týsdagur 15. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 72 - 15. apríl 2008
Bryggjað
meira
Sct.
Brigid
Serliga Sct. Brigid ale,
sum Føroya Bjór sendi á
marknaðin sum fyrsta av
fýra føðingardagsølum,
verður nú aftur at fáa.
Ætlandi skuldu serligu
føðingardagsølirnar bert
bryggjast tí einu ferðina,
men góða móttøkan av
Sct. Brigid ale hevur nú
fingið
bryggjaríið
í
Klaksvík at senda enn
eina tapping á markn
aðin.
Sct. Brigid Ale er ein
írskt inspirerað Ale 4,6%
abv.
Bryggjað
við
úrvaldum rávørum, fleiri
ymiskum
maltsløgum,
besta vatni og kryddað
við 3 humlusløgum.
Smakkurin er mildur,
lætt kryddaður og balanc
eraður við gódum malt
og humlusmakki.
Næsta ølin í røðini er á
marknaðinum í løtuni,
og nevnist hendan ølin
Sct. Brigid IPA. IPA
stendur fyri Indian Pale
Ale.
Tey bæði sløgini, sum
koma afturat í føðingar
dagsrøðini, koma út í
næstum, verður sagt av
Føroya Bjór. Talan er um
Sct. Brigid Boheme og
Sct. Brigid Blond, og
umboða hesar ávikavist
kl. 1 og kl. 2 í styrki.
-mørk
Barnadiskotek í Havn
Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 verður
barnadiskotek í Eysturskúlanum í Havn, sum 9.D skipar
fyri. Vit fara at hava kappingar og stuttlig spøl, eisini
selja vit sodavatan og annað gott. Vit hava hetta tiltak, tí
vit eru á ferð til Island við flokkinum, har vit fara at gera
alt møguligt spennandi, skrivar 9.D í tíðindaskrivi.
Kostnaðurin fyri barnadiskotekið er 30 krónur.
Listaframsýning á Tvøroyri
Í dag klokkan 17 letur upp ein listaframsýning við akvarellum í
Gallarí Oyggin á Tvøroyri, sum eru listaverk eftir Hartvig Stenholdt
Hansen. Danski listarmaðurin hevur havt hópin av
listaframsýningum í millum annað Danmark, Týsklandi og Finlandi.
Framsýningin á Tvøroyri er opin fram til sunnudagin 4. maj. Allar
dagar uttan mánadag frá klokkan 14 til 18.
Hartvig Stenholdt Hansen sýnir fram akvarellir sum hetta í Gallarí Oyggin
á Tvøroyri frá í dag.
Mynd: picasaweb.google.com
Leygarkvøldið
verður konsert við
eysturoyarbólkunum
Orca og Gestum í
biografsalinum í
Bygdarhúsinum á
Strondum
Tónleikur
Tíðindaskriv
Bólkurin Gestir, ið gav
fyrstu og væl móttiknu fløgu
sína ”Burtur frá toftunum”
út fyri tveimum árum síðani,
er broyttur eitt sindur síðani
teir vóru at hoyra m.a. á G!
festivalinum í summar. Teir,
ið mynda bólkin leygar
kvøldið, eru Ólavur Jákups
son, sang og elgittar, Tor
finnur Jákupsson, elgittar,
Jens L. Thomsen, elbass og
Jógvan Andreas á Brúnni,
trummur.
Bólkurin Orca, ið gav út
fløguna ”Livandi Oyða”
stutt fyri jól, er sermerktur
á tann hátt, at ljóðførini, ið
nýtt verða, eru øll gjørd úr
burturkasti og ymiskum
avløgdum lutum, ið funnir
vórðu í einum fjósi innan
Glyvur fyri eini tveimum
árum síðani. Jens L. Thom
sen spælir upp á hegnpela
bass, Bogi á Lakjuni spælir
einstreingjaða slide rør
lampu, Ólavur Jákupsson
spælir upp á fløskuorgul og
syngur, Jógvan Andreas á
Brúnni spælir upp á ymsar
tunnur úr plasti og jarni, og
Kári Sverrisson spælir upp
á eina oljutunnuharpu og
syngur.
Orca spældi eina væl
vitjaða konsert á Kambsdali
farna vikuskifti. Konsertin
á Strondum leygarkvøldið
er liður í fyrireiking til fram
førslur hjá Gestum og Orca,
ið verða í Belgia og aðra
staðni fyrst í mai mánaði.
Orca og Gestir í Bygdarhúsinum
á Strondum
Orca spældi á Kambsdali um
vikuskiftið
Mynd: Kristfríð Tyril
Tríggjar fløgur við
gomlum perlum
koma á marknaðin,
sum minni um, at 50
ár eru liðin, síðani
Tónleikarfelagið varð
sett á stovn
Tónleikur
Tíðindaskriv
Tónleikarfelagið var stovn
að mánakvøldið 14. apríl
1958. Teir, sum møttu til
stovnandi aðalfundin, vóru:
Jákup (Aggo) K. Mouritsen,
Leivur
(hjá
Fritleifi)
Johannesen, Jens Chr. Knud
sen, Jóan Petur (hjá Liffu)
Gregoriussen,
Bjarni
(Simme) Arge Jacobsen,
Páll Johannesen á Lag og
Tórður Debes Joensen (nú
Jóansson).
Tónleikarfelagið var eitt
ógvuliga
virkið
felag.
Nevnd og limir skipaðu fyri
nógvum ymiskum tiltøkum,
t.d. dansi, tónleikavenjing,
kjaki um tónleik, fyrilestrum
og útvarpssendingum. Hes
ar útvarpssendingar bóru
tónar frá felagslimunum út
um alt Føroya land, og vóru
tær sera væl umtóktar.
Útvarp Føroya eigur í dag
eini
trettan
bond
frá
“Tónleikarfelagnum”, sum
er at gleðast um, tí hetta er
virðismikið tilfar.
Tónleikarfelagið livdi sítt
fríska lív í eini trý ár, og
Útvarp Føroya eigur fleiri
enn 100 løg, sum Tónleikar
felagið hevur spælt inn á
band.
Av
teimum
eru
umleið 80 sangir á hesum
trimum fløgunum. Sungið
verður á føroyskum, øðrum
norðurlendskum
málum,
enskum og týskum. Nakrir
av tónleikarunum og sangar
um, sum eru á hesi fløgu
eru: Nicolina, Eyðbjørn,
Áslakkur, Hjørleif, Her
mann, Hannis, Hallgrím,
Luddi, Jákup Luth, Tórður,
Haldane, Jógvan Skaale,
Simme og mong onnur.
Hesi syngja m.a. kendu
sangirnar:
“Teir
sigla”,
“Tann vinurin kæri”, “Sig
mær farvæl”, “Lívið”, “Mín
fyrsta flamma” “Eg hugsi
um teg”, “Hin seinasta vakt
in” og mangir aðrir sangir,
sum eru sungnir á øðrum
norðurlendskum
málum,
enskum og týskum.
Tað er eingin ivi um, at
Tónleikarfelagið hevur flutt
mørk innan føroyskan tón
leik, bæði hvat ið sjálvum
tónleikaslagnum
(popp
tónleiki)
viðvíkur
og
á
málsliga økinum. Tey vístu
samtíð og eftirtíð, at føroyskt
mál er so mikið rúmsátt, at
tað væl kann nýtast til
popptónleik, og sigast má, at
tey harvið vunnu føroyskum
máli eitt máløki afturat.
Eitt, sum eyðkennir tón
leikin og orðini, er, at hetta
eru einfaldir og erligir popp
sangir, og man hetta vera ein
orsøk til, at so nógvir teirra
gjørdist væl umtóktir. Av
sonnum kann sigast, at tey í
felagnum reistu ein varða í
føroyskari tónleikasøgu.
Nú hálv øld er runnin,
síðan Tónleikarfelagið var
stovnað, verða limir felags
ins heiðraðir á henda hátt, tí
teir hava givið landsmonnum
sínum so nógvar og góðar
upplivingar við teirra glaða
og livandi tónleiki. Vónandi
tekur tjóðin væl ímóti
einaferð enn.
Kringvarp Føroya gevur
út, og tað eru Jóannes Jak
obsen og Tórður Johannesar
son, ið hava samskipað
arbeiðið.
50 ár síðan Tónleikarfelagið
Á leið 80 løg eru á teimum trimum fløgunum, sum nú verða
sendar á marknaðin