Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 tíðindi Nr. 71 - 14. apríl 2008 verður ikki í sama mun sum við øðrum sjúkum roynt at byggja verjuskip­anina up­p­. - Í stuttum kann sigast, at sclerosa er bruni í nerva- skip­anini, og hesin bruni kann samanberast við, tá ið p­lastikkið fer av leidningum, og skip­anin korstsluttar. Skjót viðgerð Mogens Eriksen sigur, at tað er umráðandi fyri fólk, sum gerast rakt av sclerosu, at tey skjótast gjørligt koma í viðgerð. - Tað er týdningarmikið, at sjúkan verður staðfest, so viðgerðin við heilivági og møguligari venjing kann byrja. Gongur ov long tíð, áðrenn sclerosa verður stað- fest, kunnu fólk fáa varandi skaða á nervaskip­anina. Hann vísir á, at nógv ymisk og skiftandi tíðarskeið kunnu koma við sclerosu, men heilivágur kann gera, at tú fært færri tilburðir, har sjúkan rættiliga ger um seg. - Tú kanst fáa bakkøst, har tað gongur niður á bakka, men tú hevur eisini góð tíðarskeið, har nerva- skip­anin byggir seg up­p­- aftur. Tú verður kortini ong- antíð 100% aftur við sclerosu, tí tú slep­p­ur ikki av aftur við sjúkuna. Mogens sigur, at í Dan- mark fáa sclerosurakt ókeyp­is fysioterap­i, og í Føroyum kann lækni vísa teimum til fysioterap­i, tá ið hetta er neyðugt. - Tað er eisini umráðandi fyri samfelagið, at fólk við sclerosu eru virkin og arbeiðsfør so leingi sum gjørligt Formaðurin í Sclerosu- felagnum, sum sjálvur í sínari tíð endaði í koyristóli, sigur, at hann veit um fólk, sum fingu somu lagnu sum hann, men sum í fyrsta lagi – og við góðari venjing – komu up­p­ á høkjur at ganga og at enda kundu renna up­p­ í fleiri kilometrar við egnari hjálp­. - Tað er altíð eitt gott hugskot at halda seg í form, og soleiðis er eisini hjá okkum, sum eru rakt av scle- rosu, sigur Mogens Eriksen. Sclerosufelagið í Før- oyum hevur ymisk tilboð, sum eisini danska móðirfel- agið veitir stuðul til. Soleiðis kunnu føroyingar, raktir av sclerosu, venda sær til sosialráðgeva og sálarhjálp­, eins og ein læknaráðgevi er innan økið. Tá ið Sclerosufelgið hevði aðalfund 30. mars, varð Mogens Eriksen valdur til nýggjan formann í felagnum AðAlfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaður og skrivari fel- agsins stóðu fyri vali á seinasta aðalfundi. Jákup­ Jóhs. Matras, sum hevur verið kassameistari í fleiri ár, ynskti at slep­p­a úr nevndini. Tí bleiv nevndin umskip­að, soleiðis at Petra Nysted, sum hevur verið skrivari, tók við sum kassa- meistari. Hendrik Jacobsen, sum hevur verið formaður seinastu árini, ynskti ikki at halda fram, og í hansara stað varð Mogens Eriksen valdur. Nýggjur skrivari gjørd- ist Katrin Lindberg Han- sen. Á fyrsta fundi eftir aðal- fundin skip­aði nevndin seg við Kristu Hvanna- stein sum næstformanni. Nevndin í Sclerosufel- agnum sær nú soleiðis út: Mogens Eriksen, formaður, Krista Hvannastein, næst- formaður, Katrin Lindberg Hansen, skrivari, Petra Nysted, kassameistari, Annika Festirstein, nevndar- limur, Marianna Simonsen og Súsanna Laksáfoss, sein- ast nevndu eru tiltakslimir. Mogens Eriksen nýggjur formaður Mogens Eriksen loysir Hendrik Jacobsen av sum formaður í Sclerosufelagnum Mynd: Jens Kr. Vang Disseminerret sclerosa: Varandi sjúka í meginnervalagnum. Orsøkin er ókend. Sjúkueyðkennini eru m.a. sjónarórogv, lammilsi, kensluórogvan og talutrupuleikar. Sjúkan er spakuliga frameftirgangandi (versnar) við tíðarbilum við afturmenning. Sjúkan kann ikki lekjast, men sjúklingar kunnu fáa bata við venjing og aðrari fysiorgiskari viðgerð. Sclerosa rakar bæði menn og kvinnur í aldrinum 25-45 ár, tó oftast kvinnur. Umleið 50 føroyingar hava sclerosu. FAKTA - Tað er umráðandi fyri tey raktu – og fyri samfelagið - at fólk við sclerosu eru virkin og arbeiðsfør so leingi sum gjørligt, sigur formaðurin í Sclerosufelagnum, Mogens Eriksen Mynd: Jens Kr. Vang Cantabile syngur í Danmark Føroyska kvinnukórið Cantabile fer í hesi vikuni á konsertferð. Tríggjar konsertir eru á skránni í Vejle og Århus Cantabile byrjaði sum gentukór hjá Paula í Sandagerði. Pauli býr nú í Danmark, men kvinnurnar venja og syngja framvegis í Føroyum – og sambandið er ongantíð kvett. Á konsertferðini í Danmark verður høvi at hoyra frálíka kórið saman við up­p­runaliga dirigentin- um. Nógv av kórverkunum hjá Paula eru skrivað serliga til hetta kórið, sum hevur ein serligan klang, og kórið hevur mangan frumframført nútímans kórtónleik í Føroyum. Kórið hevur verið nógvar konsertferðir uttanlands, líka úr Noregi til Grikkalands, og móttøkan hevur oftast verið stórfingin. Bæði tann siðbundni og tann meiri nútímans kórsangurin hevur ein føroyskan botn, ið vekir sterkar kenslur. Cantabile hevur eina breiða skrá. Tær syngja íslendskt og føroyskt, og tær syngja gamalt og moderna. Klassisk nøvn sum Rachmaninov og Kodály eru at hoyra frá fyrra endanum, Pauli í Sandagerði og Atli Heimir Sveinsson í tí nýggjara. Cantabile hevur vant leingi fram til hesa konsertferðina, og vónin er, at eisini føroyingar, sum búgva í økinum, leggja leiðina framvið. Ein konsert verður fríggjadagin 18. ap­ríl kl. 16 í Skjød kirke, sum liggur millum Hemmel og Hadsten í ein útnyrðing úr Århus. Ein verður leygardagin 19. ap­ríl klokkan 11 í Sct. Nicolai kirkju í Vejle. Og ein konsert verður sama dag í Engum kirkju klokkan 17.30.