mánadagur 14. apríl 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 71 - 14. apríl 2008 ]
Við næstan tvey
siffraðum úrslitum,
vunnu bæði suður
oyarliðini í næstbestu
føroysku fótbólts
deildini hjá monnum,
knúsandi stórsigrar,
tá tey bæði høvdu
vitjan norðanfjørðs.
TB vann 70 og VB/
Sumba vann 80, og
liggja suðuroyarliðini
ávíkavist nummar eitt
og tvey í næstbestu
deildini
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Eftir at næsta umfar varð
avlýst vegna veður, hava
liðini í 1. Deild bíðað spent
eftir at sleppa í eldin aftur,
og tað sást eisini aftur í
teimum trimum dystunum,
ið avgreiddir vóru um
vikuskiftið.
Stórur munur
á liðunum
Bæði á Tvøroyri og í Vági
var talan um knúsandi
heimasigrar, og himmal
víður munur var á liðunum.
Soleiðis eigur tað eisini at
vera, tá man hugsar um at
tað vóru næstbestu liðini
hjá EB/Streymi og KÍ, ið
vitjaðu í Suðuroynni. Men
hóast alt, so skal tað ikki
takast meira frá avrikunum
hjá TB og VB/Sumba.
Á Tvøroyri var tað serliga
nýkomni havnamaðurin í
TB, Jóhan Eivind Mourit
sen, ið gjørdi bart, við at
skjóta hattrick. Hann var
eisini væl hjálptur av aftur
venda
porkenninginum
Olivuri Abrahamsen,
ið
síðan
kappingarenda
í
síðsta
kappingarári,
har
hann gjørdist besti mál
skjútti í 1. Deild, hevur tikið
sær av løttum, og ferðast
eitt sindur. Um vikuskiftið
var hann so av fyrsta sinni í
ár aftur á liðnum, og ikki
kann sigast annað, enn at
hann
kom
væl
frá
uppgávuni. Við tveimum
málum í 70 sigrinum,
hevur hann longu togað seg
eitt vet upp eftir toppskjút
tarlistanum, har hann van
liga plagar at vera. Tvørá
menn eru sera fegnir um at
fáa hendan evnaríka suð
ringin aftur á liðið, og vóna
og vænta at henda góða
gongdin fer at halda fram.
Bert eitt lið í Vági
Frá fyrsta bríksli, var bert
eitt lið á vøllinum vesturi á
Eiðinum. Næstbesta liðið
hjá KÍ var so rudduliga við
undirlutan, og vóru noyddir
at fara norð um suður
oyarfjørð aftur, ongul í reyv,
við einum 80 ósigri í
skjáttuni.
Oddadystur í Vágum
Í Sørvági hevði nýggja liðið
í Vágum, 07 Vestur vitjan
av argjamonnum úr AB.
Hesi bæði liðini, saman við
suðuroyarliðunum, eru tey
einastu, ið hava møguleika
til at flyta upp í bestu
deildina, og var spenn
ingurin tískil ikki sørur,
undan dystinum. Eisini var
spenningur,
at
síggja,
hvussu liðini eru fyri, tí
hetta
var
ársins
fyrsta
sokkallaða oddabrak, hóast
tað enn er tíðliga at tosa um
oddabrak.
Hvussu er og ikki, so var
dysturin eins spennandi og
væntað var. Eitt skifti var
heimaliðið gamaní á odda
heili 41, men við tveimum
málum móti endanum, fekk
AB pyntað heilt væl um
úrslitið. Í Útvarpi Føroya
leygardagin, var Albert Ari
Thomassen
spurdur
um
dystargongdina, og hann
visti at siga, at Dysturin
eins væl kunid farið til AB.
Munurin tóktist kanska at
vera neyvleikin í álops
partinum.
Sjálvt
spælið
gekk kanska eitt sindur
betur hjá gestunum. Men tá
alt
avtornaði,
tá
var
heimaliðið við yvirlutan,
og vann 43.
Bert tríggir dystir
Orsøkin til at bert tríggir av
fimm
dystum
vórðu
avgreiddir, er tann, at NSÍ
og HB, innanhýsis eru
komin ásamt um at flyta
dyst teirra, vegna luttøkuna
hjá formula liðnum hjá NSÍ
í Atlantic Cup. Meðan
Víkingur og B68 eru komin
ásamt um at flyta dyst teirra
til 18. apríl.
Suðuroyarliðini gjørdu bart
TB-EB/Str. 7-0 (1-0)
1-0: Dan Mortensen
2-0: Allan Poulsen
3-0: Jóhan Evind Mouritsen
4-0: Olivur Abrahamsen
5-0: Jóhan Eivind Mouritsen
6-0: Olivur Abrahamsen
7-0: Jóhan Eivind Mouritsen
VB/Sumba-KÍ 8-0 (4-0)
1-0: Birgir Jørgensen
2-0: Dan Djurhuus
3-0: Kári í Lágabø
4-0: Jón K. Poulsen
5-0: Jón K. Poulsen
6-0: Jónar Dahl
7-0: Pól Thorsteinsson
8-0: Birgir Jørgensen
07 Vestur-AB 4-3 (3-1)
1-0: Silva da Braga, 4.
1-1: Tróndur Sigurðsson, 8.
2-1: Jovan Panic, 44.
3-1: Jens Erik Rasmussen, 45.
4-1: Tór Ingar Akselsen, 55.
4-2: Allan Mørkøre, 61.
4-3: Allan Mørkøre, 90.
NSÍ-HB dysturin er útsettur, og Víkingur-B68 dysturin er
ásettur at verða spældur 18 apríl.
Úrslitini í triðja umfari
Cech kanska at spæla aftur í kvøld
Avram Grant útihýsur ikki, at Petr Cech spælur við í Chelsea dystinum í Premier League móti
Wigan. Cech hevur í eina tíð spælt við einum hjálmi, eftir at hann var so illa skaddur í einum
dysti í síðsta kappingarári. Í alt ár hava vit hyggjarar so vant okkum við hendan svarta hjálmin hjá
stinna kekkiska málverjanum. Nú er sannlíkt, at Cech aftur verður at síggja, men hesaferð, og
kanska í eina tíð framyvir, við nýggjum hjálmi. Orsøkin til nýggja hjálmin, er nýggjasti skaðin
hjá Cech, ið var so óheppin at fáa ein ordans uppá kjaftin, tá hann brast saman við Tal Ben Haim,
undir einari venjing hjá Chelsea. Cech fekk heili 50 pentur í andlitið, men sum sagt, so verður
hann møguliga í eldinum aftur í kvøld, við einari masku áfestari hjálminum. Spurningurin er
kanska, um ikki hann skuldi heilgardera seg við at tikið ein hjálm, ið verður nýttur av
íshockeymálverjum.
Pól Thorsteinsson í verjustøðu
Olivur Abrahamsen, ið fer fram eftir vonginum