Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 122 - 29. juni 2001 Nr. 122 - 29. juni 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Jákup Frants Larsen í Fuglafirði hevur modellbilar fyri eina knappa hálva millión krónur standandi í kjallaranum SAMLIHUGUR Edvard Joensen Fuglafirði: 500 smáar bilar, sum munnu kosta út móti eini hálvari millión krónum, hevur Jakup Frants Larsen í Fuglafirði standandi í kjallaranum. Savnið verður at síggja á Varmakeldu. Í eini 40 ár hevur Jákup Frants savnað modellbilar, og tað hevur bara vundið upp á seg, soleiðis at hann í dag brúkar fitt av tíð til at savna bilar. Hvørja ferð hann til dømis er uttan- lands, fer ein fittur partur av feriuni til at leita eftir modellum, hann ikki eigur. Og eisini onnur eru komin upp í, greiðir hann frá. Yngsti sonurin veit ná- greiniliga, hvørjar bilar pápin eigur í kjallaranum, hóast teir eru um fimm- hundrað í tali. Vit fara niður undir, og Jákup Frants vísir inn í eitt rúm, sum er fult av lutum, hann hevur savnað. Har eru bæði bátar og skip. Ein rættilig motorsúkkla við gamlari svartari nummar- plátu. Og so sjálvandi allir bilarnir, sum avgjørt seta dámin á rúmið. –Tað byrjaði í 1961, greiðir Jákup Frants Larsen frá. Tá fekk hann fyrsta bil- in, og síðan hevur tað bara vundið upp á seg. Dýrir bilar Tann fyrsti bilurin hann fekk, var ein Mercedes 280 SL, minnist hann. Men tann bilurin er ikki í savninum í kjallaranum hjá Jákupi Frants. Hann liggur aðra- staðni í Fuglafirði. Honum hevur altíð dámt væl bilar, sigur hann, og ein mammubeiggi hansara hevði sama áhuga. Bara tað, at hjá honum vóru tað rættiligir bilar. So tá smá- drongurin ikki hevði møgu- leika fyri at fáa ein ordiligan amerikanskan bil, fór hann at savna eftirgerð- ir. Tað hevur so higartil havt við sær, at hann hevur einar fimmhundrað slíkar stand- andi. Allir eru sjálvandi ikki eins sjáldsamir, men summir eru, sum ikki fáast í dag og sostatt eru nógvar pengar verdir. Bilar av sama slagi, sum onkur teirra, Jákup Frants hevur, eru seldir á uppboði fyri oman fyri 20.000,- krónur greiðir hann frá. Men at lata teir frá sær ætlar Jákup Frants ikki. – Tað er eingin til sølu. Tað kemur ikki upp á tal, sigur hann heilt avgjørdur, tá spurningurin verður havdur á lofti. So kunnu aðrir savnarar bjóða, sum teir vilja. Bilarnir eru ættaðir alla møguliga staðni frá, greiðir Jákup Frants frá. Hann er limur í útlendskum feløg- um og fær tann vegin bløð og tíðarrit, har hann finnur ymsar bilar í, sum hann so kann keypa, um áhugi er fyri tí. Eisini eru tað ferð- irnar uttanlands, har leitað verður, sum geva sítt. Bilarnir eru slíkir, sum gjørdir verða á góðkendum verksmiðjum við rættilig- um bilum sum fyrimynd. Gjørdir í lutfalli, soleiðis at teir líkjast nágreiniliga tí ordiliga bilinum. Av tí sama er talan um bilar, sum kosta pengar. Ikki nakað skrambul, sum Jákup Frants tekur til. Rambler manglar Tað eru serliga svensku bilarnir, Mercedes og am- erikanararnir, sum Jákupi Frants dámar væl. Og hann hevur nógv ymisk modell av hesum bilum. Men ein manglar. Tað er tann í Føroyum einaferð so kendi Rambler bilurin. Hann er sera ringur at fáa, um tað yvirhøvur ber til, sigur Jákup Frants. Aðrir er eisini áhuga- verdir. Eitt nú Ferrari og fólkavognarnir. Jákup Frants hevur nógvar Ferrari bilar í savninum, eins og hann eisini hevur nógvar »VW Boblur«. Og tað stuttliga við Boblunum er, at eingin teirra er sama modell. Tað eru frávik í øll- um, soleiðis sum modellini hava verið tað, líka frá 1937 til 1967. Hóast Jákup Frant einki eyga hevur á motorsúklum soleiðis, hevur hann kortini eina fulla hill av smáum motorsúkklum standandi, eins og ein rættilig súkkla við nummarplátur og øllum eisini er í kjallaranum. Hana rindar hann bæði veg- skatt og trygging fyri, greiðir hann frá. Men bilarnir eru ikki tryggjaðir, sigur hann. Hann sigur, at tað tykist eitt sindur tungt at fáa nakran at tryggja eitt slíkt savn, tí ringt er at staðfesta ná- greiniliga, hvat virðið er á øllum hesum bilunum. Eitt er tó, sum manglar, og tað eru lastbilarnir. Tað eru nevniliga eingi lastbil- modell at síggja í hesum stóra savninum. Men Jákup Frants Larsen væntar, at tey kanka fara at koma einaferð so við og við. Stórt savn av smáum bilum Varmakeldunátt 1. Kvøldið legst um fjallarendur, fer um tind og berlig skørð, troyttar eru mannahendur, tætt við djúpan breiðan fjørð. Skýggj um dagin ferðast víða vítt um loft og tind náttarskýggj um røkur síga, teska løg til skadduvind. 2. Dagsins ljóð um dimmið tagnar hjánar burt´ á náttarstund. Millum fjøll nú dagur dragnar fánar ljós um fjørð og sund. Kám er skor við skuggarondum fram við klettarók. Síðsta glæman glapp úr hondum, tá ið dimmið yvirtók. 3. Lýsir kámt í gluggakarmi inniljós um bygdaløg. Gloymt er alt frá dagsins larmi, durva spurvar millum trø. Svevur náttin fram við røkur og í barnalund. Tutlar bert ein lítil løkur summarløg á náttarstund. Frits Jákup Frant Larsen við nøkrum av bilunum, hann í 40 ár hevur savnað ‘ Mynd: Edvard Joensen Hóast bilarnir hava stórt virði og eru eftirspurdir, kemur ikki upp á tal at selja teir Mynd: Edvard Joensen Jákup Frants hevur eisini fleiri áhugaverd skipsmodell í kjallaranum Mynd: Edvard Joensen Fuglafjaðar Forn- minnisfelag fer á Varmakeldu at lata gomlu Høvdahúsini upp fyri almenning- inum FORNMINNI Edvard Joensen Fuglafirði: Næstan 200 ára gomlu Høvdahúsini í Fuglafirði verða gjørd í stand og skulu ætlandi brúkast sum livandi savn hjá Fuglafjarðar Forn- minnisfelag. Á Varmakeldu fara húsini at verða opin, so fólk sleppa at síggja, hvussu langt arbeiðið við ístandsetanini er komið. Tað standa eini fitt, lítil, avgomul timburhús í lívd av kirkjuni. Oman fyri standa eini størri, reyð sethús, sum heldur ikki eru heilt nýggj. Niðanfyri eru plantað trø, sum aftur í móti eru spildurnýggj. Upprunaliga vórðu hús- ini bygd á Kinn í Lamba í 1804, greiðir Ditlev Róin, kassameistari í Fornminnis- felagnum frá. Úr hesum húsunum giftist ein dóttir til Fuglafjarðar, men gjørd- ist tíðliga einkja. Tað gjørdi, at foreldur hennara valdu at flyta til Fugla- fjaðar. Og tey tóku húsini við sær. Tóku tey niður í Lamba og settu upp aftur Uppi við Garð, sum er oman fyri gamla kirkju- garðin í Fuglafirði, greiðir Ditlev frá. Uppi við Garð stóðu húsini so í 50 ár frá 1835 til 1885, tá tey vórðu flutt norður á Høvda, sum tað verður nevnt í Fuglafirði. Fuglafjørður er vaksin munandi síðan 1885 og ikki minst júst har um Høvda- leiðina. So tá Havsbrún í 1992 fór undir eina av út- byggingunum, sum verið hava, skuldu húsini burtur, tí tey stóðu í vegin fyri út- byggingini. Fornminnisfelagið fekk húsini og flutti tey út á Kambsdal, har tey hava staðið inni í einum bilhúsi, til grundstykki fekst til tey í Fuglafirði í fjør. Mest sama tilfar Tað gekk strilti at fáa nakað grundøki, greiðir Ditlev Róin frá. Men tað eydnað- ist so at enda at sleppa at endurreisa húsini mitt í Fulgafirði. Roynt verður so vítt møguligt at brúka sama til- farið, sum brúkt varð, tá húsini vórðu bygd á fyrsta sinni. Har til er at siga, at í Fuglafirði varð bygt upp í tey, eftir at tey vóru flutt úr Lamba. Eitt kamar varð bygt uppí, tá flutt varð norður á Høvda í 1885. Men tað tilfarið var so vánaligt, at tað kundi ikki brúkast aftur. Tí er tann parturin av húsunum gjørd- ur úr nýggjum tilfari. Í gomlum stíli kortini. At gamalt er, verður sannað, tá vit fara runt í húsunum. Ongastaðni ber til hjá blaðmanninum at ganga undir bitunum, og í stovuni, har loft er í, ber als ikki til at standa upprættur, so best er helst at halda seg í roykstovuni, har opið er upp í tróðrið. At veggirnir eru gamlir, sæst væl, og Ditlev vísir á, at alt tað gamla, sum til er, verður varðveitt. Um tað so er eitt rottuhol í vegginum, hava tey latið tað verið, sum rottan gnagaði tað. Eitt nú í stovuni er hvørt viðasprek sett aftur á sama stað, sum tað var av fyrstan tíð, húsini vórðu bygd, greiðir hann frá. Hóast veggirnir eru av somu fjalum, sum brúktar vórðu fyri 200 árum síðan, er onkur hurð skift út. Tær eru blivnar burtur av eini- hvørji orsøk, hóast onkur upprunalig hurð enn er eftir. Hinar hava tey í Forn- minnisfelagnum so roynt at fingið aðrastaðni frá, greið- ir Ditlev frá. – Vit hava roynt at kraddað allastaðni til bar, sigur hann og vísir á gólvið, har partar eru úr gomlu kirkjuni í Fuglafirði. Livandi savn Koyggjur eru sum vera man í húsinum. Tær hava verið stuttar, sum alt annað hevur verið í smærri mátistokki í 1804, enn tað er í dag. Tó er her snýtt eitt sindur, sigur Ditlev, við tað, at ein koyggja er longd út móti tveimum metrum, soleiðis at fólk kann sova í henni. –Tað er nevnilig ætlanin, at húsið skal kunna leigast út til ferðafólk, tá tað eina ferð er heilt liðugt. Og so er sjálvandi treyt, at tey fáa sovið. Eitt sindur eru húsini broytt kortini, við tað, at fjósið í kjallaranum er flutt í øvugtan enda í mun til tað upprunaliga. Men tað kemst av jarðarmuninum, sum er har, húsini standa nú. Og so eru gjørdir onkrir nútíðar hentleikar sum wc og bað í nýggja kjallara- num eisini, soleiðis at fólk kann búgva í húsunum í stytti tíðarskeið, um tað verður aktuelt. Men fyrst og fremst er húsið ætlað til ymisk tiltøk, sum Fornminnisfelagið fer at skipa fyri. Tað er Haraldur Kjeld, snikkari í Saltnesi, sum hevur gjørt arbeiðið við at reisa húsini aftur. Tað er á leið eitt ár síðan arbeiðið byrjaði. Kostnaðurin fer at liggja um eina hálva millión. Men Fornminnisfelagið hevur fíggjað helvtina, sigur Dit- lev Róin. Og tá er einki oyra biðið til húsini, leggur hann aftrat. Men tað fer kortini at bera fólki til at lata húsin- um nøkur oyru. Tá opið verður á Varmakeldustevn- uni, verða húsini víst fram í tí líki, tey eru í í dag, hóast okkurt er eftir at gera. Tá kunnu fólk geva eina gávu og fáa so eitt spenn- andi atgongumerki til at fara oman í handilin í Støð, har sum Heimavirkið og Listafelagið halda til, og fáa ein drekkamunn við drýli og kjøti afturvið. Høvdahúsini latin upp Gomlu Høvdahúsini eru endurreist í sera hugnaligum umhvørvi mitt í Fuglafirði. Hóast umleið ein triðingur er bygdur upp í upprunaligu húsini, eru tey sera lítil Mynd: Edvard Joensen Ditlev Róin, kassameistari í Fornminnisfelagnum, og Petur Martin Petersen, formaður, inni í gomlu Høvdahúsinum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6