Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 122 - 29. juni 2001 Nr. 122 - 29. juni 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Nýggj nevnd var mánakvøldið vald í Klaksvíkar Sjón- leikarfelag SJÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Mánakvøldið fór øll nevnd- in í Klaksvíkar Sjónleikar- felag frá, og nýggj fólk eru komin til. Seinastu árini hevur nevndin roynt at fingið tak á støðuni í felagnum, sum fekk fíggjarligar trupulleik- ar av stóru umbyggingini av Atlantis. Ein loysn er funnin á hes- um trupulleikum, so Klaks- víkar Sjónleikarfelag ikki longur stendur fyri rakstr- inum av Atlantis, men hin- vegin fer at leiga seg inn. Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur júst gjørt leigusátt- mála við stýrið fyri Atlant- is. Í gomlu nevndini, sum nú takkaði fyri seg, sótu Gunnar Nolsøe, Adelborg Linklett, Bjarni Ziska Dahl, Fróði Sundskarð og Leif Eliasen. Nýggju fólkini, sum framyvir skulu mynda leiðsluna í felagnum, eru Katrin Ósá, Per Johanne- sen, Hans Hjalti Skaale, Petur Eliasen og Hans Jac- ob Heinesen. Nevndin hevur ikki skip- að seg enn. Í vikuni vóru prógv handað 9 SIT- og 11 HT-næming- um á Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta fór fram á eini hugnaløtu á skúlanum við livandi tónleiki og røðum. Gestarøðarin í ár, var Hjørdis Gaard, cand.scient pol., ið starvast sum fulltrúi á Samskiftisdeildini hjá Vinnumálastýrinum. Næsta skúlaár á Tekniska Skúla byrjar 13. august. Vit frætta frá skúlanum, at tilgongdin er vaksin rættuliga nógv. Tað eru fleiri enn 50 næmingar, sum hava skrivað seg inn til SIT- og HT-útbúgvingina. Útskifting í sjónleikarfelagnum Gamla nevndin í Klaksvíkar Sjónleikarfelag legði mánakvøldið frá sær, og nýggj fólk eru komin í nevndina Prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík SIT-næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík. Standandi frá vinstru: John Johannesen, Frank Matras Schmidt, Levi Sevdal, Jón Hardy Viðbjørg, Árni Elttør, Svend Juul Rasmussen, Leif Johannesen og Pætur Klein Jacobsen. Óli Samuelsen væntar á myndini HT-næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík. Standandi frá vinstru: Árant Berjastein, Fuglafjørður, Dávið Sundsskarð, Klaksvík, Svend Hansen, Klaksvík, Bergar Juul, Fuglafjørður, Atli Jacobsen, Klaksvík, Jaspur Guttesen, Tórshavn og Ingolf Gaard, Klaksvík. Húkandi frá vinstru: Ragnar Joensen, Lambi, Jens Pauli Joensen, Klaksvík, Jógvan R. Simonsen, Klaksvík og Eskild Norðbúð, Klaksvík. Landsverkfrøðinguri n er nú farin undir seismiksar forkanningar í Lorvíksfirði TUNNIL Eyðun Klakstein Í gjár fór Landsverkfrøð- ingurin undir arbeiðið at gera seismiskar forkann- ingar í Leirvíksfirði, har undirsjóvartunnil møguliga skal gerast. Landsstýrismaðurin hev- ur skundað undir hesa kanningar, so tær kunnu verða lidnar, áðrenn arbeið- ið at gera Vágatunnilin verður liðugt. Kanningararbeiðið í Leirvíksfirði heldur fram til síðst í juli mánaði, og Landsverkfrøðingurin hev- ur sent út eina ávaring um, at skip og bátar mugu ansa eftir, tá tey sigla í Leirvíks- firði komandi mánaðin. Arbeitt verður við við- breknari útgerð, og tí er neyðugt hjá skipum at ansa eftir. Arbeiðuð fer fram frá Hagaleiti og norður móti Leirvíkar bygd og so tvørt- ur um fjørðin móti Borð- oynni. Gera kanningar í Leirvíksfirði Todi heiðraður í Klaksvík Týskvøldið vitjaði Todi Jónsson í Klaksvík, har hann varð heiðraður av børnum og vaksnum VITJAN Eyðun Klakstein Klaksvík: Fremsti føroyski fótbóltsspælari, Todi Jónsson, var týskvøldið á vitjan í heimbýnum. Tað var Statoilstøðin í Klaksvík, sum hevði fingið Toda til Klaksvíkar, har fólk fingu høvi at ynskja honum tillukku við danska meist- araskapinum, sum hann vann herfyri. Nógv fólk nýtti høvi at heila uppá fótbólts- spælaran, sum spældi nógv av barnaárunum og nøkur av vaks- namannaárunum við KÍ. Í 1993 flutti hann til Havnar at spæla við B36 í hálvt ár, og síðani fór hann til Danmarkar, hann síðani hevur spælt fyri Lyngby og FC Keypmannahavn. Hetta er fyrsta meist- araskapið, sum Todi vinnur, síðani hann fór til Danmarkar at spæla. Áðrenn hann fór til Danmarkar vann hann FM-heitið í KÍ. Todi Jónsson skrivaði autografar, tá hann vitjaði í Klaksvík týskvøldið C M Y K 3 2