mánadagur 14. apríl 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 71 - 14. apríl 2008 ]
Christian rakti stongina
Hóast 11 ímóti 10, so fingu teir í Lyngby bert javnleik 0-0 ímóti
Randers. Ígjár høvdu Lyngby og Christian Lamhauge Holst ein
gyltan møguleika at fáa 3 stig ímóti Randers á heimavølli. Men
hóast teir í Lyngby leiktu 11 ímóti 10 í 48 minuttir, so eydnaðist
ikki at fáa bóltin inn um málstrikuna, og Lyngby mátti taka til
takkar við einum 0-0 javnleiki. Í byrjani av 1. hálvleiki hevði
føroyski landsliðsleikarin ein risamøguleika at leggja lið sítt á
odda, men skotið hjá Christiani brast í stongina. Bert 1.500 fólk
vóru til dystin. Lyngby er aftast í SAS-liguni við 11 stigum,
Viborg hevur 15 stig, og AGF hevur 21 stig.
Endiliga bragdaði hjá Sylla
Sylla var annar av málskjúttunum, tá Birkirkara koppaði verandi
meistarunum í fjórðingarfinaluni í maltesisku steypakappingini.
Sylla var í dag aftur millum málskjúttarnar hjá Birkirkara, tá liðið
vann seg í hálvfinaluna í maltesisku steypakappingini. Á heimavølli
vunnu Sylla og liðfelagarnir við 2-1 á verandi meistarunum,
Marsaxlokk. Gestirnir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki, men mið-
skeiðis í seinna umfarinum javnaði fyrrverandi B36-framherjin.
Sigursmálið kom lítla løtu seinni. Hetta var fyrsta málið hjá
fílabeinsstrandinginum í fýra dystir.
Manchester United
komu, frá at vera 1-0
aftanfyri, til at vinna
2-1, móti Arsenal
á Old Trafford um
vikuskiftið, og sigurin
hevur við sær, at
»The Gunners« mugu
ásanna, at teir onki
vinna í ár. Aðrastaðni,
mest sum staðfesti
Liverpool sær fjórða
plássið, við at vinna
tryggan heimasigur
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Skuldi Arsene Wenger og
hansara menn í Arsenal,
gera sær nakrar vónir um
veruliga at koma inn í meist-
araheitsstríðið aftur, var tað
eitt ófrávíkiligt krav, at teir
máttu koma sigrandi aftur
til London.
Gingið av skriðuni
síðan í februar
Arsenal hava havt eitt heilt
undarligt kappingarár. Teir
byrjaðu kappingina sum eitt
óløgið, og vunnu nógv. Tað
skuldi ganga heili 16 umfør,
áðrenn teir taptu fyrsta dyst
sín, og var tað á útivølli móti
Middlesbrough, 9. desember
2007. Vælsamanhangandi og
væl flótandi avleveringsspæl-
ið hjá ungu Arsenal monnun-
um hugtóku mong, og tað
var ikki av ongum, at teir eitt
skifti lógu heili fimm stig
frammanfyri argastu kapp-
ingarneytar sínar, Manchester
United. Men so kom myrki
februar mánaði, har alt hugs-
andi endaði galið, og síðan tá
hevur gingið av skriðuni til
hjá London liðnum. 16. febru-
ar vórðu teir bangaðir út úr
F.A. Cup steypakappingini
av sjálvastu United, og so
kom veruliga krakkið í Birm-
ingham, har ungi og evnaríki
Eduardo fekk eina grova
takkling og breyt beinið.
Síðan tá hevur Arsenal bert
vunnið tveir dystir. Ein í
Premier League móti Bolton
og ein í Champions League
móti AC Milan (báðir á úti-
vølli). Hvat er høvuðsorsøkin
til hesa undarligu vend, er ilt
at meta um, men givið er, at
tapið móti United í februar
og skaðin hjá Eduardo, um-
framt hjá øðrum lyklaleikar-
um, so sum Robin van Persie,
hevur sett síni djúpu spor í,
hjá óroyndu Arsenal leikarun-
um.
Á Old Trafford spældu Ars-
enal fyri sínum – í veru-
leikanum – síðsta møguleika,
og málmøguleikar trutu held-
ur ikki. Fleiri ferðir kom ser-
liga Emmanuel Adebayor at
standa leysur, men inn vildi
bólturin ikki. Í hinum end-
anum noyddist Jens Lehmann
eisini at vísa seg frá síni heilt
góðu síðu, tá hann meira enn
einaferð bjargaði í ein móti
einum støðum móti Wayne
Rooney. Ferðin var sera høg,
og spælið bylgjaði úr einum
enda í annan. Hálvleiksstøðan
var tó málleysur javnleikur.
Mál við hondini
Seinni hálvleikur var ikki
meira enn byrjaður, tá Arse-
nal, og ágangandi Robin van
Persie brutu gjøgnum vinstra
borði. Innleggið, ið kom hart
og tætt móti málmanninum,
náddi Emmanuel Adebayor
at skumpa innum mállinjuna,
og tá sjónbandaupptøkur aft-
aná vórðu eftirhugdar, sást,
at hondin var nýtt hjá áloyp-
aranum úr Togo, men (Togo)-
lúðurin
hjá
dómaranum
tagdi, og so var Arsenal á
odda. United svaraðu tó
skjótt aftur, og áðrenn fimm
minuttir vóru farnir fingu
teir tillutað brotsspark, eftir
at William Gallas var óheppin
at fáa hondina á bóltin. Brots-
sparkið tók Cristiano Ron-
aldo sær trygt av, og tað vísti
seg at dupultinnskiftingin av
Anderson og Carlos Tevez,
stutt eftir hetta skuldi venda
gongdini somikið, at United
endaði omaná. Tá 70 minuttir
vóru spældir fekk United frí-
spark, og tað væntaðu øll, at
Ronaldo fór at taka sær av.
Hetta vildi Owen Hargreaves
tó ikki lata sær lynda, og tók
sjálvur eitt framúrskarandi
flott fríspark, ið Jens Leh-
mann bert kundi hyggja eftir.
Hann stóð sum negldur.
Liverpool og Torres
enn einaferð
Liverpool høvdu vitjan av
Blackburn um vikuskiftið,
og høvdu teir ein gyltan
møguleika til at leggja seg
enn tryggari á fjórða pláss-
ið, eftir at Everton bert fekk
1-1 javnleik móti Birming-
ham.
Liverpool hevði eisini
leikliga yvirvág frá byrjan,
tó avbrotið av einkultum løt-
um, tá Blackburn og Rogue
Santa Cruz høvdu hug at
sprella. Liðini fóru málleys
til hálvleiks, og ikki fyrr
enn 15 minuttir inn í seinna
hálvleik bragdaði hjá heima-
liðnum. Liðskiparin Steven
Gerrard var aftur hesaferð
maðurin á blettinum, tá
hann við einum vøkrum 1-
2 samanspæli við Lucas
Leiva fekk smoygt sær
innum verjuna og skorað.
Eftir hetta hevði Liver-
pool yvirtakið, og tá átta
minuttir
írestaðu,
fekk
Fernando Torres skorað sítt
30. mál í kappingarárinum,
tá hann fekk eitt innlegg frá
Gerrard. Eitt avrik, ið má
metast at vera framúrskar-
andi, tá hugsað verður um,
at hetta er hansara fyrsta
kappingarár. Móti dystar-
enda skoraði fyrst Andriy
Voronin, áðrenn Santa Cruz
fekk pyntað eitt sindur um
endaliga úrslitið 3-1.
Gott »comeback« hjá United
Birmingham-Everton 1-1 (Zaráte - Lescott)
Bolton-West Ham 1-0 (Kevin Davies)
Derby-Aston Villa 0-6 (Young, Carew, Petrov, Barry,
Agbonlahor, Harewood)
Liverpool-Blackburn 3-1 (Gerrard, Torres, Voronin –
Santa Cruz)
Man. Utd.-Arsenal 2-1 (C.Ronaldo, Hargreaves -
Adebayor)
Portsmouth-Newcastle 0-0 ()
Reading-Fulham 0-2 (McBride, Nevland)
Sunderland-Man. City 1-2 (Whitehead – Elano,
Vassell)
Tottenham-Middlesbrough 1-1 (s.m. - Downing)
Í kvøld spælur Chelsea á heimavølli móti Wigan.
Úrslitini, ný fýra umfør íresta:
Her verður bólturin
skoti upp um Arsenal-
múrin, og í netið til
støðuna 2-1 til United