Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 72 - 15. apríl 2008 Hann er ein lítil sólstrála, fullur av lív og spæligleði, men Benjamin Dagfinsson er ikki eitt heilt vanligt barn. Hann varð føddur 11 vikur ov tíðliga. - Ov tíðliga fødd børn hava serligan tørv, men hetta verða føroysk foreldur alt ov illa kunnað um, sigur mamma Benjamin, Sunnvá Tausen Børn og ung Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Benjamin vigaði minni enn ein mjólkapakki, tá hann kom til verðina fyri 21 mánaðum síðani. Ein lítil dukka, sum ikki passaði klæðini til vanligar ný­føð­ ingar. Í dag er sólstrálan hjá Sunnvá Tausen og Dagfinni Olsen ein fittur og lívligur drongur. Men hóast hann rokast og roksar sum onnur á hans­ ara aldri, so hevur hann framvegis serligan tørv, sum millum annað ger, at tað er ov strævið fyri hann at vera í vanligari dagrøkt. ­ Hann var 34,5 centimetr­ ar og vigaði 921 gram, tá hann var føddur, og vektin fór heilt niður á 819 gramm, áðrenn tað byrjaði at ganga rætta vegin, greiðir mamma Benjamin, Sunnvá Tausen frá. Av tí at hon hevði mist tvær ferðir, fekk hon tíðliga at vita, at hon ikki skuldi vænta at ganga fulla tíð. Kortini kendi hon seg full­ komiliga ófyrireikaða, tá ið hon sat við pinkulítla sonin­ um í føvninginum. ­ Tað var ikki, fyrr enn hann var føddur, at tað veru­ liga gekk upp fyri mær, at eg ikki hevði fingið eitt van­ ligt barn, sigur mamma Benjamin. Hon visti lítið og einki um serligu vandar­ nar hjá ov­tíðliga­føddum børnum, og hóast hon fekk hjálp, so er tað nógv vitan, sum hon í dag hevði ynskt, at hon longu visti tá. ­ Tað tykist sum heilsu­ starvsfólk vita alt ov lítið um tørvin hjá ov­tíðliga­ føddum børnum, og eisini ov lítið um tað hjálp, sum slík børn kunnu fáa, sigur Sunnvá Tausen. Kann ikki alt Í dag bý­r Benjamin saman við mammu og pápa sínum í kjallaranum hjá ommuni og abbanum í Havn, men seinni í ár ætla tey at flyta til Runavíkar, haðani pápin er ættaður. ­ Tá vit flyta til Runavíkar, ætla vit, at Benjamin skal í dagrøkt. Hann er næstan klárur til tað nú. Men hann kann ikki fara í vøggustovu, tí ov tíðliga fødd børn hava ikki gott av at vera saman við so nógvum børnum. Bæði tí tey verða so lættliga sjúk og tí tey ikki orka so nógv inntrykk. Benjamin var rættiliga væl fyri beinanvegin, tá hann varð føddur. Hann fekk ilt til at útvíga lunguni í tveir dagar og lá í kuvøsu í fimm dagar. Og so slapp hann at vera hjá foreldrum sínum fulla tíð. ­ Benjamin var nógv min­ ni enn onnur børn, og eg var sera varin við honum, bar hann nógv og fór ikki út millum onnur børn við hon­ um. Fyrstu tíðina skuldi hann hava at eta annan hvønn tíma og skiftast fjórða hvønn tíma, so svøvn­ urin var ikki nógvur, greiðir mamman frá. Alt hetta gekk tó væl, og tað var ikki fyrr enn seinni, tá Sunnva fór túrar við Benjamin, og tá hann byrj­ aði í dagrøkt, at foreldrini uppdagaðu, at hann hevði heilt serligar tørvir. ­ Benjamin misti svøvnin av at vera úti millum onnur, og tá hann skuldi byrja í dagrøkt var heilt galið, greiðir Sunnvá Tausen frá. Benjamin vigaði 819 Teistin tikin úr sigling Sunnudagin verður Teistin tikin úr sigling, tí hann skal til eftirlit. Skipið skal til eftirlit og til ávísar umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju. Á skipasmiðjuni verður millum annað bógvportri umvælt og maskinaríi skal hava 5 ára eftirlit. Í tíðindaskrivi sigur Strandferðslan, at skipið væntandi er aftur í sigling í viku 21. Tað er vikan, har 19. mai er mánadagur. Ternan fer at røkja farleiðina um Skopunarfjørð, meðan Teistin er á sleipistøð. Tóroddur við Kirkjupunki Tóroddur Poulsen gevur í dag fløgu út. Áður eru komnar fløgur við yrkingum hjá Tóroddi Poulsen, ­­”Lot” gav út “Veðrið eigur orð”og Kaj Klein gav í fjør út “Úr maskinrúminum”. Nú kemur Tóroddur sjálvur út í orkesturformi við navninum Garasjuguð, har hann sjálvur hevur sett løg til 16 yrkingar úr 5 av sínum yrkingsrsøvnum. Tað er við fløguni “Rock Against Færökitsch”. Hann spælir nærum øll ljóðførini sjálvur. Hetta er eitt slag av psykedeliskum kirkjupunki at lurta efter ­ ein blandinger av pumpandi orgli og blues rockandi guitara og lættlátandi jødaharpu. Staðið fyri upptøkunum og ljóðblandingini hevur Kaj Klein. Tutl stendur fyri útgávuni. 21 mánaðar gamli Benjamin kom til verðina 11 vikur ov tíðliga, og hóast hetta hevur sett serlig krøv til foreldrini, so er hann ein sólstrála, sum lýsir upp, har hann er. - Tað besta, sum er hent okkum, sigur mamman, Sunnva Tausen. Hon eftirlýsir tó betri kunning til foreldur at ov tíðliga føddum børnum.