týsdagur 15. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 15. apríl 2008
13
U
ttan at hava nøkur hagtøl,
sum prógva tað, so havi eg
varhugan av, at tað gongur
skeiva vegin við trivnaði hjá
børnum – og serliga hjá skúla
børnum. Alsamt fleiri børnum
tørvar stuðul og serundirvísing,
í summum førum eisini sálar
liga hjálp, nógv børn og ung
líða av strongd o.s.fr. Tað er
eyðsýnt, at fólkaskúlin í dag
ikki hevur nøktandi orku til at
hjálpa børnum og ungum við
slíkum trupulleikum. Tað
merkja vit, sum eru foreldur at
skúlabørnum, og vit fáa tað
eisini javnan váttað gjøgnum
yvirskriftir í fjølmiðlunum.
Men hví trívast børn ikki nóg
væl, og hvør hevur ábyrgdina ?
Í
fyrstu atløgu fáa politikarnir
ábyrgdina. Í øllum førum, so
varða teir av tí manglandi fíggj
arligu raðfestingini av skúlun
um, sum inniber, at ein stórur
partur av skúlabygningunum
eru niðurslitnir, nútíðarhósk
andi útgerð og undirvísingar
tilfar verður ikki raðfest nóg
høgt, manglandi orka og vilji
ger, at lærarahópurin ikki verða
eftirútbúgvin o.s.fr. Síðan kundi
man lastað lærarirnar, og givið
teimum ábyrgdina fyri mangl
andi trivnað og kunnleika hjá
børnunum, brigsla skúlaleiðsl
una fyri manglandi organiser
ing, og fyri ikki at leiða og
inspirera lærarahópin nóg væl.
Tað er sjálvsagt, at allir partar
bera ein part av ábyrgdini, og
eiga at seta sær sjálvkritisku
brillurnar á nøsina. Men hvat
við teimum nokk so týdningar
miklu pørtunum í øllum pro
blematikkinum – foreldrini og
børnini! Kanska kundu tey
trongt til at komi undir kritiska
luppin. Tað er órímiligt at
brigsla børnunum hesa gongd
ina. Tað mugu heldur vera vit
vaksnu luttakarnir í hesum
samfelagnum, sum mugu bera
ábyrgdina.
Í
okkara ídni eftir at finna tann
skylduga, hava vit næstan
gloymt ein annan sera týðandi
faktor – nevniliga samfelags
gongdina sum heild. Tá man
hoyrur foreldur, serliga tey sum
eru í 30´unum og eldri, tosa um
teirra barndóm, so spældu tey
sum oftast úti allan dagin í
størri ella minni flokkum, har
sosiala uppalingin hoyrdi til “på
godt og ondt”. Tey spældu nógv
í mølini, sum var nógv lættari
atkomuligt enn nú, eisini
spældu tey í bønum og haga
num, sum heldur ikki var so
innhegnaður sum hann er nú.
Sodavatn og slikk var ikki
gerandiskostur, og fast food var
eitt ókent fyribrigdi. Sjónvarpið
var júst komið til landið, við
bara einari kanal, og sending
arnar fóru fram í einum heilt
øðrum tempo enn tað, vit kenna
í dag. Teldan var slett ikki til!!!
H
vussu eru so umstøðurnar
hjá børnunum í dag, saman
borið við foreldraættarliðið.
Børnini eru ikki so nógv úti og
fáa tískil minni fríska luft og
rørslu. Tey drekka eina rúgvu
av sodavatni og søtari saft, eta
slikk, chips og fast food.
Kroppsliga spælið verður tíðum
útskift við telduspæl, playsta
tion og sjónvarp. Samansetingin
av ov lítlum kropsligum aktivi
teti frammanfyri einum skermi,
og ov stórari inntøku av sukri
og feitti, er sera niðurbrótandi –
tað vita vit øll. Kroppsligt spæl,
frísk luft og rørsla hevur ovur
stóran týdning fyri kroppsligu
og sálarligu heilsuna og væl
veruna hjá einum barni. Børn í
dag drekka og eta alt ov nógv
sukur og feitt – væl at merkja
tað ósunna feittið. Vit síggja
fylgjurnar av hesum m.a. í
alarmerandu hagtølunum fyri
gamlamannasukursjúku og
yvirvekt, sum er ein trupulleiki
hjá bæði børnum, ungum og
vaksnum. Børn, sum hava ov
nógv sukur í blóðinum verða
uppgearaði, ómøgulig, irriter
andi, ókoncentreraði og agg
ressiv. Við at eygleiða børn, eitt
nú í einum føðingardegi, sæst
týðuliga, hvussu tey kunnu
leikað í, aftaná at hava fylt seg
við bæði sodavatni, køkum og
slikki.
H
esar umstøður hava í stóran
mun nakað við samfelags
gongdina at gera. Við gongdina
í øllum heiminum at gera.
Trupulleikarnir eru nøkulunda
teir somu í Korea og Saudi
arabia sum í Føroyum. Har
foreldrini í Føroyum áður bara
kundu gloppað dyrnar og
sleppa børnum út at spæla, og
síðan gekk alt av sær sjálvum,
so mugu foreldrini í dag berjast
móti hesum globalu samfelags
broytingum. Og gera vit ikki
tað, verða børnini hjá okkum
illa stødd.
N
økur foreldur síggja ikki
trupulleikarnar og gerast
kanska eisini ill, tá tey verða
kritiserað. Onnur hava kanska
varhugan av, at tað ikki er heilt,
sum tað átti, men hava bara ikki
orku til at standa ímóti. Vi
kenna tað øll, tað krevur næstan
alla okkara orku bara at fáa alt
at hanga saman, gerandisdagin,
økonomiin o.s.fr.
Ítróttartilboðini eru nógv
betri í dag enn nakrantíð áður,
og vit kunnu so freistast til at
halda, at ítróttarfeløgini í dag
geva børnunum tað rørslu, sum
tey áður fingu á ein natúrligan
hátt. Og tað passar eisini, at tað
er soleiðis hjá nógvum børnum.
Vanligt er, at tey venja einar 3
4 ferðir um vikuna, og hetta
kann jú bara vera gott, tá tey
ikki røra seg á annan hátt, ella?
Jú, tá hetta er einasti møguleiki
fyri nóg nógvum kroppsligum
aktiviteti, so er tað satt, men eg
haldi samstundis, at hetta er ein
visiónsleysur og defensivur
sannleiki. Uttan ítróttin vóru vit
illa stødd, og eg taki eisini
hattin av fyri øllum teimum,
sum brúka nógva orku og frítíð
til at fáa ítróttarlivið at virka.
Hinvegin, so kann ítróttur ikki
setast ístaðin fyri kroppsligt
spæl, og um ein venjing nú
hóast alt endar við eini cola og
einum posa av chips, so er nógv
av tí, ein hevur vunnið, mist á
gólvið aftur. Harnæst haldi eg,
at tað verður fokuserað heldur
einsporað á ítróttina, sum tilboð
til børn og ung. Tað eru als ikki
øll børn, sum hava hug til ítrótt,
so onnur tilboð áttu at havt
sama prioritet. Og eitt, sum er
heldur óheppið við ítróttarfeløg
unum í dag – og kanska eisini
við foreldrunum – er, at tey
tykjast alt ov ambitiøs vegna
børnini. Viðmerkjast skal, at
undirritaði hevur verið íðin
fótbóltsleikari, men ikki á
eliteniveau, og havi havt stóra
gleði av fótbóltinum sum barn
og ungur. Men eg haldi, at vit
flentu og tvætlaðu meira á
vøllinum, enn tey gera í dag.
Og tey flestu av foreldrunum
hildu seg burtur, tá vit leiktu,
og vit saknaðu tey ikki.
S
um nevnt, so ávirkar henda
vandamikla blandingin –
skeivur kostur og alt ov nógvir
tímar sitandi frammanfyri
einum skermi, har ein verður
bombarderaður við meira ella
minni innihaldstómum tilfari –
okkara børn negativt. Ikki bara
heilsuna, men eisini sinnalagið.
Nógv børn, sum umframt ikki
at kunna koncentrera seg, og
harvið fáa innlæringstrupul
leikar, vísa sløvheit, aggressión,
meiri ella minni manglandi
respekt fyri foreldrunum, skúla
og lærarum. Tað er ikki lætt hjá
lærarum, hvørki fakligt ella
kensluliga, at arbeiða við
næmingum við slíkari atferð.
V
it skulu ansað eftir ikki at
dæmonisera okkara børn
og ungu. Ikki allatíðina
konfrontera tey negativt, men
eisini positivt, so tey fáa stóra
sjálvsvirðing. Tað er galdandi
bæði fyri foreldur, lærarir og
ítróttarleiðarar, og tað gera vit
ikki nóg gott sum er. Sum
foreldur kunnu vit ikki broyta
heimin rundanum okkum, men
vit hava skyldu til at vísa
okkara autoritet sum foreldur,
og harvið syrgja fyri, at børnini
fáa ein sunnan kost og avmark
aðar mongdir av sukri og fast
food. Og vit mugu rationera
tíðina hjá teimum frammanfyri
skermarnar. Vit mugu syrgja
fyri, at tey røra seg meira,
gerast meira kroppsligt aktiv, og
vit mugu ikki geva eftir, tí vit
hava ringa samvitsku, ei heldur
keypa okkum frá ringari sam
vitsku. Vit mugu inspirera tey
til at lesa eina bók av og á. Vit
mugu læra tey at handfara
umhvørvið við stórstu virðing.
Vit mugu fara ein túr til Froð
biar at fiska við teimum av og á
ella ein túr til Vatnsdalar við
telti. Sum vaksin mugu vit vera
góðar fyrimyndir, og tað gera
vit á besta hátt, sum menniskju
við opnari demokratiskari
atferð, ikki slatra ov nógv og
tosa ilt um onnur, ikki vera ov
materialistisk og harvið læra
børnini, at ting sum skína og
pengar, kunnu metast við
menniskjasligan hita. Og vit
skulu læra børnini, at onki er so
álvarsligt, at tað ikki kann
skemtast við – heldur ikki
ítróttur ella pisakanningar.
M
en fyrst av øllum mugu
vit elska og virða okkara
børn sum tey eru, og lata tey
vita, at tey eru deiligastu
skapningar á jørð.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Bardagin fyri trivnaðin
hjá børnum
Næstu ferð:
Hósdagin skrivar Jonna Jepsen, rithøvundur og
mamma at alt-ov-tíðliga føddum
tvillingum, um ov tíðliga fødd børn
Tíðargreinin
tíðargreinin
Kristian Holbæk, pápi at fýra
Trupulleikarnir eru nøkulunda teir somu í
Korea og Saudiarabia sum í Føroyum. Har
foreldrini í Føroyum áður bara kundu glopp
að dyrnar og sleppa børnum út at spæla, og
síðan gekk alt av sær sjálvum, so mugu
foreldrini í dag berjast móti globalum
samfelagsbroytingum
Sum foreldur kunnu vit ikki broyta heimin
rundanum okkum, men vit hava skyldu til at
vísa okkara autoritet sum foreldur, og harvið
syrgja fyri, at børnini fáa ein sunnan kost og
avmarkaðar mongdir av sukri og fast food.
Og vit mugu rationera tíðina hjá teimum
frammanfyri skermarnar
Eitt, sum er heldur óheppið við ítróttarfeløg
unum í dag – og kanska eisini við foreldrunum
– er, at tey tykjast alt ov ambitiøs vegna
børnini. Eg haldi, at vit flentu og tvætlaðu
meira á vøllinum, enn tey gera í dag. Og
foreldur hildu seg burtur, tá vit leiktu, og vit
saknaðu tey ikki.