Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-14, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. apríl 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 14. apríl 2008 45 tíðindi Marshal Krylov hevur ligið svínabundin í føroyskum havnum síðani í oktober mánaði. Nú er um síðir líkt til at loyst verður aftur frá landi – kanska longu hesa vikuna hava teir kortini ikki gingið svangir. Proviantur og ann­ að er regluliga latið teimum umborð. Hesum arbeiðinum hava fólk frá Faroe Ship staðið fyri, men eisini einstaklingar og onnur hava havt eitt eyka hjarta fyri hesum russisku sjómonnunum. Umframt fólk við Skála­ fjørðin hevur argjamaðurin Leif Erik Niclasen gjørt sítt til, at hesir sjómenninir kundu fáa okkurt gott at eta gjøgnum vikuna – og at teir tí kundi bjóða umboðunum fyri tíðindatænastuna gott pulvurkaffi og víndrúur. Líkt er ikki til at teir hava ligið nakra deyð umborð. Sjáldsamt upplivilsi Manningin hevur tykist við ymiskt umborð og í landi. Teir hava gingið túrar og fyri viku síðani vórðu tveir teirra avmyndaðir á súkkl­ um sínum inni á Skála. Men tað var kortini týði­ ligt at teimum longdist eftir at sleppa heimaftur til síni kæru. ­ Fimm mánaðir umborð er alt ov long tíð, segði skip­ arin. – Hygg bara eftir, hvussu langt hárið hjá mær er blivið hesa tíðina! Gongst sum ætlað sleppa teir heimaftur hesa vikuna. Teir hava í øllum førum eina einstaka uppliving heim aftur við sær, sum fáum er »unt«: Teir vita alt um, hvussu tað er at liggja svínabundin við føroyska bryggju í seks mánaðir! Manningin hevur virkað sum vaktarfólk umborð, men hava eisini verið túrar í landi við súkklum sínum Lagið er gott á monnum, hóast teirra hægsta ynski er annaðhvørt at sleppa aftur til fiskiskap ella heim til síni kæru Krylov herovasti Nikolai Ivanovich Krylov (29. apríl 1903 – 9. februar 1972) var herovasti í russiska herinum. Hann stóð á odda fyri strategisku rakettætlanini frá 1968, tá russar hertóku Tjekkoslovakien. Hann var ein av teimum fáu monnunum í strategisku rakettætlanini, sum ikki óttaðist fyri at fjarstýrdir bal­ listiskir missilar úr øðrum heimspørtum kundu skaða Sovjetsamveldið. FAKTA ” Teir hava í øllum førum eina einstaka uppliving heim aftur við sær, sum fáum er „unt“: Teir vita alt um, hvussu tað er at liggja svínabundin við føroyska bryggju í seks mánaðir ” Mínir menn og eg, - vit vilja arbeiða. Fiska! (Skiparin á Marshal Krylov) Loysa nú aftur