Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 71 - 14. apríl 2008 tíðindi RussaR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Ólavur Frederiksen Á Hulki: - Nú skal verða gott at sleppa heim aftur til Ruslands! Soleiðis segði skiparin umborð á russiska trolaran- um, tá Sosialurin vitjaði umborð fyri 14 døgum síðani. Tann mánadagin var hetta við heimferðini bert at meta sum ein dreymur, sum neyv- an fór at gerast veruleiki ta fyrstu tíðina. Men nú er altso vend komin í. Í hesum døgum eru menn komnir higar úr Ruslandi, og ætla nú at sigla skipið heimaftur. Og gongst sum ætlað kann hetta henda longu hesa vikuna. - So skjótt sum advokatur- in hevur leysgivið skipið, og allir formalitetir eru í lagi, kann skipið fara avstað aftur, upplýsir Halgir D. Olesen á Faroe Ship. Marshal Krylov hevur ligið í føroyskum havnum síðani í oktober mánaði í fjør, tá eitt danskt bunkr- ingsfelag kravdi, at hald varð lagt á skipið. Vilja fiska! Umborð á skipinum var um hetta mundið full manning, men síðani skipið varð lagt, hevur talið verið munandi minni. Teir 11 menninir umborð hava starvast sum vaktarfólk á skipi teirra, og hava ann- ars tikið sær tí, sum hoyrdi til hetta starvið. Ein stutt vitjan umborð av Sosialinum prógvaði til fulnar, at hetta var ikki júst tað sum teir brendu mest fyri. Teir søgdu ikki nógv hvør við annan. Sigarettir vórðu royktar í hópatali, og hóast kunnleikan til heimsmálið enskt ikki var so stórur, skiltist at hetta ikki júst var nøkur ynskistøða sum teir soleiðis vóru komnir í. - Vit eru sjómenn, veist tú. Mínir menn og eg, - vit vilja arbeiða. Fiska!, segði skiparin stutt, men kortini við greiðari ábending um, at teimum longdist eftir at sleppa til havs aftur – ella heim til síni kæru. Einki lív Við havnalagið á Hulki ligg- ur skipið bundið væl og virðiliga. Grái himmalin er eisini eitt tekin um, at umstøðurnar hjá monnunum og framtíð tess vóru óviss. Menn eru kortini frynt- ligir, tá Snoddi steðgar við landgangin og umboðini fyri tíðindatænastuna koma umborð fyri at spyrja eftir »captain«. Inni í skiparakamarinum bjóðaði skiparin okkum vitjandi ein kaffimunn og víndrúur, sum onkur hevði verið so beinasamur at lata teimum umborð. Á borðinum stóð ein far- telda og í eini hill eitt sjón- varp, haðani russiskur MTV-tónleikur fylti oyru og kanska mest stór sjó- manseygu. - Nei, at liggja her við bryggju, tað er einki lív, sló hann fast. Júst tá tóktist støðan at vera rættiliga fastløst, hóast eingin teirra væntaði at verða verandi umborð í all- ar ævir. Loysn í eygsjón Eftir at halda varð lagt á skipið, fór manningin til hús aftur, og nýggj manning kom umborð í november at ansa eftir skipinum. Ta fyrstu tíðina lá skipið við bryggju á Sundi. Her lá tað tann fyrsta mánaðin, men menn mettu kortini at her fór ikki at verða nóg trygt at liggja á vetrartíð, millum annað orsakað av nógvum súgi. Avgjørt varð tí at finna eina meiri hóskandi havn. Henda varð havnin á Hulki við Strendur, og her hevur Krylov ligið síðani. Hesa tíðina, skipið hevur ligið her, eru tvey týðandi viðurskifti broytt: Í fyrsta lagi er trolarin seldur til eitt annað reiðarí við heitinum »Latvia« og sum eisini er heimahoyrandi í Ruslandi. Í øðrum lagi – og tað er helst tann mest týðandi orsøkin – hava samráðingar verið hesa tíðina millum reiðarí’ið og umboðsfólk fyri danska bunkringsfel- agið. Nú er umsíðir líkt til, at ein loysn er farin at hómast í havsbrúnni. Leygardagin komu átta mans úr Ruslandi at rigga til heimferðina. Og sum skilst koma átta aftrat í dag. Hjarta fyri russum Eitt er at halda vakt umborð á slíkum stórum trolara. Annað er so gerandisdagurin umborð. Hóast teir 11 russararnir ikki hava verið til fiskiskap, Svínabundin... Russiski trolarin »Marshal Krylov« hevur ligið svínabundin inni á Hulki í samfullar seks mánaðir. Nú er umsíðir líkt til at hann aftur kann loysa bæði endar og hafti, og leggja til brots aftur, hesaferð hjá nýggjum russiskum reiðaríi 7 av 11 ukrainum eftir Umframt teir 11 menninar á Marshal Krylov, eru í løtuni eisini sjey sjómenn úr Ukraine umborð. Allir hesir eru – í orðsins sanna týdningi – í sama báti: - Russararnir eru her, tí hald er lagt á skipið. - Ukrainarnar eru her, tí teir valdu at fara í land orsakað av onkrari ósemju umborð. Teir vóru upprunaliga 11, men fýra teirra fóru aftur til heimland sítt fyri tveimum vikum síðani. Og nú røkist fyri, at hinir sjey eisini sleppa somu leið. Sum skilst høvdu hesir seinastu sjey fingið sama tilboðið tá, men teir noktaðu at fara heimaftur, fyrrenn teir høvdu fingið hýruna útgoldna. Ein loysn á hesum máli er eisini í ljósmála. Og gongst sum ætlað fara teir heimaftur, kanska longu í hesi vikuni. ” Fimm mánaðir umborð er alt ov long tíð. Hygg bara eftir, hvussu langt hárið hjá mær er blivið hesa tíðina (Skiparin á Marshal Krylov)