Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 tíðindi Nr. 71 - 14. apríl 2008 - Tíni 25 oyru gera mun. Nú 25 oyra eftir 133 árum takkar fyri seg, hava vit sett okkum fyri at savna hesi oyru til frama fyri gransking av sclerosu. Umleið 50 føroyingar eru raktir av sclerosu, sum er ólekilig, men granskarar gera stór framstig. Peningur til gransking kann betra um livikorini hjá sclerosuraktum, sigur nýggi formaðurin í Sclerosufelagnum, Mogens Eriksen, sum sjálvur fekk staðfest sclerosu fyri 13 árum síðan GranskinG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sclerosufelagið í Føroyum er nú farið undir at savna inn 25 oyruni, sum 1. okto­ ber í ár fara í søguna. Felagið hevur sett upp plastikbússur í handlum og kioskum, og higartil eru 60 bússur soleiðis komnar út um landið. Fleiri bússur eru bílagdar úr Danmark, har føroyska felagið er limur í danska felagnum, og sum dagarnir ganga, verða upp­ aftur fleiri bússur at síggja, sum hesi smáu 25 oyruni kunnu koyrast í. Mogens Eriksen gjørdist formaður í Sclerosufelagn­ um á aðalfundi felagsins 30. mars, tá ið Hendrik Jac­ obsen, sum hevur verið formaður seinastu árini, legði frá sær. ­ Nú 25 oyruni fara í søguna, eru vit saman við móðirfelagnum í Danmark farin undir at savna hesi oyru í bússur, sum vit seta upp í handlum og kioskum og aðrastaðni kring landið, sigur Mogens Eriksen. Umráðandi gransking Tú kanst ímynda tær, at tú ert til arbeiðis, og at øll orka knappliga er burtur úr kroppi tínum – eins og tá tú tekur stikkaran úr eini stikkontakt. Tú kanst gerast so troytt/ ur, at tú ikki hugs­ ar um annað enn at sova. ­ Soleiðis hava nógv fólk tað, sum eru rakt av sclerosu. Eyðkennið, sum verður rópt sclerosutroyttleiki, er eitt ósjónligt brek, sum hevur stóra ávirkan á lívsvirðið, og sum samstundis er trupult at greiða frá. Mogens sigur, at orsøkin til sclerosutroyttleika er í stóran mun ókend, og tí finst eingin viðgerð fyri hesum. ­ Men tað eru granskarar, sum fegnir vilja granska í hesum. Gransking kostar pening, og tað er tí, at vit saman við móðirfelagnum hava gjørt av at samla inn 25 oyruni til frama fyri gransking. Hann vísir á, at Sclerosu­ felagið í Danmark eitt nú hevur umsókn liggjandi til eina verkætlan, sum skal kanna, um sclerosutroytt­ leiki kann standast av broytingum í heilanum. ­ Um úrslitið vísir, at so er, vil granskarin, sum hev­ ur søkt um at sleppa at granska hesi viðurskifti, eftirfylgjandi gera royndir at viðgera troyttleikan við ávísum evnum. Mogens sigur, at alt eftir, hvussu nógvur peningur kemur inn við innsavnanini, bæði í Danmark og her heima, fer móðirfelagið at seta út í kortið, hvussu peningurin skal brúkast. ­ Á heimasíðuni hjá danska felagnum kann les­ ast, at gevur innsavningin 2 miljónir krónur, merkir tað, at meira peningur verður veittur til smáar danskar granskingarverkætlanir. Gevur innsavningin 5 milj­ ónir krónur, kunnu fleiri danskar granskingarverk­ ætlanir fáa stuðul og soleiðis koma í gongd – og í triðja lagi: Gevur inn­ savningin 10 miljónir krónur, merkir tað, at dýrari verkætlanir, sum kanningar av heilivági móti blóðtrýsti hjá sclerosuraktum, kunnu setast í gongd. Á bússunum, sum settar eru við handilsdiskar og aðrastaðni kring landið, er slagorðið, at “tíni 25 oyru gera munin”. ­ Í Danmark hava eini 70.000 fólk fingið staðfest sclerosu, og í Føroyum halda vit, at talið ikki er niðanfyri 50. Sclerosa kann ikki lekjast, men granskarar gera stór framstig, og tí kann peningur, sum kemur inn til gransking, betra um livikorini hjá sclerosuraktum. Mogens sigur, at føroyska felagið fær stóra hjálp frá danska móðirfelagnum, og tí kemur ein slík innsavning í Danmark og í Føroyum eisini sclerosuraktum føroy­ ingum til góðar. ­ Vit hava fingið 60 bússur heim higar og hava bílagt 60 aftrat. Seinni fara vit á okkara heimasíðu www.sclerosufelag.fo at kunna um, hvar hesar búss­ ur eru at finna kring landið, sigur hann. Fleiri kvinnur Formaðurin í Sclerosufel­ agnum sigur, at felagið hevur tilsamans 370 limir, harav 41 eru skrásett sum rakt av sjúkuni. Hinir eru stuðulslimir, serliga familja, vinir og kenningar hjá teimum raktu. ­ Tað eru nøkur fleiri rakt og búsitandi í Føroyum enn hesi 41, og vit vóna, at eisini hesi vilja gerast limir í felagnum. Orsøkin til, at øll ikki gerast limir, tá ið tey fáa staðfest sclerosu, kann vera, at tey ikki kenna felagið nóg væl – ella tí, at tey eru so tyngd av hesum veruleika, at tey ikki hava avlopsorku til at taka upp sambandið við felagið. Mogens sigur, at umleið 2/3 av teimum, sum verða rakt av sclerosu, eru ungar kvinnur í tríatiárunum, men vit hava eisini eina sum lim, sum er í tjúgunum. ­ Vit hava skilt, at yngsti danin, sum er raktur, er 19, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at í Føroyum var eingin staðfest sclerosa fyri seinna kríggj, men seinnu árini er ein nýggjur tilburður staðfestur við umleið einum til hálvum øðrum ári ímillum. ­ At sjúkan ikki fanst her fyri kríggið, haldi eg átti at verið áhugavert at hugt uppá – og kanska kundi hetta verið eitt høvi til gransking á økinum. Mogens sigur, at lækna­ vísundin veit, hvat sclerosa er, men vísindin veit ikki, hví tú fært hana. ­ Hetta er ein samantvinn­ ing av arvaeginleikum og øðrum viðurskiftum, og mín varhugi er, at tað, sum ger, at sjúkran fer í gongd, kemur uttaneftir. Mín varhugi er eisini, at títtleikin av sclerosu kemur líka sum í bylgjum. Hann sigur, at tað er verjuskipanin í kroppinum sum leypir á seg sjálva, og tí 25 oyru til gransking av sclerosu Banki bjóðar etiskar íløgur Føroysku fjølmiðlarnir hava í seinastuni varpað nógv ljós á, um føroyskar fyritøkur gera íløgur, ið kunnu metast at vera etiskt forsvarligar. Eitt nú íløgur í vápnaídnaðin ella fyritøkur, sum ikki virða mannarættindi, verða ikki mettar at vera etiskt í lagi, skrivar foroya.fo.Trupult kann vera at vita, nær ein íløga er etiskt í lagi, og tí er Føroya Banki nú farin at ráðgeva um etiskar íløgur. Ráðgevingin verður veitt í samstarvi við danska íløgufelagið Bankinvest Global Equities, Ethical Screening. Hendan íløgudeildin hjá Bankinvest setir saman partabrævaíløguna á ein sosialt ábyrgdarfullan hátt, skrivar Føroya Banki. ­ Føroysku fjølmiðlarnir hava umrøtt hetta evnið nógv í seinastuni, men enn hevur eingin ítøkiligur møguleiki fyri at gera etiskar íløgur verið nevndur. Hetta vilja vit gera nakað við, sigur Johnny í Grótinum, íløguleiðari í Føroya Banka.