fríggjadagur 29. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 122 - 29. juni 2001
Nr. 122 - 29. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Fyrsta stóra starvsetanin
hjá nýggja landsstýris-
manninum í mentamálum
Óla Holm var at seta nýggj-
an sjónvarpsstjória og hetta
gjørdi hann seinnapartin
mikudagin. Nýggji sjón-
varpsstjórin eitur Mikkjal
Helmsdal, er mest kendur í
Føroyum sum sjónleikari,
men hevur longu nú drúgv-
ar royndir í leiðslu. Sein-
astu 6 árini hevur Mikkjal
burturav arbeitt við leiðslu,
stýring og organisatión inn-
an mentanarøkið. Síðani
1997 hevur Mikkjal verðið
stjóri fyri Nordens Institutt
í Álandi, sum er ein men-
tanarstovnur undir Nordisk
Ministerråd. Frá 1995 til
1997 virkaði Mikkjal sum
fyrisitingarleiðari og fram-
leiðslustjóri hjá sjónleik-
arabólkinum Grímu.
Mikkjal Helmsdal er 37
ára gamal. Mikkjal Helms-
dal hevur útbúgving sum
cand.mag. í leiklistarfrøði
og norðurlendskum máli og
bókmentum.
Mikkjal Helmsdal tekur
við stjórastarvinum í Sjón-
varpi Føroya tann 15. aug-
ust 2001.
Í gjár, 28. juni, fylti Sune
Joensen, fyrrverandi stjóri
á Brunatrygging, 70 ár.
Suni er føddur í Sandvík.
Og nú hann er vorðin 70 ár,
búgva Poula og Sune á
Flatnagerði 32 í Havn. Og
her hava tey nú búð í mong
ár.
Sjáldsamt, tað orðið er
ikki so óhóskandi at brúka í
tí viðfangi, at nevna Suna,
tí sjáldsamt er at møta
manni, sum hevur verið so
virkin og livandi sum hann,
og tað er at siga higr til
dags.
Tað kann vera reksað upp
nógv, sum hann hevur lagt
út hondum ella sum hann
hevur fingið frá hondini.
Hansara lívssøga hevur
veirð sum hjá mongum
Føroyasyni. Hann fór til
skips og hann kom eisini til
Havnar, var á Skipasmiðj-
uni, men so verður hann
meiri støðufastur, er 18 tá
hann kemur á Brunatrygg-
ingina, tað var í mars 1950,
og har var hann tey kom-
andi mongu árini, endaði
sum stjóri til fyri fáum
árum síðani, tá hann legði
frá sær.
At Sune er skrivandi
maður hava vit so mangan
sæð og hoyrt. Hann hevur
skrivað rættuliga fjøllbroytt
frá siðalívi, frá heimbygd-
ini, um bygdalív og skips-
lívi. Ansin fyri fuglalívin-
um kenna vit frá filmupp-
tøkum hann hevur gjørt úr
fuglabjørgunum í Skúvi,
rættiliga fimur má hann
hava verið við filmstólun-
um.
So kundi verið nevnt, at
hann fyri mongum árum
síðani gav út stenografi-
lærubók á føroyskum.
Umframt
eigur
lutur
hansara í KFUM at verða
nevndur – enn er hann ein
aðaltátturin í tí frálíka ar-
beiði, gjørt verður í Varð-
menn-tiltakinum, eldratátt-
urin hjá KFUM.
Og so er at nevna, at
Sune higartil hevur verið
túr á fiskileið undir Íslandi
á sumri hvørt ár.
Sjónleikari stjóri í Sjónvarpi
Sune Joensen 70 ár
NØVN Í VIKUNI
Tøkk
Tummas Rúnálvsson í Innistovu
føddur 27. juli 2000 –
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum 20. apríl 2001.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á einhvønn
hátt stuðlaðu og styrktu okkum gjøgnum
sjúkraleguna og við deyða okkara
elskaða lítla soni.
Ein serstøk tøkk til Sjúklingahotel Tórshavn,
Ríkissjúkrahúsið, starvsfólk og búfólk.
Takk til okkara kæru familju, ætt, vinir og kenningar og
tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Takk til fjølmiðlarnar, sum við okkara rópan um hjálp
fekk føroya fólk at stuðla okkum við peningagávum,
bønum og heilsanum so okkara elskaði sonur kundi
fáa ta hjálp okkum stóð í boði.
Okkara elskaði sonur sovnaði stillisliga inn
og liggur nú og hvílur saman við beiggja sínum
í Filskov kirkegård.
TAKK!
Maiken og Rúnálvur
Ráðstevna um útbúgving
og trygd á stjónum
SJÓMANSSKAPUR
Tíðindaskriv
Í
hesum
døgum
er
norðurlendsk rástevna,
Normar, hildin í Føroy-
um. Ráðstevnan hevur
verið hildin í Havn,
Klaksvík og á Viðareiði.
Normar er ein ráðstevna,
har útbúgving av sjófólki
verður viðgjørd. Umboð
fyri sjómansskúlar og
ráðharrastovnar, ið um-
sita skúlarnar, luttaka á
ráðstevnuni. Luttakara-
londini eru Áland, Dan-
mark, Finnland, Grøn-
land, Ísland, Svøríki og
Føroyar.
Ráðstevnan
verður hildin á hvørjum
ári, og skifast londini um
at skipa fyri ráðstevnuni.
Á ráðstevnuni í ár hevur
serligur dentur verið
lagdur á at viðgera,
hvussu útbúgvingarskip-
anirnar kunnu skipast í
framtíðini, og trygd á
sjónum hevur eisini ver-
ið eitt av evnunum.
Føroya Sjómansskúli
og Maskinmeistaraskúl-
in skipa fyri ráðstevnini,
sum endar í dag, saman
við Mentamálastýrinum
Eftir at Føroyar og
Bretland gjørdu
semju um miðlinju-
mark millum londini
verður nú av álvara
farið undir aftur at
loysa eina aðra
marknaósemju, hana
við Ísland
MARKNAÓSEMJA
Jan Müller
Tá samráðingar vórðu við
bretsku stjórnina um at fáa
loyst
marknaósemjuna
gjørdi løgmaður av at
leggja hitt óloysta markna-
málið, ósemjuna við Ísland,
á hillina fyribils.
Nú ætlar løgmaður sær at
taka málið framaftur og at
viðgera hetta aftur í allari
politisku skipanini, tvs.
bæði millum flokkarnar, í
Uttanlandsnevnd og við
vinnuna.
Løgmaður hevur roynt at
lýst málið so væl tað ber til
og hevur roynt at funnið
fram til, um ikki tíðin er
búgvin til at fáa málið aftur
á samráðingarborðið. Um
tað fer at eydnast at fáa
avgreitt hetta málið í hesum
valskeiðnum vil tíðin vísa,
men løgmaður ætlar sær at
royna. Hann ger vart við, at
hetta er ikki eitt mál, sum
verður tikið upp í sambandi
við íslendsku forsetavitjan-
ina.
Íslendski uttanríkisráð-
harrin er boðin av løgmanni
at vitja í Føroyum seinni í
ár, og tá verður markna-
málið helst tikið upp.
Trætan snýr seg um eitt
lutvíst stórt øki miðskeiðis
millum londini, eitt øki,
sum í dag er eitt grátt øki,
tvs. at bæði londini kunnu
fiska har. Men skuldi tað
hent, at oljufeløg vilja leita
eftir olju í einum slíkum
øki, so ber tað ikki til fyrr
enn markið liggur heilt
greitt. Tað er annars poli-
tikkurin hjá bæði Íslandi og
Føroyum at hava greið
mørk, og nú Ísland og Før-
oyar hava fingið mørkini
við ávikavist Grønland,
Noreg og Bretland uppá
pláss, er eftir markið mill-
um Ísland og Føroyar.
Ósemjan snýr seg um, hvat
miðlinjan skal vera og út
frá hvørjum hon skal áset-
ast. Íslendingar vilja áseta
hana út frá Hvalbaki, sum
er óbygdur klettur. Føroyar
góðkenna ikki Hvalbak fyri
ásetan av miðlinju.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður sigur, at støðan
minnir um hana millum
Føroyar og Bretland og
vísir á, at tað krevjast liði-
ligheitir frá báðum síðum
fyri at finna eina loysn.
–Vit eru innstillaðir uppá at
fáa eina loysn sigur løg-
maður.
Rockallslættin
Herfyri var fundur millum
Oljumálastýrið og umboð
fyri flokkar og landsstýrið,
har eisini hitt óloysta
marknamálið – rættindini
til stóru økini sunnan fyri,
Rockallslættan - varð til
viðgerðar. Tá varð greitt
frá, hvussu tað málið stend-
ur. Har eru tað fleiri lond,
Føroyar, Ísland, Bretland og
Írland, sum gera krav uppá
eitt risastórt øki, sum í
framtíðini kann fáa sera
stóran búskaparligan týdn-
ing. Av tí at eingin loysn er
funnin á hesum málinum
ber t.d. ikki til hjá olju-
feløgini at bora eftir olju og
gassi har. Fyrst má ein
semja gerast um, hvør eigur
rættindini til økið ella
partar av tí. Løgmaður sig-
ur, at her væntar enn at
gerast eitt stórt arbeiði. Frá
føroyskari síðu skal stórt
fyrireikingararbeiði gerast
fyri at kunna gera síni krøv
galdandi. Tá eitt úrslit fyri-
liggur skal man so fara
víðari á altjóða støði.
Løgmaður vil loysa
marknaósemju við Ísland
Marknaósemjan millum
Ísland og Føroyar snýr seg
um gráa økið millum
londini. Ósemja er um út frá
hvørjum punktum miðlinjan
skal setast.
Fýra lond gera krav uppá stóru økini fyri sunnan, harímillum Føroyar
C
M
Y
K
5
4