týsdagur 15. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 15. apríl 2008
15
viðmerkingar
20. partur
Dánielsbók byrjar ikki,
sum hinar tríggjar, við at
siga, at Gud hevur opin
berað seg fyri Dániel og
biður hann tala. Haraftur
ímóti byrjar bókin við at
siga frá um, tá ið Nebu
kadnezar bábelskongur
herleiðir Jójakim, kongin í
Juda og saman við honum
nakrar ungar dreingir.
Hesir dreingir skuldu
lærast upp í bókmentum og
tungumáli kaldeara.
Millum hesar vóru Dániel
og vinmenn hansara.
Dániel og vinmenn hansara
vóru gudóttandi ungir
dreingir, sum hildu fast við
lógina og tað, sum teir
vóru upplærdir í heima í
Judalandi. Harrin var við
teimum, og eftir lokna
skúlatíð gjørdust teir
tænarar hjá konginum og
vóru roknaðir uppí
vísmenninar í Bábel.
Men so komu royndirnar.
Nebukadnezar hevur
dreym, og tá ið hann
vaknar, veit hann ikki, hvat
hann hevur droymt og vil
hava vísmenninar at siga
sær dreymin og týða hann.
Hesa uppgávuna megna
teir ikki, kongurin gerst
ovursintur og gevur boð
um, at teir skulu drepa
vísmenninar. Tá ið Dániel
hoyrir hetta, søkir hann sær
hjálp hjá Gudi, og nú
kemur honum til góðar, at
hann hevur eitt dagligt
samfelag við tann livandi
Gud. Hann heitir á vin
menninar at biðja til Gud
saman við sær, so at teir
ikki verða dripnir. Gud
svarar, hann opinberar fyri
Dániel dreymin, sum
Nebukadnezar hevur havt,
og sigur honum eisini,
hvussu hann skal týðast,
og baði hann, vinmenn
hansara og hinir vísmenn
inir verða spardir.
Her er ein so stórur
lærdómur, í hvussu tað
loysir seg at óttast Gud.
Dániel og vinmenninir
høvdu, stutt sagt, verðið
dripnir mitt í lívsins besta
blóma, um teir ikki høvdu
Gud at farið til. Vit vita
ikki, hvat man liggja á leið
okkara, tí er gott at hava
Harran sum álit sítt í
hesum ótrygga lívi, har alt
kann broytast eftir einum
sekundi.
Men hvat var hetta fyri
ein dreymur,
Nebukadnezar hevði havt?
Hetta var eingin vanligur
týdningarleysur dreymur,
alt annað. Kongurin sá í
dreyminum eina stóra
standmynd, sum var øðilig
at síggja. Høvdið var úr
fínum gulli, bróstið og
armarnir vóru av silvuri,
búkurin og lendarnar av
kopari, beinini av jarni, og
føturnir fyri ein part av
jarni og fyri ein part av
leiri. Síðani hendi tað, at
ein steinur var rivin leysur,
tó ikki við hondum, og
hann rakti myndina á
føturnar – sum vóru av
jarni og leiri, og hon
soraðist sundur, og einki
sást aftur til hana, men
steinurin varð til stórt fjall,
ið fylti upp alla jørðina.
Týdningurin av
dreyminum hevði ikki bert
við Nebukadnezar at gera,
men hevur við okkum øll
at gera, meg og teg eisini.
Úleggingin, sum Dániel
segði Nebukadnezar kongi,
er um hendingarnar á
jørðini líka frá døgum
Nebukadnezars og heilt
fram til okkara tíð og
longur enn, heilt fram til
endans tíð, inn í
ævinleikan. Dániel sigur
nágreiniliga frá teimum
fýra heimsríkjunum, sum
skuldu koma, ja
Bábelsríkið sjálvt var eitt
av teimum. Tá ið vit nú
lesa søguna, síggja vit,
hvussu hetta er gingið út,
og vit síggja eisini, hvussu
tað, sum enn er
frammanfyri, ger seg til,
júst so sum Dánielsbók
sigur frá. Eg komi nærri
inn á hetta næstu ferð.
Framhald
Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud
RichaRd
danielsen
Kristiansgøta 41 · FO-188 Hoyvík · Tel. 233040 / 233041
Vit átaka okkum alt arbeiði
innan hita, vatn, ventilatión
og sanitet.
Fótbóltskappingin
»Skandalusøgan« á
forsíðuni í Dimmalætting
í síðstu viku er enn eitt
dømi um, at tíðinda
redaktiónin á blaðnum
hevur sett sær fyri at
undirgrava borgarstjóran
í Havn
Tíðindabløð eru ein vøra,
sum skal seljast, og undir
ritaði er enn eina ferð vorð
in ein forsíðusøga, sum
kann selja Dimmalætting.
Fleiri eru kanska vitandi
um, at undirritaði í eina tíð
ikki hevur viljað havt nak
að samskifti við blaðfólk á
Dimmalætting. Orsøkin er,
at undirritaði í fleiri umfør
um hevur fingið eina órími
liga viðgerð og viðferð í
blaðnum.
Hetta er sjálvandi ikki
fallið í serliga góða jørð á
Dimmalætting, og tað er
helst orsøkin til, at blað
fólk á Dimmalætting leita
við ljós og lykt eftir mál
um, ið kunnu seta borgar
stjóran í eitt keðiligt
alment ljós.
Júst hetta – at tíðinda
redaktiónin á blaðnum er
vorðin súr – er helst
orsøkin til, at borgarstjórin
enn eina ferð er úthongdur
á forsíðuni og inni í blað
num í gjár, 10. apríl 2008.
Keldukritikkur úr
niðastu skuffu
Hesaferð skal blaðið seljast
uppá, at "Heðin misnýtir
skattapengar". Hetta er ein
yvirskrift, ið ivaleyst selur
nógv bløð.
Dimmalætting torir
neyvan sjálv at standa
aftan fyri yvirskriftina, og
tí er talan um eitt sitat –
ikki frá einari óheftari
keldu, nei, frá býráðslimi
num Jan Christiansen, ið er
ein av politisku mótstøðu
monnunum hjá undirritaða.
Hetta er vorðið sum
journalistikkur og keldu
kritikkur. Ring líka til Jan
Christiansen og vita, um
hann kann vera stum
tænarin, ið yvirskriftin
kann hangast uppá. Jú, tað
ber væl til, síggja vit.
Fyri tey, sum ikki vita
tað, so var Jan Christiansen
borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu beint undan
mær. Hann hevur í eitt
heilt valskeið verið for
syndaður inn á meg, tí
borgarstjórasessin glapp
honum av hondum. So tað
er ikki undarligt, at Jan
Christiansen vil leggja
navn til hesa saftigu
yvirskriftina.
Heila lygnin
Hvat er tað so, ið Jan
Christiansen meinar við?
Jú hann heldur tað vera
"óluksáliga grovt", at
borgarstjórin hevur keypt
eksterna fjølmiðlaráðgev
ing upp á rokningina hjá
kommununi.
Eisini sigur Jan Christian
sen, at hetta er "óhoyrt", og
at "býráðið ongantíð brúkti
eina krónu upp á fjølmiðla
ráðgeving, meðan hann var
borgarstjóri".
Javel. Hetta er jú greið
tala frá fyrrverandi borgar
stjóranum, sum enntá ætlar
at taka hetta upp í fíggjar
nevndini hjá býráðnum.
Trupulleikin er bara, at
Jan Christiansen sigur
ósatt. Tað kann skjalprógv
ast, at býráðið í borgar
stjóratíðini hjá Jan Christi
ansen eisini keypti eks
terna fjølmiðlaráðgeving.
Hetta er sjálvandi nakað,
sum Jan Christiansen ikki
hevur nakra interessu í at
siga nakað um.
Tað, sum kortini undrar,
er, at Dimmalætting hevur
somu interessu sum Jan
Christiansen í at mistonki
ligera borgarstjóran. Hví
hevur Dimmalætting ikki
kannað málið ordiliga og
biðið um innlit í roknskap
arskjøl frá tíðini, tá Jan
Christiansen var borgar
stjóri?
Kann tað hugsast, at
Dimmalætting hevur ein
sjálvstøðugan áhuga í at
lata vera við at gera
journalistiska arbeiðið til
lýtar? Eg giti, at tað er so.
Undirritaði er jú ikki tann
mest populeri persónurin á
tíðindaredaktiónini á
Dimmalætting.
Púra vanligt at keypa
eksterna ráðgeving
Hetta, at ekstern ráðgeving
verður keypt, er púra van
ligt. Tórshavnar Kommuna
hevur, alt tað eg veit um,
keypt eksterna ekspertisu
av øllum møguligum slag.
Tak til dømis løgfrøði
ligar spurningar. Er nakað
óvanligt í, at kommunan
keypir sær ekspertisu á
hesum øki? Seta Dimma
lætting ella Jan Christian
sen spurnartekin við, at
skattaborgarar rinda fyri
eksterna løgfrøðiliga
ráðgeving? Nei, tí tað er
púra vanligt.
Tak til dømis byggitekn
iskar spurningar. Er nakað
odiøst í, at kommunan
vendir sær til ekspertar á
hesum øki og keypir sær
ráðgeving? Nei. Hví? Jú tí
tað er púra vanligt.
Tak til dømis spurningar
av roknskapartekniskum
slag. Hevur Dimmalætting
nakrantíð interesserað seg
fyri, um kommunan hevur
goldið einum revisori ella
skattakønum fyri ráðgev
ing? Ikki tað, eg veit um.
Nú er spurningurin
komin til samskiftisfakliga
ráðgeving. Nú er knappliga
púra galið, at kommunan
leitar sær eksterna eksper
tisu? Hví? Møguliga tí, at
hetta ikki hevur verið so
øðiliga vanligt. Men er tað
ein rímilig orsøk til nærm
ast at kriminalisera inn
keypið av ekspertisu og
ráðgeving á hesum øki? Eg
haldi ikki.
Í veruleikanum er ongin
munur á, um kommunan
ella borgarstjórin keypir
eksterna ráðgeving frá
einum løgfrøðingi, arki
tekti, revisori ella sam
skiftisráðgeva. Talan er um
professionella ráðgeving á
ymsum økjum, og ráðgev
ingin er neyðug viðhvørt,
hóast kommunan hevur
bæði løgfrøðingar, arki
tektar, roknskaparfólk og
samskiftisráðgevar í starvi.
Gerið heimaarbeiðið
ordiligt
Mín áheitan á Jan Christi
ansen er, at maðurin gevst
við síni dupultmoralsku
hetz og serliga, at hann
gevst at siga ósatt.
At koma við nakrari
áheitanin á Dimmalætting
er helst púra til fánýtis.
Dimmalætting hevur við
sonevnda "journalistikki
num" í síðstu viku prógv
að, at blaðið rennur polit
isk ørindi fyri mótstøðu
fólk hjá undirritaða. Málið
er at undirgrava mín
persón.
Lesarar hjá Dimma
lætting duga helst at síggja,
at tað, sum stendur í
blaðnum, eru hálvir sann
leikar og heilar lygnir.
Hálvir sannleikar og heilar lygnir í Dimmalætting
borgarstjóri
heðin
MoRtensen