týsdagur 15. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 72 - 15. apríl 2008
Viðmerking til Hans
Andrias Sølvará
Grein mín “Ein kjakment
an í kreppu?”, sum stóð í
Sosialinum í páskavikuni,
hevur fingið onkrar
viðmerkingar. Eg veit ikki
um tað er tilvitað at ikki
verður nomið við orsøkina
til, at eg skrivaði hesa
grein. Men lat meg fyrst
gera greitt hví greinin varð
skrivað.
Fáar dagar fyri páskir
varð Hans Andrias Sølvará
heiðraður av Miðlahúsi
num fyri sítt kjakíkast.
Høvuðkjakíkast hansara er,
eftir míni metan, ein upp
gerð við trúarinnihaldið í
kristindóminum. Slíkar
uppgerðir eru ikki
óvanligar í bókaheiminum.
Tað, sum hinvegin tykist
løgið er, at Miðlahúsið
fagnar hesum fáar dagar
fyri páskir og at løgmaður,
sum júst hevur staðið á
odda fyri at yvirtaka
fólkakirkjuna, er partur av
hesum tiltaki, sum ger upp
við trúarinnihald fólka
kirkjunar. Hetta var ein
løgin “páskainngangur” og
lítið sømiligt mótvegis tí
stóru fjøld av føroyingum,
ið framvegis virða páska
vónina, ið er hjartað í
kristindóminum.
Til tess at vísa á, at mín
uppfatan ikki er tikin úr
leysum lofti, samanbar eg
aldargomlu apostólsku
trúarorðini, sum hava røtur
í frumkirkjuni, við skriving
ina hjá HAS.
Mín meining um “Páska
inngangin í Vágsbotni” er
ikki ein ábreiðsla til HAS.
Og HAS tykist ikki at hava
nakrar viðmerkingar til sína
trúaruppgerð. Hinvegin vil
hann hava meg at grund
geva fyri sannleiksvirðinum
í t.d. trúarjáttanini.
At trúarorðini eru partur
av katólskari og lutherskari
kristnifatan er ein sann
roynd. Sannleiksvirðið er
ein annar spurningur og
sjálvandi ikki óviðkomandi.
Tá høvuðskeldurnar til
trúarorðini, herundir ápost
lar og kirkjufedrar, valla
verða góðkendir av HAS, tí
hann nýtir sínar tulkingar,
so er ikki trupult at ímynda
sær eitt slíkt kjak. Hartil er
at siga, at kjakast hevur
verið um hetta í øldir, bæði
søguliga og gudfrøðisliga.
Nógv er skrivað um evnið
og í hesi alnótstíð er tað
eisini lætt atkomiligt.
Tað hevur mangan vakt
undran, hvussu ósamd
søgufólk eru um mangt,
sum liggur tætt upp at
nútíðini. Tað undrar tí ikki
minni, tá søgufólk fara
undir at “reinsa” 1900 ára
gamlar keldur fyri myto
logi, fyri síðani at koma
við síni ivaleysu niður
støðu um, hvat “veruliga
fór fram”.
HAS skrivar niðrandi um
mína “uppgerð” við ration
alismuna. Hann skemtar
við at SA heldur kanska at
ein støddfrøðingur er
víðgongdur tá hann trýr at
2 og 2 eru 4. Nú haldi eg at
onkur gloymdi bóltin og
fór eftir manninum. Og
HAS tykist ikki gera mun
á rationalismu sum rák og
rationellum tankum.
Sum frøðingur minnir
HAS meg á at grundgeva
tá eg skrivi. Tað er altíð ein
meting nær vit grundgeva
nóg væl. Men annars eri eg
sjálvur frøðingur og ikki
ókendur við akademiskt
háttalag. Men eg havi
ígjøgnum lívið lisið meira
gudfrøði enn tað sum
annars er mín akademiska
grein. Og sum “gudfrøð
ingur” er tað mín fatan, at
HAS ferðast ógvuliga frítt
um fakmørk.
Seinastu árini er fiski
veiðuavtalan við Ísland
betra á hvørjum ári. Men
í ár er kalvakvotan skerd
munandi. Kortini letur
landsstýrismaðurin væl
at í tíðindaskrivi nú hann
og íslendski starvsbróðir
hansara, Einar K. Guð
finnsson, eru komnir
ásamt um fiskiveiðu
avtalu landanna millum
fyri 2008. Einasta broyt
ingin er nærum helvtar
niðurskurður í føroysku
kalvakvotuni. Sjálvt um
talan ikki er um stórar
nøgdir, er spurningurin
sera prinsipiellur
Seinastu trý árini er avtalan
betrað á hvørjum ári
Seinastu trý árini er
fiskiveiðuavtalan millum
Ísland og Føroyar betra á
hvørjum ári.
Fleiri føroysk línuskip
kunnu royna undir Íslandi
samstundis, færri íslendsk
svartkjaftaskip kunnu
royna í føroyskum sjógvi
samstundis, íslendsk skip
kunnu nú landa botnfisk í
Føroyum uttan niðurskurð í
kvotu, føroysku sildaskip
ini kunnu royna eftir norð
havssild har íslendsku skip
ini royna og partar av
lodnukvotuni kunnu nú
framleiðast til matna um
borð og á føroyskum
virkjum.
Hóast nevndu og aðrar
batar í fiskiveiðuavtaluni,
er tað neyvan at gera Tor
birni órætt, tá sagt verður,
at hann á hvørjum ári hev
ur verið atfinningarsamur
avtaluni viðvíkjandi. Tíðir
skifta má sigast! Í ár fegn
ast hann, sjálvt um einasta
broytingin er ein ógvuslig
ur niðurskurður í kalva
kvotuni á 44 prosent.
Kalvakvotan skerd við 44
prosentum
Tað er undrunarvert, at
landsstýrismaðurin nú
frøist um avtalu, sum í
virði, er munin verri enn
árini frammanundan.
Kalvakvotan er lækkað
við heili 44 prosentum, úr
80 tonsum niður í 45 tons.
Spurningurin er um tað
fer at loysa seg hjá skip
unum, sum fiska kalva við
Ísland at fara til fiskiskap í
ár. Nøgdirnar eru nú so
smáar og reiðskapurin er
kostnaðarmikil. Tað fer at
merkjast í rakstrinum hjá
skipunum, tí kalvatúrarnir
undir Íslandi hava nógvu
árini frammanundan verið
sera gott íkast hjá
skipunum.
Landsstýrismaðurin
uggar í bløðunum við, at
samlaða kvotan framvegis
er 5.600 tons og at miss
urin í kalvakvotu harvið er
kompenseraður við til
svarandi øktari hýsu,
upsa og brosmukvotu.
Hugsi tað mann vera
vána handil at býta sam
svarandi nøgd av kalva við
hýsu, upsa og brosmu, sum
øllum kunnugt eru nógv
bíligari fiskasløg og als
ikki geva skipunum sama
fíggjarliga íkast við tilsvar
andi nøgd. Spurningurin er
prinsipiellur, sjálvt um
talan ikki er um stórar
nøgdir.
35 tons av kalva hava við
dagsins prísum eitt sølu
virði, sum er omanfyri 2
mió. kr. Fyri tilsvandi nøgd
av hýsu, brosmu og upsa
fáast neyvan 300.000 kr.
Tað er undarligt at orka
verður nýtt til at fegnast
um eitt slíkt úrslit. Eisini
hesaferð átti landsstýris
maðurin í minsta lagi at
hildið fast.
løgtingsmaður
Bjørn Kalsø
Kalvakvotan undir
Íslandi skerd við
44 prosentum
símun
aBsalonsen
Kjakmentan í kreppu?
Tað er ótrúligt, at Høgni
Hoydal skal fáa seg til at
endurtaka somu ósann
indi, sum hann annars
royndi at snúgva sær
undan fyri nøkrum
árum síðani
Tann 1. apríl vóru 60 ár
liðin, síðani Heimastýris
lógin varð sett í gildi. Í tí
sambandi hevði Útvarpið
nógvar sendingar á
skránni, sum viðgjørdu
heimastýrislógina.
Í einari av sendingunum
kundu lurtarar ringja inn
við spurningum ella við
merkingum til politikarar.
Ein av teimum, sum
ringdu inn, var fyrrverandi
løgtings og landsstýris
maðurin Ivan Johannesen.
Hann vísti á, at tá hann
var landsstýrismaður í
fíggjarmálum, í ringastu
krepputíð, var hann
noyddur at taka lán
uttanlands, fyri at fáa
goldið tað, sum lands
kassin hevði skyldu at
gjalda. Ivan segði, at
høvdu Føroyar ikki verið í
ríkisfelagsskapi tá, so
høvdu vit ikki fingið
nakað lán.
Høgni Hoydal svaraði
Ivani soleiðis aftur: “...og
viðvíkjandi lánunum, sum
tú sigur, tú hevur fingið til
serliga góðar treytir, so
veitst tú eisini væl Ivan, -
og hetta havi eg kannað
væl og gjølla, og hetta er
dokumenterað í stórum
frágreiðingum. – Tey
lánini, vit tóku, eisini eftir
kreppuna... Vit fingu ikki
nakra hjálp úr Danmark,
tá kreppan kom. Vit fingu
ikki nakrar eyka pengar til
Føroyar. Vit tóku nøkur
lán, og øll tey lánini
rindaðu vit aftur við rentis
rentu og eisini til eina
rentu, sum var langt
omanfyri marknaðar-
rentuna. Tað vil siga at vit
fingu ikki nakran serligan
fyrimun í teimum lánunum
vit tóku. Tað veitst tú eisini
tá tú tók lánið har, at tann
rentan, sum tú mátti
gjalda, hon var væl
omanfyri tað sum Dan-
mark rindar til dømis. So
eg skilji ikki at tit kunnu
blíva við at siga, at tað
var ein fyrimunur...”
Endurtøka av
ósannindum
Hetta sum Høgni svaraði
Ivani, er als ikki í trá við
veruleikan. Tað skal eg
venda aftur til. Men lat
okkum fyrst hyggja eftir,
hvat hendi í løgtinginum
fyri góðum 6 árum síðani.
Tá løgtingið í oktober
2001 viðgjørdi fíggjar
lógaruppskotið fyri 2002,
segði Høgni Hoydal, at
danir kravdu “okursrentu”
frá føroyingum og Karsten
Hansen segði, at áðrenn
danir umfíggjaðu føroysku
skuldina, høvdu teir sjálvir
lánt peningin aðrastaðir
frá fyri eina rentu, sum lá
ímillum 5 og 5,5 prosent,
men “teir vóru so beina-
samir, at teir lántu tað
víðari til tað niðurpínda
føroyska samfelagið fyri 7
prosent...”
Hetta fekk Lisbeth L.
Petersen at seta ríkis
umboðsmanninum ein
skrivligan fyrispurning um
hesi viðurskifti.
Svarið frá ríkisumboðs
manninum vísti, at tað
sum landsstýrismenninir
hjá Tjóðveldisflokkinum
høvdu sagt, var als ikki í
trá við veruleikan. Lánini
vóru fíggjað fyri markn
aðarrentu, og harumframt
vóru 900 mió. krónur av
skuldini strikaðar í
avtaluni, sum landsstýrið
og stjórnin høvdu gjørt
tann 10. juni 1998,
umframt at aðrar 500 mió.
krónur bara skulu rindast
aftur, um olja verður
funnin við Føroyar.
Vit søgdu ikki tað, sum
vit søgdu
Svarið frá ríkisumboðs
manninum mundi koma
illa við hjá Høgna og
Karsten, tí beinan vegin
sendu teir eitt tíðindaskriv
út, har teir søgdu, at teir
vildu ikki hava skuld
setingarnar sitandi á sær,
um at teir høvdu sagt ósatt
á tingsins røðarapalli.
Orðini um at danski stat
urin skuldi hava vunnið
sær eyka rentu av lánunum
til Føroya undir kreppuni,
søgdu teir vera orð hjá
Lisbeth L. Petersen sjálv
ari, og ikki hjá teimum.
Teir kallaðu hetta fyri
grovt persónsálop og
manupolatión við sann
leikanum, og eisini søgdu
teir seg undrast yvir, at
slíkar skuldsetingar ikki
fingu avleiðingar. Og so
skuldu teir sjálvandi eisini
melda seg sjálvar til lands
stýrismálanevndina, fyri at
fáa allan sannleikan fram
o.s.fr.
Men hetta orðaspælið
frá 2001 man Høgni langt
síðani hava gloymt, tí nú
endurtekur hann tað, sum
hann í 2001 pástóð var
manupolatión hjá Lisbeth
L. Petersen.
og tað er líka lítið
sannheit nú, sum tað var í
2001.
Ósannindi um uttanlandslánini
Helgi
aBraHamsen
Lesið Sosialin - so eru tit við