týsdagur 15. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 72 - 15. apríl 2008
Í hósdagsblaðnum skrivaðu
vit, at Taks ikki hevði goldið
borgaranum, sum tann 25.
oktober í 2006 fekk viðhald
í sínum mvg-kravi, pening-
in, sum Skatta- og avgjalds-
kærunevndin segði borgaran
hava rætt til.,
Í tíðindaskrivinum, sum
Taks sendi út í dag, verður
sagt, at »Taks hevur tikið
avgerðina hjá Skatta- og
avgjaldskærunevndini
frá
25. oktober 2006 til eftir-
tektar, og goldið kæraranum
meirvirðisgjald av skráset-
ingargjaldinum aftur við tí
fyrivarni,
at
peningurin
verður kravdur aftur, fær
Taks viðhald í Føroya Ræt-
ti.«.
Eftir tí, sum Sosialurin
hevur fingið upplýst, er het-
ta útgjald tó farið fram, eftir
at greinin stóð í blaðnum.
-mørk
Málini fyrnast
Mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bilakeyparar,
sum
hava
keypt nýggjan bil í tíðar-
skeiðnum frá 1. mai 1999
til 14. apríl 2003, og ikki
longu hava sent inn krav
um mvg-endurgjald, mugu
ásanna, at tann peningin
síggja tey ikki aftur.
Eins og sakførarar, sum
vit tosaðu við í farnu viku,
so er Taks av teirri áskoðan,
at mvg-mál av hesum slag
koma undir 5-ára fyrningar-
regluna.
Lógartekniska mistakið,
sum hevur givið borgarum
rætt at krevja mvg-endur-
gjald, var galdandi frá 1.
mai 1999 til 28. apríl 2005.
Men krøv, sum eru eldri
enn fimm ár, eru eftir øllum
at døma fyrnað. Hetta er tó
ikki galdandi, um bilakeyp-
ari hevur gjørt vart við sítt
krav, áðrenn bilakeypið var
fimm ára gamalt.
Ført hevur verið fram, at
talan íalt var um 125 millió-
nir krónur, sum tað almenna
hevur kravt inn, uttan at
heimild var fyri hesum.
Verður roknað við, at bila-
keypið hevur verið javnt øll
árini, svarar hetta til 57.000
kr. um dagin. Og hetta er alt-
so upphæddin, møguliga
kann fyrnast fyri hvønn
dag, sum gongur, uttan at
nýggj krøv verða sett fram.
Í spurningum, sum vit
her á blaðnum sendu Taks,
varð eisini spurt, um tað
hevði áhuga hjá Taks, at
málið í Føroya Rætti tekur
sum longst av tíð, soleiðis
at flest møgulig krøv kunnu
fyrnast. Hesum spurningi
hevur stovnurin tó ikki svar-
að.
Vísandi til tað, sum fram-
gongur aðrastaðni her á síð-
uni, mugu bilakeyparar tó
sjálvi ansa eftir, at teirra
krøv verða viðgjørd. Tí
hóast Skatta- og avgjalds-
kærunevndin í fyrsta lagi
hevur givið borgara viðhald,
og í øðrum lagi hevur givið
Taks greið boð um at við-
gera aðra kæru, so metir
Taks altso ikki, at nevndin
við hesum avgerð rættar-
støðuna hjá málum, ið ikki
eru løgd fyri nevndina.
Taks metir, at krøv um mvg-endurgjald í sam-
band við keyp av persónbili, fyrnast eftir fimm
árum. Við øðrum orðum sparir Landskassin á
leið 57.000 kr. fyri hvønn dag, sum gongur, utt-
an at nýggj krøv verða sett fram
Hava goldið út
Hóast Skatta- og
avgjaldskærunevndin
staðfestir, at Taks ikki
kann nokta at viðgera
umsóknir um mvg-
endurgjald, vil Taks
ikki lata nevndina
avgera rættarstøðuna
hjá somu umsóknum
Mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Her í blaðnum skrivaðu vit
í farnu viku um avgerð hjá
Skatta- og avgjaldskæru-
nevndini í samband við
krav um mvg-endurgjald
frá borgara.
Í hesi avgerð staðfesti
nevndin, at Taks ikki kann
lata vera við at taka støðu
til mál, vísandi til, at annað
líknandi mál er lagt fyri Før-
oya Rætt til støðutakan.
Nokta framvegis
Skatta- og avgjaldskæru-
nevndin er hægsti fyrisiting-
arligi myndugleiki innan
skatta- og avgjaldsøkið. Og
hetta viðurkennir Taks í tíð-
indaskrivinum, sum er sent
føroysku miðlunum. Men
hóast hetta, so tykist Taks
ikki látast um vón, hóast
nevndin í tveimum førum
hevur givið kærara viðhald
í málum um mvg-endur-
gjald.
»Taks hevur tikið til eftir-
tektar, at Skatta- og avgjalds-
kærunevndin hevur heim-
víst eitt annað ítøkiligt mál
til nýggja viðgerð. Hetta
málið verður viðgjørt av
nýggjum. Taks tekur tó ikki
undir við, at Skatta- og
avgjaldskærunevndin hevur
heimild til at fastleggja
rættarstøðuna í málum, ið
ikki eru løgd fyri nevndina
til støðutakan.«
Soleiðis verður sagt í tíð-
indaskrivinum, sum í dag
er sent føroysku fjølmiðlu-
num.
Og hetta merkir, at hóast
Taks nú tekur ítøkiliga mál-
ið, sum Skatta- og avgjalds-
kærunevndin viðgjørdi, til
nýggja viðgerð, so ber hetta
ikki við sær, at Taks fer at
viðgera líknandi mál. Í
avgerðini hjá Skatta- og
avgjaldskærunevndini tann
3. apríl í ár varð annars stað-
fest, at Taks kann ikki nokta
at viðgera eina umsókna
vísandi til, at annað mál er
lagt fyri Føroya Rætt.
Lógartekniskt mistak
Í tíðindaskrivinum vísir
Taks annars á, at talan var
um lógartekniskt mistak,
sum hevur givið borgara
rætt til mvg-endurgjald.
Taks vísir í hesum sam-
bandi á, at tað var øllum
púrasta greitt, hvussu høgt
avgjald ætlanin var at leggja
á bilakeyp. Bæði fyri løg-
tingsfólki,
bilahandlarum
og teimum borgarum, sum
keyptu bil.
» Í uppskotinum er greitt
neyvt frá, hvussu skráset-
ingargjald og meirvirðis-
gjald skal roknast, og at
broytingarnar ikki hava við
sær meir ella minni inntøkur
til landskassan.«, stendur
millum annað at lesa í tíð-
indaskrivinum, sum Taks í
dag sendi út.
Í samband við at mál
um meirvirðisgjald av
skrásetingargjaldi av
bilum verður umrøtt
í fjølmiðlum sendir
TAKS út soljóðandi
tíðindaskriv:
Mvg
Tíðindaskriv
Eitt mál er í løtuni til
viðgerðar í Føroya rætti um
meirvirðisgjald av skrá-
setingargjaldi av bili. Skat-
ta- og avgjaldskærunevndin
hevur mett, at talan er um
eitt lógartekniskt mistak, ið
gevur tí borgara, ið kært
hevur, rætt til at fáa aftur-
goldið tann part av meir-
virðisgjaldinum, sum er
grundaður á skrásetingar-
gjaldið.
TAKS er ikki samt í niður-
støðuni hjá Skatta- og
avgjaldskærunevndini
og
hevur tí kært avgerðina til
Føroya Rætt. TAKS viður-
kennir, at Skatta- og av-
gjaldskærunevndin er hægs-
ti fyrisitingarligi kærumyn-
dugleiki innan skatta- og
avgjaldsøkið. TAKS hevur
tikið avgerðina hjá Skatta-
og
avgjaldskærunevndini
frá 25. oktober 2006 til eftir-
tektar, og goldið kæraranum
meirvirðisgjald av skráset-
ingargjaldinum aftur við tí
fyrivarni,
at
peningurin
verður kravdur aftur, fær
TAKS viðhald í Føroya Ræt-
ti
TAKS hevur tikið til eftir-
tektar, at Skatta- og avgjalds-
kærunevndin hevur heim-
víst eitt annað ítøkiligt mál
til nýggja viðgerð. Hetta
málið verður viðgjørt av
nýggjum. TAKS tekur tó
ikki undir við, at Skatta- og
avgjaldskærunevndin hevur
heimild til at fastleggja
rættarstøðuna í málum, ið
ikki eru løgd fyri nevndina
til støðutakan.
TAKS tekur annars bert
støðu til ítøkilig mál, ið eru
til viðgerðar, og kann tí ikki
úttala seg generelt um
spurningin.
Viðmerkjast skal eisini,
at spurningurin um fyrning
verður viðgjørdur eftir gald-
andi reglum, har fyrningar-
freistin sum meginregla er
5 ár. Víst verður annars til §
2 í fyrningarlógini (lov nr.
274 af 22. december 1908
om forældelse af visse
fordninger).
Í apríl mánað 1999 sam-
tykti Løgtingið broyting í
skrásetingargjaldslógini. Í
viðmerkingunum til hesa
broyting verður sagt, at
endamálið við broytingini
er at gera reglurnar lættari
at umsita.
Í uppskotinum er greitt
neyvt frá, hvussu skráset-
ingargjald og meirvirðis-
gjald skal roknast, og at
broytingarnar ikki hava við
sær meir ella minni inntøkur
til landskassan. Roknidømi
eru løgd við, ið neyvt vísa
hvat skal gjaldast til lands-
kassan í meirvirðisgjaldi og
skrásetingargjaldi.
Tað er tí púra greitt, hvus-
su høgt gjald løgtingsfólk á
vári 1999 hava atkvøtt fyri
at leggja á bilakeyp. Somu-
leiðis hevur hetta eisini ver-
ið greitt bæði fyri bilahand-
larum og teimum borgarum,
ið keyptu sær bil.
Tíðindaskrivið frá Taks
Taks noktar framvegis at akta Skatta- og
avgjaldskærunevndina. Borgarar, sum hava sent inn umsókn
um mvg-endurrindan, mugu tí sjálvir senda inn kæru til
Skatta- og avgjaldskærunevndina, um umsóknin skal viðgerast
Taks aktar ikki
harraboðum
Skúladepilin í Suðuroy reistur
Í morgin, mikudagin klokkan 15, verður hátíðarhald í Skúladeplinum í Hovi í
sambandi við, at bygningurin verður reistur. Kristina Háfoss, landstýriskvinna í
mentamálum verður til staðar. Úr Suðuroy siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin at
vera við til hátíðarhaldið. Klokkan 15 fer Tvøroyra Hornorkestur at spæla. Síðani
fer Kristina Háfoss at halda røðu. Leona L. Johannesen, næmingaráðsforkvinna í
Miðnámsskúlanum í Suðuroy fer at siga nøkur orð, og Erika Knudsen,
næmingarumboð frá Heilsuskúla Føroya, sigur nøkur orð. Jórun Petersen,
deildarleiðari, flytir fram røðu vegna nýggja skúladepilin, og síðani spælir
Tvøroyarar Hornorkestur aftur. Aftaná verður kaffi og køkur.