Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 15. apríl 2008 17 Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Álit millum leiðslu og starvsfólk er besta leiðin til betri trivnað á arbeiðsplássinum GranskinG/ trivnaður Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur Business-line BL.FO Í trý ár hava 16 granskarar og 14 danskar fyritøkur kannað, hvørji tiltøk fyritøk­ urnar gera fyri at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið, t. v. s. trivnaðin úti í fyritøk­ unum. Granskingarstovnurin “Det Nationale Forsknings­ center for Arbejdsmilijø” hevur viðgjørt og savnað úrslitini av kanningini, og úrslitið fyriliggur nú sum “13 góð ráð til størri arbeiðsgleði”. Kanningin vísir m. a., at starvsfólkini vísa størri nærlagni, um tiltøkini fyri betri arbeiðsumhvørvi bøta um møguleikarnir fyri at gera eitt gott arbeiði. Leiðsla og starvsfólk í felags stevi ­ Tað hevði stóran týdning fyri starvsfólkini á øllum 14 fyritøkunum, at tey fingu loyvi til at passa sítt arbeiði og gera tað so gott sum møguligt. Avgerandi fyri góðum úrsliti var, at starvsfólk og leiðsla fataðu tilgongdina við at betra um trivnaðin sum eina savnandi eind av arbeiðinum, ið kundi bøta um møguleikar­ nir fyri at loysa arbeiðsupp­ gávurnar, sigur Peter Hasle, leiðandi granskari á stovn­ inum “Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø”. Álit er lykilin Gjøgnumgangandi úrslitið av kanningini var, at álit millum leiðslu og starvsfólk er besta fortreytin fyri góð­ um viðurskiftum partanna millum. Tað var týðiligt, at tað er torført at arbeiða við trivn­ aði í fyritøkum, har leiðsla og starvsfólk ikki hava álit á hvørjum øðrum og tí ikki kunnu samstarva. Tá verða nýggj tiltøk tulkað neiliga, og tað forðar fyri, at broyt­ ingar verða settar í verk, sigur Peter Hasle í stuttari viðmerking til kanningina. Sí meira um góðu ráðini í aðrari grein. Um stovnin NFA Det Nationale Forsknings­ center for Arbejdsmilijø (NFA) er granskingastovnur undir danska Vinnumála­ ráðnum. Endamáls stovns­ ins er at skorða undir einum tryggum, sunnum og menn­ andi arbejdsumhvørvi í samsvari við tøkniligu og sosialu menningina í sam­ felagnum. NFA er eisini ein miðstøð fyri gransking innan arbeiðs­ umhvørvi. Hetta merkir, at stovnurin ger strategiska gransking og er við til at tryggja størst møguliga sam­ skipan innan hetta øki. Sam­ stundis er endamál stovnins at halda eitt vakið eygað við granskingarúrslitum innan arbeiðsumhvørvi, bæði innanlands og úti í heimi. Soleiðis fært tú betri trivnað á arbeiðsplássinum Gjøgnumgangandi úrslitið av kanningini var, at álit millum leiðslu og starvsfólk er besta fortreytin fyri góðum viðurskiftum partanna millum Niðanfyri eru nøkur av teimum góðu ráðunum frá Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmilijø Broytingar taka tíð Broytingar í sálarliga umhvørvinum gerast ikki í eini handavending. Eitt stutt átak fremur onga broyting. Áhaldandi raðfestingar av trivnaði bera bestu frukt­ irnar. Góður trivnaður skal uppfinnast av nýggjum, hvønn dag Tað koma alla tíðina nýggjar avbjóðingar og fortreytir, ið krevja nýggj tiltøk og samrøður til tess at fremja trivnaðin. Arbeiðsplássið er ein livandi vera, ið mennist og broytist hvønn dag. Sama er galdandi við trivnaðinum. Gevandi ósemjur Tað er góður siður at skapa eina yrkisliga (profession­ ella) ósemjumentan. Um øll eru samd um alt steðgar menningin í fyritøkuni. Lurta væl eftir teimum, sum ikki hava somu meining sum tey flestu. Virðiligar ósemjur skapa menning og fjølbroytni. Leiðarin, ráðgevin hjá starvsfólkunum Meiningsfullar arbeiðsuppgávur leggja upp til, at leiðslan ger sítt til, at uppgávan verður loyst at bestan hátt og tryggjar, at starvsfólkið ger sítt besta. Úrslitið verður hareftir. Gott er við samrøðum, men ikki nóg mikið Fundir og samrøður eru neyðugar, men tær skulu geva ítøkilig og sjónlig úrslit. Tí er neyðugt at finna røttu lyklapersónarnir, ið kunnu taka avgerðir, at standa fyri teimum. Nøkur góð ráð ið kunnu bøta um trivnaðin á ar- beiðsplássinum