týsdagur 15. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 72 - 15. apríl 2008
Karsten Hansen,
fíggjarmálaráðharri,
hevur í dag borið
uppskot um fíggjarlóg
í tingið, og framløga
verður í komandi
viku
FÍGGJARLÓGmáL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur tikið sína tíð at
smíða fíggjarlóg fyri árið í
ár, men nú er so endiliga
komið undir land.
Karsten Hansen, fíggjar
málaráðharri, vil tó einki
siga um, hvussu uppskotið
sær út. Hann hevur tó áður
sagt, at hansara fíggjarlóg
aruppskot skal hava eitt
avlop, so hóast Karsten
Hansen ikki vil leka nakað
so skilst, at eitt ávíst avlop
verður í uppskotinum.
Spurdur, um landsstýris
fólkini eru nøgd við teirra
lut í uppskotinum sigur Kar
sten Hansen, at tað vónar
hann ikki.
Eru landsstýrisfólkini
nøgd, er tað tekin um, at tey
hava fingið meiri í teirra lut
enn gott er, sigur Karsten
Hansen.
Og nakað bendir á, at í
hvussu er ikki øll lands
stýrisfólkini eru nøgd. Hans
Pauli Strøm heldur seg hava
fingið alt ov lítið í sín lut.
Sum nevnt verður upp
skotið borið niðan í løg
tingið í dag, men av tí at tað
skal liggja í tinginum í
tríggjar dagar til eftirkann
ingar, kann tað ikki verða
lagt fram fyrr enn í komandi
viku.
Og ikki fyrr enn tað
hendir, ber til at fáa nærri at
vita, hvussu ymsu postarnir
síggja út. Serliga íløgurnar
eru áhugaverdar í fíggjar
lógaruppskotinum, tí sam
gongutinglimir hava áður
úttala seg um krøv til fíggj
arlógina, og tað er eingin
loyna, at serliga sandoyar
tinglimirnir vilja hava tunn
ilsmálið á dagsskrá, skulu
teir framhaldandi stuðla
samgonguni.
Men alt hetta fæst sum
nevnt at vita í komandi
viku, tá fíggjarlógaruppskot
ið verður framlagt.
Bankar
dømdir
fyri kapp
ingarbrot
Sjey lokalir bankar
á Sælandi og Fjóni
eru dømdir fyri
ólógligar avtalur,
sum skuldu forða
fyri kapping
KAPPINGARLÓG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað ber ikki til at hótta
limir við útilokan, um
teir ikki eru felagstrúgv
ir.
Tað avmarkar nevniliga
kapping. Og heilt ítøki
ligt kostar tað nú sjey
lokalum
bankum
á
Sælandi
og
á
Fjóni
570.000 krónur í part
fyri brot á kappingarlóg
ina. Tað skrivar Politik
en.
Fyri einari viku síðani
fingu vit eitt uppskot um
bót áljóðandi 570.000
krónur. Eftir tí, vit hava
verið
ígjøgnum,
og
drúgvu tíðini vit hava
nýtt til sakina, hava vit
valt at gjalda peningin
og koma víðari, sigur
stjórin í DiBa, Flemming
Jensen.
Teir sjey bankarnir,
sum eitt nú høvdu av
talað, ikki at lata deildir
upp í høvuðsbýunum hjá
kappingarneytunum, eru
Møns Bank, Lokalbanken
í Norðursælandi, Skæl
skør
Bank,
Lollands
Bank,
Vordingborg
Bank, Totalbanken í Aar
up á Fjóni og DiBa í
Næstved.
Fíggjarlóg í komandi viku
Tvílandasáttmálar
liggja undir teimum
ráðum, ið teir nátt
úrliga hoyra undir,
meðan fleirtjóða
sáttmálar hoyra
heima undir uttan
ríkisráðnum, segði
Høgni Hoydal í svari
til munnligan fyri
spurning í tinginum
í dag
UTTANRÍKISmáL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var Jóhan Dahl, sum í
munnligum fyrispurningi í
morgun
spurdi
Høgna
Hoydal, uttanríkisráðharra,
hvørjar uppgávurnar hjá utt
anríkisráðnum í veruleikan
um eru.
Fyrst og fremst skal hetta
nýggja ráð byggja upp eitt
infrakervi út í heim, og taka
sær av vinnuligum og ment
anarligum áhugamálum hjá
føroyingum.
Tvílandasáttmálar, sum
eitt nú fiskivinnusáttmálar
ella
skattligir
sáttmálar,
liggja undir ávikavist fiski
og
tilfeingisráðnum
og
fíggjarmálaráðnum.
Men
aðrir fleirtjóða sáttmálar
liggja undir uttanríkisráðn
um, segði Høgni Hoydal í
svari sínum.
Handilssáttmálar
verða
somuleiðis handfarnir av
uttanríkisráðnum, eins og
sendistovurnar eru náttúr
ligur partur av virkseminum
hjá uttanríkisráðnum.
Annars
fekk
Kristina
Háfoss eina røð av munnlig
um fyrispurningum, eitt nú
um stuðul til fjarlestur. Tað
var Kári P. Højgaard, ið
setti spurningin fram, men
fleiri aðrir tinglimir tóku
eisini orðið í hesum máli.
Umsitur fleirtjóða sáttmálar
Høgni Hoydal umsitur millum annað fleirtjóða sáttmálar
Karsten Hansen hevur í dag
borið fíggjarlógaruppskotið
niðan í tingið, har tað verður
framlagt í komandi viku
Hornkonsert á Glyvrum
Mikukvøldið verður áhugaverd konsert í fimleikahøllini á Glyvrum,
har Nes Sóknar Musikkfelag og ein messing kvintett úr Havn,
luttaka. Kenneth Joensen, sum er venjari í báðum orkestrunum, fer at
stjórna. Skráin hjá hornorkestrinum verður eins og hon, ið verður á
Musikkstevnuni í ár, sum verður hildin í Trongisvági komandi
vikuskifti. Millum annað verður spæld ein euphonium duett, My And
My Shadows, sum Rebekka Hjørleifsdóttir og Anna Magnussen
spæla saman við orkestrinum. Konsertin í fimleikarhøllini á Glyvrum
mikukvøldið byrjar klokkan 20.
Mærsk nýtt oljufund
Mærsk Olie og Gas er komið fram á eitt nýtt oljufund í
Norðsjónum. Nú skal so metast um, hvørt talan er um
rakstrarverdar nøgdir. – Boringin av Bo3X brunninum
var grundað á nýtslu av 3D seismiskum data við høgum
upploysningi, og einari innovativari tulking av hesum. Vit
bíða nú í spenningi eftir at fáa staðfest, um nóg mikið er
til av kolbrintum til at tað loysir seg at útvinna tær,
upplýsir varastjórin í felagnum, Anders Würtzen. Tað
skrivar blaðið Børsen.