Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 72 - 15. apríl 2008 KONSERT Tíðindaskriv Frálíku tónarnir hjá evnaríka guitarleikaranum Benjamin Petersen hava í mong ár verið at hoyrt á tónleikapallinum her heima, tó sum oftast, tá ið Benjamin hevur verið guitarleikari og partur av øðrum bólkum so sum Deja Vu, Eivør og Brandur Enni. Men í hesum døgum er hansara fyrsta solofløga at fáa í handlunum kring landi, og hóskvøldið 17. apríl er møguleiki hjá øllum at hoyra úrslitið á útgávukonsertini, sum verður hildin í Norður­ landahúsinum kl. 19.30. Benjamin byrjaði longu sum 6 ára gamal at spæla guitar og hevur eisini traðka sínar ungdómsskógvar á Musikkskúlanum, har hann fekk frálæru innan bæði klassiskan og rútmiskan/ jazz guitar. Í mong ár hevur hann eisini skrivað egin løg og hugur hansara hevur einamest verið til jazz og tað er eisini hetta tónleikaslagið, sum spælir høvuðsleiklutin á nýggju fløguni hjá Benjamin. Tó hevur Benjamin ikki latið seg binda til eitt ávíst tónleikaslag; heldur hevur hann við síni fyrstu solofløgu ynskt at vísa, at hann megnar at flyta seg yvirum fleiri tónleikamørk og at úttrykkja seg við guitaranum uttan mun til, um talan er um jazz, avantgarde, pop, ella rock. Hóast tónleikurin er eitt gott bland av ymiskum tónleikasløgum, so hava tey flestu tað til felags, at tey eru instrumental og at tað er guitarin, sum hevur høvuðsleiklutin og melodirøddina. Ætlanin at geva út eina solofløgu hevur bylgst í Benjamin í nøkur ár og tað hevur tikið ávísa tíð at koma á mál, men Benjamin er sera fegin um úrslitið og gleðir seg at fáa høvi at framføra hóskvøldið í Norðurlandahúsinum. Góða góðskan á fløguni kemst eisini av, at Benjamin hevur samstarvað við sera dugna­ ligar tónleikarar; Brandur Jacobsen, trummur, Mikael Blak, bass, Gunnar Gutte­ sen, roads, Dávur Juul Magnusen, trombon, og Eivør Pálsdóttir, sang. Á konsertini hóskvøldið er manningin eitt sindur øðrvísi við Edvard Nyholm Debes á bass og Conny Kass, sang, men tónleika­ skráin hin sama sum á fløguni. Atgongumerki á kr. 125 fáast í Norðurlandahúsinum og beinleiðis á heimasíðuni www.nlh.fo Útgávukonsert við Benjamin Petersen SaNguR Tíðindaskriv Dýrabiðidag klokkan 20 verður eitt sangtiltak við Suðuroyarkórinum í Royn­ høllini í Hvalba. Skráin verður fjølbroytt. Umframt kórsangin verður felagssangur, søga og tala á skránni. Aftaná verður ein drekkamuður. Sangstílurin hjá Suður­ oyarkórinum er fjølbroyttur. Sungnir verða upprunaligir føroyskir sangir og útlendskir, ið eru týddir til føroyskt. Flestu sangirnir verða sungnir saman við klaveri og bassguitari. Onkur einstakur verður sungin uttan ljóðføri. Solosangarar í kórinum eru Johan Nónstein, Alice Jespersen, Óluva Morten­ sen, Svanna Mortensen, Finnbjørn Nielsen, Sigrid Andreassen, Anna G. Djurhuus og Marner Magnussen. Suðuroyarkórið var stovnað í februar 2002 og er samansett av fólki úr brøðrasamkomunum í Suðuroynni. Í kórinum eru uml. 30 fólk, bæði yngri og eldri. Kórleiðari er John í Skemmuni. Kórið miðar eftir at syngja minst eina ferð hvørt vetrarhálvár í ymisku samkomunum í oynni. Fleiri størri sangtiltøk hava verið í oynni hesi árini, síðan kórið var stovnað. Hesi hava verið í skúlahøllini í Porkeri, í Roynhøllini í Hvalba og í VB­húsinum í Vági. Eisini hava fleiri vitjanir verið norðanfjørðs eins og sungið hevur verið í felagskóri saman við Betesdakórinum, Ebenezerkórinum og Siloakórinum. Í august 2007 hevði Susanne Brattaberg sang­ skeið við kórinum, og var hetta sera gevandi. Tónleikarar í kórinum eru umframt kórleiðaran, Hallur Djurhuus, Gimme Andreassen og Bárður Norðberg. Tiltakið í Roynhøllini er ókeypis og eru øll hjartaliga vælkomin. Sangtiltak við Suðuroyarkórinum í Roynhøllini Met nógvir løntakarar Hagstovan skrivar á heimasíðu síni, at talið av løntakarum í Føroyum hevur verið í støðugum vøkstri síðani 1994. Í januar 1994 vóru 17.382 løntakarar og í januar 2008 eru løntakarar­ nir vorðnir 25.734, sum er met fyri januar mánað. Hetta er ein munur upp á 8.352 løntakarar. Bara seinastu tvey árini er løntakartalið í januar vaksið við uml. 1.300 løntakarum. Løntakararnir vóru 1,5% fleiri í januar í ár í mun til í fjør. Tó eru løntakararnir í fiskivinnuni og øðrum ráevnisvinnum vorðnir 9% færri hetta seinasta árið. Í byggivinnuni eru nú 5% fleiri løntakarar enn sama tíðarskeið í fjør. Egon fyri Maritu Egon Joensen hevur avloyst Maritu Rasmussen sum umboð fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag í Fiskivinnuráðnum. Tað skrivar Vinnuhúsið á netinum. Landsstýrismaðurin leggur týðandi fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, fyri fiskivinnuráðið til ummælis. Harumframt kann Fiskivinnuráðið eisini av sínum eintingum taka fiskivinnumál upp til viðgerðar og lata landsstýrismanninum sítt ummæli. Hinir limirnir í Fiskivinnuráðnum eru Jóhannus Martin Olsen, Viberg Sørensen, Eyðstein Djurhuus, Jan Høj­ gaard, Auðunn Konráðsson, Hans Joensen og Eyðbjørn Larsen, sum er formaður. Skrivari hjá ráðnum er Jens Helgi Toftum. Benjamin Petersen hevur konsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið