týsdagur 15. apríl 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 72 - 15. apríl 2008
Hildu hann vera
mammutan
Sunnvá royndi at byrja so
varðisliga sum møguligt í
dagrøktini, tá Benjamin var
13 mánaðir. Hon var ein
hálvan til ein tíma við hon
um um dagin, og hann var
ongantíð einsamallur, men
kortini gjørdist hann so
móður, at hann misti svøvn
in.
Eg fór til læknan at søk
ja mær ráð, men hann helt
tað ikki vera nakran trupul
leika. Drongurin var bara
mammutur, og skuldi bara
venja seg við at vera burtur
frá mær.
Hesa tíðina hevði Benja
min ótrúligan kontakttørv.
Hann skuldi liggja uppi á
mær, tá ið hann svav, og
hann kroysti sítt høvd upp í
mítt høvd.
Hetta vardi í seks vikur,
so orkaði Sunnvá ikki mei
ra. Hon setti seg í samband
við danska prematurfelagið,
og har fekk hon tað vitan,
henni tørvaði.
Í danska prematurfelag
num kundu tey greiða mær
frá, at sansirnir ikki vóru
fult mentir, og tí fekk hann
lættliga stress. Hetta var
vanligt fyri ov tíðliga fødd
børn, og tí skuldi eg ansa
eftir ikki at overva hann.
Danska felagið ráddi mær
til at fara til fysioterapeut
og kraniosakrala terapi.
Eg hevði ongantíð hoyrt
um kraniosakrala terapi og
helt ikki at tað var í Føroy
um. Men eg fór til lækna og
spurdi, um eg kundi fáa
ávísing til fysioterapeut.
Men tað vildi hann ikki
geva mær. Fysioterapeutur
in fór bara at kína honum,
og tað kundi ikki gera so
nógvan mun, segði læknin
Kunning eingin
sjálvfylgja
Hetta kundi Sunnvá ikki
góðtaka. Hon setti seg í
samband við Tóru Tórodds
dóttir – eftir at hava lisið
bók hennara, Rura. Og Tóra
Tóroddsdóttir ráddi hana til
ein ávísan fysioterapeut.
Hjá fysioterapeuti lærdi
eg, hvussu eg kundi hjálpa
Benjamin við at busta hon
um um rygg og armar, og
hetta gjørdi mun. Hann
fekk svøvnin aftur.
Á jólum gavst fysiotera
peuturin tó, og Sunnvá hev
ur ikki funnið nakran nýggj
an.
Tað er ikki lætt at finna
fysioterapeutar, sum hava
tíð, sigur hon. Fyri stuttum
avgjørdi hon at kanna
kraniosakrala terapi og fann
út av, at tað vóru minst trígg
ir viðgerarar í Føroyum.
Benjamin hevur bara
verið til eina viðgerð, so eg
veit ikki, hvussu nógv tað
hjálpir enn. Men eg havi
góðar vónir.
Eg havi fingið nógv góð
ráð frá bæði fysioterapeuti,
danska prematurfelagnum
og Sernámsdeplinum. Men
hevði eg ikki sjálv kannað
og gravað, hevði eg einki
vita.
Sambært Sunnvá hevur
tað alstóran týdning, at
læknar og heilsustarvsfólk
søkja sær vitan um ov tíðli
ga fødd børn, tí foreldur
vita so lítið, at tey enntá
ikki vita, hvat tey skulu
spyrja um.
Mist trý børn
Benjamin er fyrsta livandi
barnið hjá Sunnvá og Dag
finn, men hon hevur mist
trý børn. Fyrst misti hon
tvillingar, tá hon var komin
16 vikur, og síðani átti hon
deyðfødda dóttir í 26. viku.
Tá visti eg ikki hví, men
eftir at Benjamin varð fødd
ur, staðfestu læknarnir, at
tað uttan iva var fosturvatns
eitran við hinum børnunum
eisini.
Tað er hart fyri Sunnvá at
hugsa aftur á tíðina við
dóttrini. Tí hon varð deyð
fødd bara tríggjar vikur yng
ri enn sonurin.
Eg gekk bara tríggjar
vikur longri við Benjamini,
og tað er ringt ikki at vera
beisk, tá eg hugsi aftur. Eg
kom á sjúkrahúsið mána
kvøld, og tá var hon á lívi.
Læknarnir søgdu, at um eg
var komin tvær vikur longri,
høvdu teir givið mær keis
arasnitt, og hon hevði livað.
Men í 26. viku vildu teir
einki gera.
Mikudag
var
dóttirin
deyð, men ikki fyrr enn
fríggjadag átti hon hana.
Læknarnir vildu ikki geva
keisarasnitt, tí tað varð hild
ið at vera betri fyri hana
psykiskt at fara gjøgnum
føðingina.
Tá fríggjadagurin kom
var eingin psyka eftir, og eg
skilji framvegis ikki, hví
læknarnir ikki kundu geva
mær
keisarasnitt,
sigur
Sunnvá Tausen, sum síðani
hevur møtt fleiri børnum,
sum eru fødd í bæði 25. og
24. viku og eru sterk og væl
fyri.
Einasta kanning av dóttr
ini var av hjartaljóðinum.
Ongar aðrar metingar vórðu
gjørdar, sigur Sunnvá Tau
sen hugsunarsom.
Stuðla hvørjum
øðrum
Tá dagrøktin var ov nógv
til lítla son hennara, mátti
Sunnvá finna eina aðra
loysn. Tí arbeiðir hon í dag
15 tímar um vikuna sum
hjálparlærari í Eiði, har
mostir hennara býr.
Eg og Benjamin koyra
til Eiðis hvønn morgun, og
tað riggar væl. Hann svevur
á veg norð og fær ein góðan
og tryggan morgun hjá
mostir, meðan eg arbeiði,
og so fær hann sín middags
svøvn í bilunum suður aft
ur.
Sunnvá gleðist um tað
hjálp, sum hon og maðurin
hava fingið. Og tað hevur
havt serligan týdning at
koma at kenna onnur foreld
ur at ov tíðliga føddum
børnum.
Føroyska Prematurfelagið
varð stovnað 28. oktober í
fjørð. Sunnva Tausen, Bjørg
hild Hákunardóttir og Ragn
hild Mørk valdu at seta
felagið á stovn, tí tær allar
høvdu átt ov tíðliga og allar
saknaðu kunning um serliga
tørvin hjá slíkum børnum.
Tað hevur verið ótrúliga
gott at hava onnur í somu
støðu at snakka við. Eg ken
di meg sum hønumammu,
sum yvirvardi sonin. Men
við at tosa við aðrar mamm
ur
at
ovtíðligaføddum
børnum, havi eg funnið út
av, at eg eri ikki ónormal.
Hóast ovtíðligafødd børn
eru ymisk, so stríðast vit
eisini øll við nógv av tí
sama.
Kunnandi fyrilestur
Í dag eru 42 familjur limir í
føroyska
Prematurfelag
num, og elsta ovtíðligafød
da barnið er 18 ár.
Í annað kvøld – miku
kvøldið – skipar Prematur
felagið fyri fyrilestri í Veist
luhøllini í Landssjúkrahúsi
num. Fyrilestrarhaldarin, er
danska Jonna Jepsen, sum í
1992 átti tvíburðar tríggjar
mánaðar ov tíðliga.
Síðani 1994 hevur Jonna
Jepsen arbeitt við teimum
trupulleikum, sum prematur
– ella ov tíðliga fødd børn
hava. Í 2000 var hon við til
at stovna danska Prematur
felagið, har hon var formað
ur tey fyrstu árini. Harum
framt rekur hon Preem
Team, sum arbeiðir við
kunning viðvíkjandi ov tíð
liga føddum børnum. Eisini
hevur hon skrivað fleiri bøk
ur um evnið.
Eg gleði meg til fyri
lesturin sum børn gleða seg
til jólagávur. Eg vænti at
fáa nógv at vita og nógv at
hugsa um, sigur Sunnvá
Tausen.
Vitan og kunning eru alt
avgerandi fyri foreldur sum
seg, leggur Sunnvá áherlsu
á. Tí trupulleikarnir eru ikki
altíð so sjónligir.
Tað er sera ymiskt, hvus
su slík børn eru fyri, men
verður einki gjørt fyri eitt
barn við tildømis trupul
leikum við sansaintegratión,
kann barnið fáa varandi
mein. Men tá foreldur einki
vita, kunnu tey heldur ikki
hjálpa.
Tí er málbólkurin fyri
fyrilesturin bæði foreldur
og avvarandi, men eisini
fólk, sum eru um ovtíðliga
fødd børn og foreldur teirra,
heilsustarvsfólk, pedagogar
og lærarar.
9 gramm
Fyrilestur um ov tíðliga fødd børn
Í morgin klokkan 17 skipar Prematur felagið fyri fyrilestri í veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum. Prematurfelagið varð stovnað í fjør heyst, og er endamál felagsins at
hjálpa foreldrum at børnum, sum eru fødd ov tíðliga. Í Føroyum finnast ikki hagtøl fyri hetta,
men í Danmark verður sagt, at 6% av børnum verða fødd ov tíðliga. Fyrilesturin í morgin er
fyrsta tiltakið, sum felagið skipar fyri, og er tað Jonna Jepsen úr danska Preem Team, sum fer
at halda fyrilesturin, ið er ætlaður bæði foreldrum, avvarðandi og fakfólki. Jonna Jepsen átti
sjálv tvíburar í 1992, og komu hesir í verðina tríggjar mánaðir ov tíðliga. Síðani 1994 hevur
hon arbeitt við teimum trupulleikum, sum prematur børn hava. Hetta við serligum atliti til
sálarligu og sansamotorisku seinfylgjurnar, sum hesi kunnu fáa. Tiltakið er ókeypis.