týsdagur 15. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 72 - 15. apríl 2008
Reisa Skúladepilin
Í morgin klokkan 15 verður hátíðarhald í Skúladeplinum í
Hovi, í sambandi við at bygningurin verður reistur.
Kristina Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum verður
til staðar. Umframt landsstýriskvinnuna fara eisini umboð
fyri næmingaráðið í Miðnámsskúlanum og
Heilsuskúlanum í Suðuroy at flyta fram røðu.
Tutl hevur aðalfund
Plátufelagið Tutl hevur aðalfund fríggjadagin 25 apríl klokkan 19 í
Pæsastovu. Á skránni verður val av nevnd, viðgerð av fløgu-
kataloginum við Tutl útgávum, kjak um konsertferðir, eins og tosað
verður um framtíðarætlanir felagsins. Tutl hevur nú umboð í Brússel
og sáttmáli við konsertfyriskiparum í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og
virksemi í fleiri lond afturat fer at koma í næstum. Plátufelagið Tutl
er felag til útgávu og sølu av tónleikatilfari, nú við 31 ár á baki.
Núverandi limirnir í nevndini eru Sólarn Solmunde, Knút H.
Eysturstein og Ólavur Olsen. Dagligur leiðari er Kristian Blak.
Piparspray
Piparspray er ein dós við eini sterkari blanding av vatni,
olju og chilipulvuri. Piparspray minnir um táragass, men
er nógv sterkari.
Piparspray verður sprænt á fólk seks, sjey metrar frá og
skal tað virka best, skal viðkomandi rakast í pannuna.
Tað elvir alt fyri eitt til eygnakrampar og sostatt eisini
til at viðkomandi missir sjónina í ein tíma ella so.
Piparspray virkar, hóast viðkomandi letur eyguni aftur,
tí so skjótt, eyguni verða latin upp aftur, fer tað at virka.
Piparspray virka alt fyri eitt og er sostatt eitt sera
effektivt amboð at sissa fólk við, sum annars ikki kunnu
tosast til sættis.
Løgreglan hevur bara loyvi at brúka piparspray, tá ið
stórur vandi er fyri lívi og heilsu, ella tá ið stórur vandi er
fyri álopi á týðandi stovnar, virki ella verkløg, ella tá ið
løgreglan ikki fær útint sítt arbeiði og løgreglufólkini
meta, at tað í hesum sambandi er neyðugt og forsvarligt
at brúka spray og tá ið tað ikki røkkur við øðrum
maktmiðlum.
Tá ið tað ber til, skal løgreglan ikki brúka piparspray
uttan at ávara um tað frammanundan.
Royndir úr øðrum Norðurlondum vísa, at piparspray
hevur ført við sær, at løgreglufólk fleiri ferðir eru sloppin
undan at draga skammbyrsuna, ella at brúka aðrar
maktmiðlar, sum kundi elvt til skaða.
Royndir í øðrum Norðurlondum vísa eisini, at pipar
spray hevur elvt til, at nógv færri løgreglufólk eru fyri
harðskapi enn tey vóru frammanundan.
Annars er ólógligt hjá vanligum fólki at brúka útvega
sær piparspray, tí tað verður mett sum eitt brot á
vápnalógina og verður sostatt revsað við bót.
Tann, sum brúkar piparspray ímóti øðrum, verður
revsaður fyri harðskap.
Keldur: Wikipedia, DR og FTF
FAKTA
Tá ið piparspray verður brúkt, fer ain kløn strála av pipar
spray í andlitið á fólki og tað er alt annað enn stuttligt at
verða raktur av
Løgreglan fær chilli at
sissa fólk við
Piparspray verður
nú ein fastur part
ur av útgerðini hjá
løgregluni í Føroy
um. Tað er bæði
nógv tryggari fyri
løgreglufólk og fyri
fólk, sum ikki kunnu
tosast til sættis
LøgregLa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Løgreglan í Føroyum fær nú
eitt nýtt amboð at brúka, tá
ið brúk er fyri at sissa fólk,
ella eina mannamúgvu.
Tað er piparspray, sum nú
verður ein fastur táttur av
útgerðini, tá ið løgreglufólk
fara í býin á patrulju, ella
verða boðsend til bardaga
ella ófrið og tað verður brúk
fyri at sissa fólk.
Men at kalla tað pipar-
spray, er kanska ikki heilt
rættvíst, tí í veruleikanum
er talan um eina blanding
av oljum og chilipulvuri,
hóast chili og pipar eru
plantur, sum eru í ætt.
- Sostatt er talan um eitt
reina reina nattúruvøru,
sigur Jákup Alberg Berg á
løgreglustøðini í Havn, sum
verður tann løgreglumaður-
in, ið skal standa fyri at und-
irvísa løgreglufólkunum í,
hvussu piparspray skal brúk-
ast í teirra dagliga arbeiði.
- Hetta er ein valdsmiðil,
sum løgreglan fær afturat
og sum vit leingi hava ynskt
okkum, sigur Jón Klein
Olsen, politiinspektørur.
Hann sigur, at tað verður
1. juni, at løgreglan í Før-
oyum fer at hava piparspray,
sum fastan part av útgerðini
og henda tíðin, fram til tá,
skal brúkast til at undirvísa
løgreglufólkunum í at brúka
hetta nýggja amboðið.
Tey fáa eisini undirvísing
í, undir hvørjum umstøðum,
tað kann koma upp á tal at
brúka piparspray og um,
hvussu tað virkar upp á fólk.
Samstundis er ætlanin at
kunna almenningin væl og
virðiliga um, hvat pipar-
spray er fyri nakað og,
hvussu tað virkar.
Nógv tryggari
Jón Klein Olsen sigur, at
piparspray er ein maktmiðil,
sum er nógv tryggari enn
hinir maktmiðlarnar, sum
løgreglan annars hevur, bæði
skammbyrsa og stavur.
- Piparspray er ein ógvu-
liga effektivur og púra
óskaðiligur máti at sissa
fólk sum, tað annars ikki
ber til at tosa til sættis.
Tann, sum fær piparspry
í eyguni er bæði liðugur
sum slagsbróður og popp-
sangari, og fær onki gjørt.
Viðkomandi verður fyri-
bils blindur og fær ikki hugt
og fær sostatt heldur onki
gjørt.
Men piparspray virkar í
einar tveir tímar og eftir tað
eru ongi árin yvirhøvur.
Sostatt ber til hjá løg-
regluni at sissa fólk við
piparspray, uttan at skaða
tey tað allarminsta og uttan
at løgreglufólk og tey, sum
hava skulu sissast, koma í
beinleiðis bardaga.
Jákup Alberg Berg sigur,
at sostatt er piparspray eitt
sera hent amboð.
- Veruleikin er, at 9 av 10
fólkum, sum gera um seg í
so stóran mun, at løgreglan
má upp í, angra tað so staði-
liga aftaná og tí er tað hent
at hava eitt amboð, sum
kann sissa tey, uttan at
skaða tey tað allarminsta.
Men hóast tað er púra
óskaðiligt, er tað alt annað
enn stuttligt at fáa pipar-
spray í andlitið, tí tað svíður
illa, fær teg at hosta og at
missa sjónina, so har er
onki at gera.
Tann fyrsta juni fær løgreglan í Føroyum eisini piparspray
sum ein fastan part av vanligu útgerðini og hendan lítla dósin
verður eitt sera hent amboð hjá løgregluni, tá ið tað annars ikki
ber til at tosa fólk til sættis