Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 14. apríl 2008 31 tíðindi Næstformaðurin í Vinstra, føroyskt gifti Lars Løkke Ras­ mussen, er ikki longur so upplagdur eftir­ maður hjá Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharri í Danmark Politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Til fyri kortum hevur so at siga ongin dani sett spurn­ artekin við Lars Løkke Rasmussen sum eftirmann hjá Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharra í Danmark. Soleiðis er ikki longur. Meiri enn annar hvør dani – ella ein meiriluti upp á 54,5 prosent – halda hann vera óegnaðan til starvið, meðan 31,6 meta hann vera egnaðan. Tølini koma fram í eini veljara­ kanning, sum Rambøll Management hevur gjørt fyri Jyllands­Posten í tíðarskeiðnum 7.­10. apríl. Lars Løkke Rasmussen hevur í seinastuni verið fyri hørðum atfinningum frá serliga Sosialdemokratun­ um orsakað av óskili í pengaskjølum frá tíð hans­ ara sum innaríkis­ og heilsumálaráðharri. Sjálvur vil Lars Løkke Rasmussen, ið hevur føroyska konu, ikki gera viðmerkingar til kanningina. Politiska framsøgukvinn­ an úr Vinstra, Inger Støj­ berg, heldur tað vera djúpt órættvíst, at smá mistøk og gloymska í ráharraskriv­ stovuni hjá Løkke kasta skugga á politisku úrslit hansara. Stjøberg heldur herferðina móti floksfelaga hennara vera eitt lágpunkt í donskum politikki. »Tað er politisk smálig­ heit, tí í veruleikanum hava tað bert verið mistøk í fýra út av 1.000 skjølum,« sigur framsøgukvinnan hjá Vinstra við Politiken. Ein meiriluti av dønum halda ikki, at Lars Løkke Rasmussen er egnaður sum forsætisráðharri, um Anders Fogh Rasmussen skuldi lagt frá sær, sum tað hevur ljóðað í seinastuni. lembing Jórunn Reginsdóttir Fía Niclasen Starvspraktikantar Nú er várið komið, og so smátt byrja smálombini at koma. Í Havn eru ikki nógv lomb at síggja enn, men á bygd eru fleiri at síggja. Enn er heldur tíðliga hjá seyði at lemba, tí vanliga byrjar lembingartíðin ikki fyrr enn um mánaðarskiftið ­ apríl­ mai. Kortini sóðu vit eitt sera elskuligt smálamb Yviri við Strond í morgun. Hetta, óivað tí heimaseyður vanliga lembur áðrenn hagaseyður. Løkke verri umtóktur Smálombini komin Hendan myndin av nýlembdum smálambi er tikin yviri við Strond fyrrapartin Mynd: Jens Kristian Vang