin­, tá ið han­n­ og EB/Streymur heima við Margáir vun­n­u 3­1 á uppflytar­ un­um úr B68 Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo EB/Streymur vísti ikki nak- að sannførandi spæl, tá ið teir á heimavølli fingu vitj- an av B68. Toftamenn stríddust sera væl, og hetta gjørdi uppgávuna hjá steypa- vinnarunum úr Sunda- lagnum trupla. Eingin fótbóltsuppliving Veðurlíkindini við Margáir vóru á góðari leið. Nøkur vátaslettingsæl vóru at sjá, men hetta darvaði ikki spæl- inum nakað serligt. Tó var fyrri hálvleikur ikki nakar væl leiktur hálvleikur. B68 stóð væl á vøllinum, og hetta sá út til at bremsa spæl- inum hjá EB/Streymi, sum ofta hevur sæð betri dagar. B68 royndi seg mest við longum bóltum, og hetta var ikki júst ynskið hjá heima- liðnum, sum av hesi orsøk kom til at geva nakrar mál- møguleikar til B68. Hóast yvirvág til B68, var tað heimaliðið, sum fekk fyrsta málið. Mikkjal Thomassen fekk bóltin á miðjum vølli, og spældi bóltin víðari til Marna Djur- huus. Marni legði síðan ein bleytan bólt til Arnbjørn Hansen, sum vísti hvussu vandamikil hann er, og sendi bóltin í netið til 1-0. B68 fór tó ikki niður við høvdinum, og hildu fram við at stríðast. Hetta gav úrslit stutt undan hálvleikin- um, tá ið teir fingu tillutað brotsspark. Hetta brots- sparkið umsetti Jann Ingi Petersen til mál, og so kundi B68 sleppa til hálvleiks við javnleiki 1-1. Arnbjørn gjørdi bart EB/Streymur fekk um endan í seinna hálvleiki, og byrjaði at fáa betri skil á uppspælið. Í løtum sást sera gott spæl, og tað var eisini hetta, ið førdi til, at heimaliðið legði seg á odda. Eitt væl spælt álop í høgru síðu endaði við, at innskifti Marcell Balog sendi bóltin fyri føturnir á Arbirni Hansen, sum við sínum næsta máli legði EB/ Streym á odda 2-1. Felagsliðið úr Sundalagn- um fekk enn eitt mál í dyst- inum. Hanus Eliasen legði væl innfyri úr høgru, og hvør annar enn Arnbjørn Hansen setti bóltin í netið. 3-1 gjørdist endaliga úrslit- ið, og við sínum trimum málum gjørdist Arnbjørn Hansen stóri munurin mill- um liðini, sum ikki góvu væl uppmøttu viðhaldsfólk- unum nakra stóra fótbólts- uppliving. EB/Streymur hevur fram- vegis fult stigatal við seks stigum fyri tveir dystir, með- an B68 má halda fram við at jagstra teirra fyrstu stig. EB/Streymur-B68 3-1 (1-1): Arnbjørn flongdi uppflytararnar Kristiansgøta 41 · FO-188 Hoyvík · Tel. 233040 / 233041 Vit átaka okkum alt arbeiði innan hita, vatn, ventilatión og sanitet. Fótbóltskappingin Tað tók sína tíð áðrenn EB/Streym megnaði at basa B68 Mynd: Sofus D. Johannesen B68 EB/Str.